mánadagur 1. mars 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Finnland vann OL-bronsu í íshokki
Finnland vann bronsudystin ímóti Slovakia við úrslitinum 5-3. Finnland var á odda 1-0 aftaná tað fyrstu
periodina uppá 20 minuttir. Í tí næstu periodini tók Slovakia yvir, og slovakar vóru á odda 3-1, tá 40
minuttir vóru farnir av dystinum. Men ”Lejonit” sum finska liðið eitur millum manna í Finnlandi hevði ein
ótrúligan endaspurt í tí triðju og seinastu periodini. Uppá bara tríggjar og ein hálvan minutt vendu finnar
einum hóttandi 1-3 tapi til eina 4-3 leiðslu. Olli Jokinen frá tí kenda
NHL-liðnum, New York Rangers gjørdist tann stóra hetjan, tá hann fyrst
javnaði til 3-3, og síðani legði Lejonit á odda 4-3. Seinastu løtuna satsaði
Slovakia alt, og tók málverjin út. Finnar brutu eitt slovakiskt álop ímóti
dystarenda, og sendu pukkin í tað tóma slovakiska málið til endaliga
úrslitið 5-3, og fagnaðurin vildi ongan enda taka.
Real og Barca vísa vegin
Bæði Real Madrid og Barcelona vunnu sínar dystir í vikuskiftinum. Real Madrid var
á vitjan hjá Tenerife. Høvðusstaðarliðið liðið vann heili 5-1. Gonzalo Higuaín var
stóri spælararin hjá Real. Barcelona hevði vitjan av Malaga. Heimaliðið sat á øllum
dystinum, men komu ikki á odda fyrr en tjúgu minuttir fyri tíð, tá Pedro roynti seg
við skoti. Tíggju minuttir svaraðu gestirnir heldur óvantað aftur, við máli frá Valdo.
Men bara nakrar fáar minuttir seinni legði Barcelona seg á odda aftur. Xavi spældi
eina frálíka avlevering fram til Dani Alves, ið legði bóltin uppá tvørs til Lionel
Messi, ið ikki hevði stórvegis trupuleikar at prika bóltin í netið. Barcelona er fram-
vegis tvey stig frammanfyri Real Madrid. Tað eru heili trettan stig niður til nummar
trý, ið er Valencia. Teir taptu sunnukvøldi 4-1 á útivølli móti Atletico Madrid.
Organisatión, álit og
ein greiður skilnaður
millum umsiting og
nevndararbeiði eru
hornasteinarnir, nú
Christian Andreasen tekur
við sum FSF-forseti
Tá bæði valevnini høvdu orðið
undan sjálvari atkvøðugreiðsluni til
forsetavalið, var rættiliga stórur
munur á tí, sum ført varð fram.
Neyvan
munnu
Christian
Andreasen og Høgni í Stórustovu
hava ymiskar fatanir um, at FSF skal
vera til fyri feløgini. Men í taluni til
fundarfólki var tað tann professinelli
advokaturin móti idealistinum frá
vøllinum.
Og tað vóru orð, sum nývaldi
forsetin helt fast um, tá vit eftir
fundin tosaðu við hann.
- Felagsskapurin er í dag vorðin
somikið stórur, at tað er neyðugt við
eini ávísari professionalismu. Eg skal
ikki siga, at tað ikki hevur verið
støðan undan hesum fundinum.
Men har eru nøkur ting, sum mugu
strammast upp, soleiðis at nevndin
tekur sær av meira yvirordnaðum
tingum, meðan umsitingin tekur
sær av tí dagliga rakstrinum av FSF.
- Og so ræður tað um at fáa góð
fólk í undirnevndirnar. Og tað er
eingin, sum sigur, at tað bert eru
starvsnevndarlimir, sum eru í hesum
nevndum. Er tað góð fólk uttanfyri
FSF, sum kunnu geva eitt gott ískoyti
til arbeiðið við landsliðnum, ung-
dómsarbeiðnum og øðrum, so eiga
vit sjálvandi at gera nýtslu av hesum.
Eisini tí tað skapar eitt mót setnings-
forhold millum nevndarlimir og
feløg, tá hesir hava verið partur av
málsviðgerðum. Tá hava feløgini
fatað tað so, at limirnir hava tikið
partí við ávísum feløgum, og tað er
ongan tíð meiningin. Tí nevndin í
FSF skal arbeiða fyri øll feløgini,
sigur Christian Andreasen.
- Setningurin hjá nevndini verður
at taka sær av yvirskipaðum málum
og sjálvandi at leggja ta strategi,
sum føroyskur fótbóltur skal virka
eftir.
Tá tú tosar um strategi. Eru tað tá
serlig viðurskifti, sum liggja tær
serliga nær hjartanum?
- Tað er týdningarmikið, at vit
fremja nakrar umskipanir, soleiðis at
FSF verður meira fleiksibult og
meira opið. Men eitt annað er eisini
fíggjarligi parturin. FSF má hava
eina neyvari fíggjarstýrin, men tað
mugu feløgini so sanniliga eisini
hava. FSF hevur hampuliga stórar
res sourcir,
og
tað
vildi
verið
áhugavert at vita, um vit ikki kunnu
umfordeila hetta upp á onkran
øðrvísi
máta,
sigur
Christian
Andreasen.
Høgni í Stórustovu vónar,
at FSF fer at halda fokus á
tí, sum gongur fyri seg á
vøllinum, nú hann er farin
frá sum FSF-forseti
Sjálvur plagar hann at brúka fót-
bóltsterminologi’ina, tá støður í FSF
skulu lýsast. Aðrastaðni á aðalfund-
inum varð hildið, at talan var um
um dyst og brotssparkskapping, tá
atkvøðurnar til forsetavalið vórðu
taldar upp, men somikið spennandi
helt Høgni í Stórustovu ikki, at tað
hevði verið.
– Tað kendist alla tíðina, sum var
mítt arbeiði upp til valið sera møð-
samt. Og tá alt kom til alt, so hevði
eg heldur ikki tað, sum skuldi til. Og
tað haldi eg eisini, at úrslitið vísir.
– Millum annað komu eisini ting
fram í gjárkvøldið um valrættin, og
tað gjørdi so eisini, at eg kendi meg
noyddan at taka eitt heldur óvanligt
stig, segði Høgni í Stórustovu.
Var júst tann hendingin ikki enn
ein ábending um, at talan var ikki
um nakran dyst, men at talan heldur
var um match-fixing, áðrenn dyst-
urin nakran tíð varð spældur?
– Tað veit eg ikki. Dysturin varð so
spældur í dag, og tað er tað, sum eg
havi at siga um tann partin.
Meira fótbólt í FSF
Nú Høgni fór frá, hevur hann sitið
fýra ár í nevndini – harav tvey sum
formaður. Og hóast hann uttan iva
vildi, at skeiðið var longri enn sum
so, so staðfesti hann, at kenslan er
góð, nú hann leggur frá sær.
- Eg fór upp í hetta av fríum vilja, tí
eg helt meg hava nakað at gera. Og
tá eg stillaði upp móti Óla, vóru for-
treytirnar tær somu. At um eg ikki
vann, so var eg úti. Og tað er sum so
eisini í lagi.
Tað tykist, sum hava tú og Christ-
ian øgiliga stóra virðing fyri hvørjum
øðrum. Ger tað tapið lættari at bera,
at tað var júst hann?
- Christian er jú at kalla húsfólk í
Fótbóltssambandinum.
Sjálvandi
skal nakað av tilvenjing til, nú hann
skal i ein politiskan leiklut, men tað
skal nokk fara at ganga, sigur Høgni,
sum samstundis leggur dent á, at er
tørvur á hansara vitan, so stendur
hann altíð til reiðar at hjálpa til.
Og hevur tú nøkur góð ráð um,
hvønn veg FSF skal ganga, nú tú ikki
heldur stýrisvølinum?
- Fyrst og fremst má hetta stríðið,
sum hevur verið, leggjast aftur um
bak, tí tað flytur fokus. Tað er um -
ráðandi, at vit tora at halda fast um
tey málini, sum verða sett, og at tað
so verður arbeitt við, hvussu hesi
mál verða rokkin.
- Og so hevur tað eisini týdning,
at vit fáa tey fólkini inn, sum hava
aðrar førleikar enn bara tað fyri-
siting arliga. Eg hugsi til dømis um
ein mann sum Magna Mohr, sum
hevur eina enorma vitan, sum heilt
víst átti at komið føroyskum fótbólti
til góðar.
Altso meira fótbóltur og minni
umsiting?
- Heilt víst. Hyggur tú at øðrum
sambondum, so býr fyrisitingin í
einum lítlum horni, meðan tann
tekn iski og ítróttarligi parturin er
tann, sum fyllir mest. Og tað mugu
vit koma til, sigur Høgni í Stórustovu
at enda.
-mørk
Greiðari ábyrgdarbýti
Meira fótbólt og minni umsiting
Hóast tað hevur staðið
nógv á í valdystinum, so er
virðingin millum nývalda
og fyrrverandi forsetan
stór. Og tað løgdu báðir
eisini dent á, tá dysturin
var av
Mynd: Álvur Haraldsen