mánadagur 1. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 1. mars 2010
13
F
yri knøppum ári síðani var
alt á gosi, tí tað gekk ov
seint hjá landinum at røkja
sínøar skyldur at útvega røktar
heimspláss til tey nógvu av
okkara gomlu, ið lógu óhjálpin
heima.
Kringvarpsfólk og blaðfólk
kyndu uppundir við ógvisligum
frásøgnum um neyðina. Har
aftrat komu so øll lesara brøvini
frá lokal og landspolitikarum,
verandi og slíkum sum vildu
framat, og sum vildu gera sær
dælt av støðuni. Millum nógvu
átøkini vóru Facebookbólkar,
innsavningar av undirskriftum
og stórir útvarpaðir borgara
fundir, ið settu landsstýrisfólk
og borgarstjórar á ákærubonkin
og kravdu at tey fyri opnari
mikrofon svóru uppá at útvega
tey neyðugu røktarheims pláss
ini her og nú!
Neyðin var stór tá og hon er
ikki blivin minni sambært
hesum yvirlitinum yvir bráð
feingistørvin eftir røktar heims
plássum kring landið:
_________________________
Bráðfeingis røktar
heimstørvur
_________________________
Suðurstreym
71
Vágar/Norðstreym
11
Eysturoy
5
Norðoyggjar
25
Sandoy
3
Suðuroy
17
_________________________
Tilsamans
132
_________________________
Tá vit siga »bráðfeingistørvur«,
ja so er tað her og nú. Tað eru
gomul fólk, ið liggja heima,
hjálparleys, og sum einans hava
avvarðandi og stuðul frá heima
røktini at líta á. Flestu teirra
skulu hava onkran um seg allar
24 tímar av døgninum. Heima
røktin klárar bara nakrar fáar
tímar. So tað er familjan, sum
er álitið, børn, verdøtur og ver
synir, sum sjálvi jú annars hava
fullar skyldur bæði á arbeiðs
plássinum og heima hjá sær
sjálvum. So tey eru í dýrastu
neyð.
»Bráðfeingistørvur« – tað
vil siga, at tey mugu fáa eitt
pláss á røktarheimi her og nú!
Kringvarp, Granskingar
depil og Tjóðveldi í hernað
móti røktarheimum
Men nei! Nú er vent í holini:
tað sum vendi upp hjá jour
nal istum og á borgara fundum
í fjør, tað skal nú venda
niður! Nú eru journalistar,
ein sonevndur »gransk ingar
depil« og sjálvt Tjóðveldið far
in í hernað móti teim ítøkiligu
byggiætlanunum, sum endiliga
eru farin ígongd.
Samgongan hevur fingið
neyðugar upphæddir settar av á
fíggjarlógini til 4 verkætlanir,
sum skulu útvega og geva 136
pláss til tey gomlu við akuttum
ella bráfeingis røktarheimstørvi.
Í Vági er komið so langt, at
skjótt skal innilokast, í Vest
manna er byggisáttmáli gjørdur,
og í Klaksvík og í Havn verður
gjørt klárt at bjóða út.
24 pláss verða klár at taka í
nýtslu í Vági í apríl næsta ár.
Hálvt ár seinni 24 pláss í Ves
tmanna. Og innan tvey ár 24
pláss í Klaksvík og 64 pláss í
Havn.
Vakttelefon í staðin fyri
tryggleika á røktarheimi?
Nei, Nei, Nei, siga tey nú frá
»Granskingardeplinum« og
Tjóðveldinum. Hetta er alt ov
gamaldags at byggja røktar
heim. Nú skulu vit í staðin inn
á somu kós »sum í Danmark«,
har man í staðin fyri røktarheim
byggir sonevnd eldrabýli, har
hvør einstakur fær sítt egna
heim. Og er man hjálparleysur,
og heimarøktin jú ikki hevur
fólk at vera 24 tímar inni hjá
hvørjum einstakum, so kunnu
tey fáa eina telefon í staðin. So
gongur tað nokk, og tey
óhjálpnu, sum onki klára sjálvi,
hava harvið sítt »persónliga
frælsi« – tey kunnu bara ringja.
Hvat byggja tey tað á? Jú, fyri 7
árum síðani hevur »Gransk
ingar depilin« spurt fólk í
seksti árunum, tvs. enn í góðum
árum, um tey vilja búgva heima
ella á røktarheimi, tá tey verða
gomul. Sjálvandi svara tey
flestu, tað sum man helst vil av
øllum: at kunna vera búgvandi
heima hjá sær sjálvum!
Tá man hevur brúk fyri
um sorgan 24 tímar um døgnið
Men hvat er svarið, tá man er
blivin so gamal og óhjálpin, at
man onki klárar sjálvur, er
bundin at koyristóli ella
songjar liggjandi, ikki klárar at
fáa sær at eta ella hjálpa sær
sjálvum á nakran hátt? Ella alt
minnið er farið, man ongan
kennir, ikki eingong síni kæru,
og hevur mist allan sín førleika
fyri at kunna gera nakað sum
helst við egnari hjálp, og
kanska er bangin og ikki torir at
vera einsamallur?
Tað eru jú fólk í hesum
støðum vit tosa um, tey útvið
hálvtannaðhundrað, sum hava
bráðfeingistørv til
røktarheimspláss – sum hava
tørv fyri menniskjansligari og
professionellari umsorgan 24
tímar um døgnið!
Lat okkum so tosa um
alterna tivar eldrabústaðir,
eldrabýlir av ymiskum slag
kanska »sum í Danmark« fyri
øll hini, sum eru hampiliga væl
fyri, og sum klára tað mesta
sjálvi, við eitt sindur av stuðli
til tær truplastu dagligu upp
gávurnar. Ein góður karmur um
hetta fer at verða komandi lógin
um vardar eldrabústaðir sum
lutaíbúðafeløg.
Manglandi røktarheims pláss
er kjarnutrupulleiki
í eldrarøktini
Fyrst mugu vit loysa tann
størsta og mest átrokandi
trupul leikan, sjálvan kjarnu
trupul leikan í eldrarøktini.
Longu í tí sonevnda »Áliti
um eldraøkið«, sum kom fyri 8
árum síðani, vísti man greitt á,
at størsti trupulleikin – sjálvur
kjarnutrupulleikin í eldrarøktini
– var mangulin uppá búpláss til
teir tungastu røktarkrevjandi
brúkararnar. Eldraálitið er enn í
dag tann mest professionella
fakliga og eldrapolitiska
útgrein ingin av tørvinum á
eldra økinum. Har samanfata tey
trupulleikan á henda hátt:
• ov fá røktarheimspláss
• ov fá tilboð um uppvenjing
og viðlíkahald
• manglandi tænastuveitingar
frá Heimarøktini
• ovbyrjan av teimum
avvarðandi
Sum eina lýsing av sjálvum
kjarnutrupulleikanum taka tey
samanum við hesum orðum:
»Størsti trupulleikin er, at ov fá
røktarheimspláss eru til gomul
fólk, ið ikki longur megna
eginumsorgan«.
Nógv er hent síðan hetta
Eldraálitið kom fyri 8 árum
síðani.
Síðani tá hevur fyrra ABC
samgongan tikið størsta takið
nakrantíð í eldrarøktini, við at
heili 160 eldrabúpláss á sam
býlum og røktarheimum eru
tikin í nýtslu.
Haraftrat eru økisterapeutar
settir í starv kring landið, at
skipa fyri fyribyrgjandi tæn
astu veitingum til heima búgv
andi eldri.
Vit skulu bróta tann ónda
sirkulin í eldrarøktini!
Hóast tey stóru tøkini, sum
vóru tikin av fyrru ABC
samgonguni 20042008, er
høvuðsuppgávan framvegis at
nøkta tann stóra tørvin á
røktarplássum til teirra, ið eru
óhjálpin, og ikki kunnu klára
seg heima, heldur ikki við tí
avmarkaða stuðli, sum heima
røkt og avvarðandi kunnu geva.
Í stuttum kann kjarnu trupul
leikin lýsast soleiðis:
• Av tí at vit enn hava ov fá
røktarheimspláss, noyðist
Heimarøktin at brúka tað
mesta av síni orku til tungar
røktarkrevjandi brúkarar, ið
liggja óhjálpin heima, men
sum áttu at verið á
røktarheimi.
• Hesi verða fleiri fyri hvørt ár,
og tí verður støðugt minni og
minni orka og tímar til
heimarøkt og heimahjálp til
onnur heimabúgvandi, ið enn
kunnu klára seg so nøku
lunda.
• Av hesi manglandi stuðlandi
og røktarheimsfyribyrgjandi
heimahjálp til lættari
brúkarar, gerast fleiri eldri
ikki før fyri at klára seg sum
longst í egnum heimi. Og
gerast tí skjótari óhjálpin og
røktarheimskrevjandi enn
neyðugt er.
• Á henda hátt er mangulin
upp á røktarheimspláss
orsøkin til ein óndan sirkul.
Tað er bert ein máti at bróta
hann uppá: og tað er at
útvega tey neyðugu
røktarheimsplássini!
Hetta hevur seinna ABCsam
gongan sett sær fyri at fremja,
við at fullføra tær byggi ætl an
inar, sum nú eru í umbúna, so
at grundleggjandi røktar heims
tørvurin verður nøktaður – og
so at orkan verður frígivin til, at
Heimarøktin kann halga sær
uppgávuna fyri tey heima
búgvandi, og vit eisini kunnu
seta skjøtil á alternativar verk
ætlanir fyri fjølbroyttar bústaðir
til eldri, alt eftir teirra tørvi og
teirra egna fría vali.
Tí er tað stórt politiskt
ábyrgdarloysi nú at royna at
leggja fótonglar fyri at bróta
tann ónda sirkulin við at fremja
hesar átrokandi byggiætlaninar
fyri teim neyðugu røktar heims
plássunum, í Vági, í Vestmanna,
í Klaksvík og í Havn.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Ábyrgdarleys herferð
móti røktarheimum
til tey óhjálpnu
tíðargreinin
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður
Tíðargreinin