Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 21 Hondbóltslagið í Vest­ manna er um at finna rætta stevið aftur. Mest sum fullsett og sjam panju­ hondbóltur, tá StÍF varð bukað av teimum gulu og bláu At tað er stutt millum succés og fiasko, er eingin ivi um. Men at tað er ein frymil, sum gongur báðar vegir, er VÍF gott dømi um. Seinastu mánaðirnar hevur mest sum einki borið til í Vestmanna, og fleiri hava óttast, at fremsta mans­ deildin í hondbólti skuldi spælast uttan VÍF komandi kappingarár. Tá Jónleif Sólsker at enda valdi at takka fyri seg, var tað við hansara egnu orðum í vónini um, at ein nýggjur venjari kundi geva liðnum mentalan íblástur. Og at tað var betri, um hetta varð gjørt longu nú, heldur enn at bíða, til støðan í botn­ stríðnum gjørdist enn meira spent. Spæligleðin berandi Og fyribils hevur Jónleif rakt seymin á høvdið í hesari útsøgn. Við Haraldi Bjørgvin við stýrisvølin, hevur VÍF í øllum førum prógvað, at liðið væl og virðiliga er ført fyri at standa seg í fremstu røð. Fyri viku síðani vunnu teir trygt á oddaliðnum úr Neistanum, og í gjár hølvaðu teir StÍF av. Fyrra hálva tíman var tó einki, sum bendi á, at talan skuldi gerast um avsmurning hvørki annan ella ann­ an vegin. Talan var um tvey lið, sum bæði fóru á vøllin fyri at stríðast. Hjá báðum pørtum stóð verjan á tær­ num frá fyrsta bríksli, og við tveimum av bestu málverjunum í landinum millum stólparnar var eisini tann parturin í lagi. Tað speglaðist eisini á máltalvuni, har tað var langt millum skiftini und an steðginum, men í seinna hálv leiki fekk VÍF veruliga ferð á. Krossini riggaðu sera væl við Áka Olsen sum spælskipara, nú navnin við Gaardbo sum millumnavni var hálvsjúkur og at kalla bert fekk kjans í verjuspælinum. Í málinum fekk Eli Müller mest sum fullkomliga læst av frá veing­ inum, og tað gav lætt spæl hjá restini av VÍF­verjuni, og tá Bjarti Hansen so av álvara fór at vísa, hví hann verður mettur sum eitt tað størsta talentið í føroyskum hond­ bólti, var VÍF ikki til at steðga. Sum seinni hálvleikur leið, breiddi máttloysið seg hjá StÍF, sum bert tókt ist vilja sleppa av vøllinum, meðan vestmenningarnir hinvegin nutu hvørt sekund á vøllinum. Væl skiljandi, nú teir neyvan hava hoyrt eyðkendu »hey­ey­ey« rópini sein­ asta árið ella so. Finalan í eygsjón Teir báðir seinastu sigrarnir – og ikki minst avrikini í hesum – hava uttan iva pumpað sjálvsálitið hjá VÍF móti nýggjum hæddum. Enn er sjálvandi langt ífrá sloppið, men kunnu spæligleðin, hugburð­ urin og stríðsviljin haldast bara á leið á somu hæddum, er einki sum helst til hindurs fyri, at VÍF verður partur av FM­finaluni, tá hendan skal spælast. Tað verða strandingar hinvegin neyvan. Seinnu vikurnar hevur form kurvan avgjørt peiggjað rætta vegin. Men skalt tú røkka uppeftir, so krevur tað eisini, at menn eru til reiðar at bíta tenninar samana. Eisini tá mótrákið er hart. Tann viljan vístu strandingar ikki í Vestmanna, og tað segði máltalvan sína týðuligu talu um at enda. Inter vann uttan Mourinho Portugisiski venjarin Jose Mourinho hevur fingið leikbann frá italska fótbóltssambandinum, men Inter klárar seg eisini uttan hann á beinkinum. Inter spældi um vikuskiftið ímóti Udinese, og tað endaði 3­2 sigri til Inter. Mourinho tók tað óvanliga stig at taka hjálparvenjaran hjá sær av beinkinum eisini – tað skuldi verða eitt slag av mótmælti frá hansara síðu ímóti sínum leikbanni. Bayern á toppinum Tað gekk illa hjá FC Bayern fyrr í hesum kappingarárinum, men nú hevur felagið veruliga funnið flogið, og nú hevur sigursvanda felagið sett seg á oddasessin í týsku bundesliguni. Bayern spældi ímóti Hamburger SV um vikuskiftið og vann dystin 1­0. Stóri spælarin og matchvinnari var franski Franck Ribery. Bayern er nú tvey stig frammanfyri Leverkusen. Viljin komin aftur Eftir dystin sunnudagin fingu vit orðið á Sámal Joensen. Vit spurdu hann, hvør munurin er á VÍF­liðnum, sum nú hevur vunni tvær ferðir á rað og so lið num, sum hevur stríðst í botn inum alt kappingarárið. – Tað er sjálvandi ilt at siga. Men vit hava skift venjara, og tá vil tað ofta røkka ella støkka. Og hesaferð hevur tað so ging ið væl, segði Sámal Joen­ sen. Hvat er tað, sum nýggi venj­ arin hevur gjørt øðrvísi? – Eg haldi, at hann hevur fingið meira vilja inn á liðið. Jónøleif gjørdi eisini eitt gott arbeiði, men vit hava kanska fingið eitt forskrekkilis, eftir at hann fór. Tað er jú eisini ein vandi fyri at flyta niður nú, og vit vilja ikki verða teir fyrstu í søguni, sum fluttu niður við VÍF. Tað sær eisini út til, at tit hava tað nógv stuttligari á vøll inum nú. Er frágreiðingin til tann partin bara, at tað nú eina ferð er nógv stuttligari at vinna? – Ja, tað er tað. Tað er jú altíð stuttligari at spæla, um tú vinnur. Tað sigur seg sjálvt, stað festi Sámal Joensen. Vestmenningar hava veruliga funnið stevið aftur. Sigurin móti StÍF var annar sigurin á rað, og nú tykist niðurflytingaróttin vera burtur, meðan viðhaldsfólkini heldur tosa um finalumøguleikan savnsmynd VÍF­StÍF 29­18 (8­7): VÍF í fimta geari VÍF-StÍF 29-18 (8-7) 10 min: 2­2 20 min: 6­6 40 min: 13­11 50 min: 20­12 Málskjúttar VÍF: Bjarti Hansen 8, Sámal Joensen 7, Agnar Joensen 4, Regin Joensen 4, Áki G. Olsen 3(1), Áki Olsen 1, Jákup Suni Andreasen 1, Sjúrður Poulsen 1 StÍF: Marius Joensen 6(1), Leivur Justinussen 4(1), Suni Ernstsson 3, Bárður Danielsen 2, Borgar Danielsen 1, Pauli G. Hansen 1, Cristian Preda 1 Brotskøst: VÍF 3, StÍF 5 Útvísingar: VÍF 3, StÍF 1 Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr FAKTA UM DYSTIN jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk