mánadagur 1. mars 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41
Kanada vann gull í íshokki
Kanada vann 3-2 á USA aftaná tað, sum í íshokki verður nevnt ”Sudden Death”,
longda leiktíð. Jonathan Toews legði Kanada á odda í fyrstu periodu. Í næstu
periodu økti Corey Perry til 2-0, og tá sá tað gott út hjá Kanada. Men USA vildi
ikki gevast á hondum, og áðrenn onnur perioda var liðin minkaði Ryan Kesler
til 2-1. Tað sá út til at gerast málleyst í triðju periodu. Seinastu løtuna satsaði
USA alt, tók málverjin út og leyp á við seks útispælarum. Tað loysti seg væl, tí
tá 24 sekund vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Zach Parise til 2-2. Pápi
Zach Parise umboðaði annars Kanada á vetrarleikunum í Sapporo í 1972. Í
longdu leiktíðini sat Kanada á tí mesta, og tá sjey minuttir vóru farnir gjørdist
Sidney Crosby kanadisk tjóðarhetja, tá hann skoraði sigursmálið.
Kanada skrivaði søgu
Einki annað land hevur nakrantíð vunnið 14 gullmerki í einari einstakari vetrar-OL
kapping. Men tað gjørdi Kanada, tá liðið í gjár vann gull í íshokki. Noreg og Sovjet-
sam veldið áttu gamla metið. Sovjetsamveldið vann 13 gullheiðursmerki á vetrarleik-
unum í Innsbruck í Eysturríki 1976, og Noreg vann eisini 13 gullheiðurs merki á
vetrar leikunum í Salt Lake City í USA í 2002. Kanada fekk 14 gull, 7 silvur og 5
bronsu heið urs merki. Týskland fekk 10 gull, 13 silvur og 7 bronsu heiðurs merki. USA
fekk 9 gull, 15 silvur og 13 bronsu heiðursmerki. Tað margháttliga er, at tá Kanada
var vertur við vetrarleikirnar í Calgary í 1988, og við summar leik ir nar í Montreal í
1976 eydnaðist tað teim um ikki at vinna eitt einasta gullmerki. Men sigast má, at tað
hevur Kanada væl og virðiliga fingið endurreisn fyri á hesum vetrarleikunum.
Neistin hevur tryggjað
sær pláss í finaluni. Tí eru
landskappingar dyst irnir,
sum resta í, bara venj ing
ardystir fyri steypa vinn
ararnar. Í gjár vann liðið í
Hoyvík
Heini Hanusarson staðfesti tað so
væl í Kringvarpinum eftir dystin í
Hoy vík í gjár. Neistin fer komandi
vikurnar at venja fram móti finaluni.
Tí er talan eina mest um venjinga r-
dystir komandi fýra vikurnar, tá
lands kappingardystirnir, sum resta í,
skulu avgreiðast.
Neistin staðfesti aftur í gjár sína
greiðu støðu sum greitt oddalið í
Atlantic Airways-kappingini. Á úti vølli
móti
verandi
føroyameis tar un um
vann Neistin við seks málum. Fyri-
reikingarnar til finaluna eru byrj aðar.
Djumic stórspælandi
Jugoslav Djumic er besti striku spæl-
arin í landinum. Tað staðfesti hann
aftur í gjár. Djumic ivaðist ongantíð,
tá hann hevði møguleikan at senda
framvið Jens Skipagøta, sum vardi
málið hjá H71. Eftir steðgin gjørdu
hoyvíkingar sítt til, at strikuspælarin
varð ansaður, men avleiðingin var
ein útvísing so at siga hvørjaferð.
Einu løtuna stóð so illa til, at Kári
Nielsen, venjari, bara hevði tríggjar
leikarar á vøllinum.
Heini Hanusarson stóð seg eisini
væl. Hann var toppskjútti hjá Neist-
anum við 10 málum.
Skrædnaði beinanveg
Neistin legði lunnar undir ein trygg-
an sigur beinanvegin. H71 hevði
stórar trupulleikar í verjustøðu.
Gest irnir høvdu lætt spæl, og revs-
aðu hoyvíkingar fleiri ferðir við
skjótálopum. Munurin var sjey mál í
steðginum.
Heimaliðið gjørdi eina seinastu
roynd at vinna seg aftur í dystin eftir
hvíldina. Við einari framrættaðari
verju minkaðu teir munin niður í trý
mál, men tað skrædnaði skjótt aftur.
Seinasta vikuskifti misti Neistin
alt á gólvið móti VÍF, hóast steypa-
vinnararnir vóru á odda við níggju
málum í seinna hálvleiki. So hættislig
varð støðan ongantíð í gjár.
Ryggin móti múrinum
H71 elta framvegis kollfirðingar,
sum í løtuni eru á finalukós. Komandi
vikuskifti vitja hoyvíkingar í Vest-
manna, og eydnaðst tað ikki at fáa
fult, verður málsetningurin hjá før-
oya meistarunum at sleppa undan
nið urflyting.
Í Neistanum, hinvegin, verður
bara bíða eftir finalunum. Liðið
venur í fulldrøn í løtuni, so seinastu
mistøkini verða rættaði. Tað verður
uppgávan hjá Inga Olsen, venjara,
komandi vikurnar. At fyrireika hópin.
Tíverri veit hann ikki, hvat mótstøðu-
liðið verður. Og tað verður helst ikki
avgjørt fyrr enn á seinasta leikdegi.
Neistin vildi ikki lata nøkur
óvæntað stig frá sær, tá tær
vunnu tryggan sigur í Vági
Eftir vørrin, sum VB gjørdi í Runavík
fyri viku síðani, varð annars roknað
við, at VB kanska eisini kundi sprutta
nakað, nú Neistin kom á vitjan.
Neistin hevur sum so ikki tað
stóra at spæla fyri, men hóast hetta,
so vístu tær enn einaferð, at tær
duga at motivera seg sjálvar.
Spenningurin í dystinum varð
sum so longu avgreiddur fyrsta
korter ið, tá tær bláu lupu avstað.
Spælið hjá vertunum hekk ikki ser-
liga væl saman, meðan gestirnir
høvdu ferð á frá fyrsta bríksli, og
longu í steðginum vóru fimm mál á
muni.
Tað var ein munur, sum heimaliðið
ongan tíð fekk minkað nakað um.
Tvørtur ímóti økti Neistin um leiðsl-
uni fyrstu góðu løtuna eftir steðgin,
og við hesum settu tær seg enn
fast ari á bronsumerkini, sum tær
hava ligið til alt kappingarárið.
VB liggur hinvegin enn líka tungt
undir niðurflytingarstrikuni. Kom-
andi tveir dystirnir hjá liðnum eru
móti VÍF og StÍF, og hesir fara at gera
av, um matarlepin komandi hond-
bóltsár er úr Sunset ella 1. deild.
VBNeistin 1927 (813):
Eingin hjálp til VB
VB-Neistin 19-27 (8-13)
10 min: 2-5
20 min: 4-7
40 min: 13-20
50 min: 15-25
Málskjúttar
VB: Migle Senvityte 6(4), Una Egilsdóttir 5(3),
Christina Holm 3, Bára Krosslá 2, Andrea Nielsen
2, Rannvá Johannesen 1
Neistin: Birita Wardum 5, Anja Heinadóttir 5, Unn
Kragesteen 5, Lina Andriulyte 4, Jacklin Durhuus
3, Katrin á Neystabø 2, Rakul Augustinussen 1,
Rakul Magnussen 1, Unnur Danielsen 1
Brotskøst: VB 8
Útvísingar: VB 1, Neistin 3
Dómarar: Tummas Juul Thomsen & Magnus í
Króki
FAKTA UM DYSTIN
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
H71Neistin 2935 (1118):
Neistin fær fýra venjingar
dystir afturat
H71 – Neistin 29-35 (11-18)
10 min: 2-5
20 min: 5-11
40 min: 18-28
50 min: 22-28
Málskjúttar
H71: Esbern Patursson 9, Poul Kjartan Dam 6, Dánjal Torgarð 6(2),
Karolis Daynis 5, Bárður Brimvík 1, Rúni Vest Højgaard 1, Janus
Sørensen 1
Neistin: Heini Hanusarson 10, David Edvardsen 8(2), Sjúrður
Thomassen 5, Jugoslav Djumic 4(1), Finnur Hansson 3, Jens Mohr
3, Tróndur Kragesten 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 3
Útvísingar: H71 4 – Neistin 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen
FAKTA UM DYSTIN
Neistin hevur longu
vissað sær finaluplássið.
Stóra kynstrið komandi
vikurnar er at halda fast
um motivatiónina hjá
liðnum
Mynd: Álvur Haraldsen