mánadagur 1. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41
FSF til arbeiðis
Vónandi eru ósemjur og gamalt agg nú lagt aftur
um bak, soleiðis at ein nýggjur forseti við greiðum
stuðuli frá nevndini kann fara til arbeiðis
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tíbetur helt semjan!
Ikki tí tað avgjørt er neyðugt,
at forsetin fyri FSF eitur Christ
ian Andreasen heldur enn
Høgni í Stórustovu. Og ikki tí
nývaldu nevndarlimirnir neyð
turvuliga eru so nógv meira
kom petentir enn teir, sum
leygardagin fóru úr sessum sínum.
Men tað átti at staðið øllum greitt, at útskifting mátti til. Tað var
einmælta semjan, tá aðalskrivarin varð biðin um at fara úr starvi sínum
í heyst, og tað var semjan, sum at enda bar á mál, tá aðalfundurin
leygardagin kundi staðfesta, at tað, sum kundi skiftast út, nú var skift
út.
Tí tað vildi verið ein vanlukka, um skipaða samgongan fall í kong
unum undan seinasta leikinum. Ein vanlukka, tí tað aftur vildi hildið
føroyskum fótbólti í eisni støðu, har forsetin als ikki hevið tað vald,
sum ein forseti eigur at hava, men ístaðin í tvey ár afturat skuldi verið
partur av eini nevnd, sum ikki vil vita av sama forseta.
Nú er tann parturin greiddur, og so ræður um at koma til arbeiðis.
Ein umskipan av valdinum í føroyskum fótbólti stendur fyri framman,
og tað er altavgerandi, at hendan verður gjøgnumførd sum skjótast.
At vit í framtíðini hava eina nevnd, ið virkar sum nevnd við strategiskum
málsetningum. At vit hava eina nevnd, sum smíðar karmarnar, sum
føroyskur fótbóltur skal virka undir, meðan umsitingin er tað
embætisverk, sum fremur setta politikkin í verki.
Fundurin í heyst og aðalfundurin settu eina feita striku undir, at tað
eru føroysku feløgini, sum eiga FSF. Nú er umráðandi, at somu feløg
halda sín setning, soleiðis at tey leypandi eru við til at seta stóru
linjurnar út í kortið, men at tey samstundis geva nevndini tann frið og
tað álit, sum krevst, tá stórar umskipanir skulu fremjast.
Valstríðið er av. Farið nú til arbeiðis!
Tríggir nýggir í nevndina
Róin Schrøter, Jákup Martin Joensen og Fríðin Ziskason eru
nývaldir limir í starvsnevndini hjá FSF. Teir avloysa Rúna
Heinesen, Magnus á Stongum og Svein Tróndarson. Valið av
nýggju nevndarlimunum var liður í samlaðu semjuni hjá
feløgunum, sum í heyst gjørdu av, at bæði nevnd og
aðalskrivari skuldu skiftast. Hartil var Heðin D. Poulsen eisini
uppstillaður av veinginum, sum royndi at bróta semjuna,
men hann fekk ikki nóg nógvar atkvøður til beinleiðis
nevndarval. Ístaðin er hann nú varalimur saman við Mortani
Poulsen.
Alt samtykt
Eingin ivi var um, at forsetavalið var tað, sum øll eygu vóru vend
ímóti, tá 31. aðalfundurin hjá FSF varð settur. Sjáldan hevur tað
gingið somikið skjótt at avgreiða innkomnu málini, sum tað
gjørdi hesaferð. Formansfrágreiðingin var væl stytri, enn hon
vanliga hevur verið, og broytingarnar í kappingarreglunum,
viðgerðin av roknskapinum og upptøka av nýggjum limi vórðu
framd uttan stórvegis hóvasták. Ja, somikið skjótt gekk tað fyri
seg, at onkur fyrrverandi starvsnevndarlimur helt fyri, at hetta
var ein fínur taktikkur, um mann vildi hava mál av týdningi
samtykt, uttan at aðalfundurin veruliga lætst um vón.
Størsti dramatikkurin
á aðalfundinum hjá FSF
hendi, áðrenn fundurin
sjálvur varð settur
Tað var ein bumba, sum varð slept,
tá portalurin fríggjakvøldið skrivaði
um eit løgfrøðisligt upprit, sum ætl
aði fundarstjórin, Jens Wang, hevði
gjørt til aðalfundin hjá FSF.
Reglurnar fyri, hvør hevur rætt at
greiða atkvøðu á aðalfundinum,
siga, at felag skal hava havt lið í bæði
yngru og vaksnu deildunum í farna
kappingarárinum. Og fyri SÍ og SÍF
avleiddi hetta eitt ivamál.
Feløgini hava nevnliga havt lið í
yngru deildunum og í oldboys, og
um sitingin hevði tí biðið løgfrøð
ing in gjørt upprit, um hetta gav
atkvøðu rætt.
Og tað helt Jens Wang ikki. Av
leiðingin varð, at skuldi hann stýra
fundinum, so høvdu hvørki SÍ ella
SÍF atkvøðurætt, og tað fekk øði í
grindina.
Í fyrsta lagi varð roknað við, at
hetta kostaði sitandi forsetanum,
Høgna í Stórustovu, tvær atkvøður í
forsetavalinum, og tað vildi hann
ikki lata um seg ganga. Fundarfólkið
mátti tí bíða í trý korter, meðan
starvsnevndin sat á kreppufundi, og
úrslitið av hesum fundinum varð, at
Anfinn V. Hansen í skundi varð til
kallaðu sum nýggjur fundarstjóri.
Umframt at útmerka seg við fleiri
skemtiligum viðmerkingum, hevði
nýggi fundarstjórin eisini eina øðr
vísi fatan av juridiska spurninginum.
Í fyrstu atløgu vildi hann ikki lata
feløgini greiða atkvøðu um broyt
ingar í kappingarreglunum, tí bara
eitt felag ynskti hetta. Men tá hann
so eftir steðg upp á eitt korter setti
fundin, boðaði hann frá, at hann
metti SÍ og SÍF hava atkvøðurætt.
Í grundgevingunum fyri hesum
segði Anfinn V. Hansen, at hann sum
so einki hevði at finnast at mótvegis
uppritinum hjá Jens Wang. Men
hann vísti á, at støðan fyri einum ári
síðani var júst tann sama, og tá
høvdu bæði SÍ og SÍF rætt at greiða
atkvøðu. At broyta hetta í evstu løtu,
helt hann vera sera ósiðiligt, og tí
mælti hann til, at FSF til komandi
aðalfund hevur fingið greiðari reglur
um hendan spurningin. Men sló
samstundis fast, at SÍ og SÍF høvdu
rætt at greiða atkvøðu á fundinum.
Á vetrarleikunum á
Vancouver hava Joannie
Rochette og Petra Majdic
framt avrik og brøgd langt
út um tað vanliga
Tað er ikki altíð, at tað eru gull vinn
ararnir sum standa best í minn inum
hjá fólki, tá olympiski vetrar leikirnir
eru lidnir.
Joannie Rochette úr Kanada vann
bronsu í listskoyting og Petra Majdic
úr Slovenia vann bronsu í skíð renn
ingarsprintkappingini.
Men bæði hesi bronsuheiðurs
merk ini vóru vunnin undir ógvu
liga
hørðum,
ómenniskja ligum
um støð um.
Fáar
dagar
áðrenn
Joannie
Rochette skuldi á skoytibreytina, fyri
at royna at vinna eitt heiðursmerki
fyri Kanada, doyði mamma hennara
av hjartasteðgi.
Tá Petra Majdic skuldi royna seg í
skíðrenningarsprintkappingini
breyt hon fýra rivjabein undir upp
hitingini. Hon vildi kortini ikki svíkja
sítt land, og undir óvanligum,
ómenn iskjaligum umstøðum eydn
aðist tað henni at vinna bronsu við
nógvari pínu, og var tað ikki meir
enn, at hon orkaði at taka ímóti
bronsuni.
Joannie Rochette og Petra Majdic
hava báðar fingið ta sonevndu ”Terry
Fox virðislønina” fyri ótrúligu brøgd
síni á vetrarleikunum í Van couver.
Terry Fox virðislønin er uppkallað
eftir kanadiska marathonrennaran
um, Terry Fox, sum doyði av krabba
meini í 1981, aftaná at hava fingið
annað beinið amputerað.
Vanliga verður Terry Fox virðis
lønin bara latin til ein persón, men
dómsnevndin valdi at gera eitt
undantak, tá tey høvdu í huga tey
ótrúligu
brøgdini
hjá
Joannie
Rochette og Petru Majdic.
Báðar vóru rørdar, tá tær fingu
virðislønina frá Betty og Rolly,
foreldrunum hjá Terry Fox. Joannie
Rochette helt eina rørandi takkar
røðu, har hon mintist aftur á mammu
sína.
Fundarstjórin í fokus
Konubrot fingu serliga virðisløn fyri OL-brøgd
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Anfinn V. Hansen
stóð fyri bæði
dramatikki og
undirhaldi, tá hann
heldur óvæntað
mátti taka sæti sum
fundarstjóri á FSF-
aðalfundinum
Mynd: Álvur Haraldsen