mánadagur 1. mars 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41
Rangers vann Old Firm
Stóri dysturin í skotskum fótbólti var á skránni um
vikuskiftið, og uppgerðin millum Celtic og Rangers endaði
við, at teir, sum hava verið omaná í hesum
kappingarárinum, framvegis eru tað. Rangers, sum liggur
á odda í skotsku fótbóltskappingini, vann dystin. Bert eitt
mál kom, og tað gjørdi Rangers seint í dystinum, eftir at
Celtic hevði fingið ein spælara útvístan. Rangers er nú 10
stig frammanfyri Celtic.
Adebayor rýmdi ikki
Álopsspælarin Emmanuel Adebayor sigur nú, at hann rýmdi
ikki úr Arsenal fyri at forvinna meira pengar í Manchester
City. Hann tívheldur um, at tað var venjarin hjá Arsenal, sum
ikki vildi hava hann í felagnum longur, og sum tí seldi hann.
– Wenger kann ongantíð siga, at eg vildi sleppa frá Arsenal.
Eg fór, tí hann vildi hava meg at fara. Men tað fer Wenger
ongantíð at viðurkenna, sigur Adebayor við ESPN.
Eftir átta ár uttan summ
ar frítíð og við einum fast
løgdum gerandisdegi,
takka tveir av profilunum í
føroyskum fótbólti seinni
árini fyri seg á hesum
sinni. Hanus Thorleifsson
og Páll Mohr Joensen
hava pakkað ryggsekkin.
Næstu mánaðirnir verða
brúktir í frumskóginum í
Teilandi, omaná og undir
aldunum í New Zealandi,
á strendunum á Tahiti, í
casinoum í Las Vegas og í
pumpandi metropolinum
New York
Hanus Thorleifsson og Páll Mohr
Joensen hava pakkað viðføri og eru
klárir at fara. Í morginárini seta teir
seg í flogfarið, sum skal føra teir úr
Keypmannahavn
til
teilendska
høvuðsstaðin Bangkok.
Hvørja ferð teir báðir hava ferðast
síðstu nógvu árini, hevur altíð minst
eitt par av gaggum verið mest
um ráðandi viðføri at fáa í kuffertið.
Annars hava teir ikki havt so nógv at
hugsað um, tí á flestum fótbólts
ferðum teirra, hava onnur fólk syrgt
fyri øllum.
Í so máta er henda ferðin, Hanus
og Páll nú fara undir, nakað heilt
annað. Hon brýtur við alt tað, teir
eru vanir við. Størsta broytingin er
tann, at teir sjálvbodnir hava valt at
lata gaggurnar standa í nakrar mán
aðir. Við tí fylgir eisini ein kollveltandi
broyting av gerandisdegnum. Hesin
gerandisdagur – og her kemur triðja
og mest spennandi broytingin –
skal brúkast í fýra ymsum heims
pørtum næstu fimm mánaðirnar.
At broytingin verður øgilig og
av bjóðingin stór, eru teir báðir
fótbóltsspælararnir ikki bangnir fyri
at viðganga.
– Eg dugi nóg illa at finna metro
ina á flogvøllinum og eg áni ikki
hvar Oyrasundskollegiið er, sigur
Hanus fyri at líkasum at vísa, hvussu
fremmant alt annað enn Føroyar í
roynd og veru er fyri honum.
Sosialurin var á flogvøllinum í
Kastrup og tók í móti teimum, tá teir
báðir komu til Danmarkar leygar
kvøldið. Teir báðir hava valt at heilsa
upp á vinfólk, sum búgva niðri,
áðrenn leiðin gongur út í víðu verð
týsmorgunin. Hesar dagarnar skulu
teir búgva á Øresunds kollegiet á
Amager, men bara tað at finna
tiltikna studentagarðin kundi skjótt
blivi ein uppgáva í sær sjálvum, um
tað ikki var fyri Páll, sum hevur vitjað
har áður.
Tríggir HB’arar í Teilandi
Av tí sama eru teir báðir eisini
ómeta liga spentir upp á ævintýrið,
sum stendur teimum fyri framman.
Eitt ævintýr sum byrjar so langt
burtur sum í Teilandi, men har føroy
ingar vera fyri teimum, tá teir lenda.
– Hans á Lag er har og vit fara at
fylgjast við honum fyrstu dagarnar,
greiða teir báðir frá. Sostatt vera tað
tríggir mans, sum allir vóru við at
gera HB til Føroyameistarar í fjør,
sum fara at spáku í teilendsku stræt
unum, har hitin í hesum døgum
liggur væl omanfyri 30 stig.
Ætlandi fara Hanus og Páll at
brúka ein lítlan mánað í Teilandi, har
teir, umframt at vitja í býnum
Bangkok, eisini ætla sær út á ymsar
oyggjar.
Onga summarfrítíð í átta ár
Men hvussu ber tað til, at teir báðir
hava gjørt av at biðja Føroyum og
ikki minst fótbóltinum farvæl so
brád liga?
– Vit hava báðir spælt fótbólt í
nógv, nógv ár. Vit hava vant seriøst
og miðvíst og tað kostar, greiðir
Hanus frá og Páll er skjótur at leggja
uppí.
– Tann einasta frítíðin, vit hava
havt, hevur verið frá seint í oktober
til fyrst í januar. So í átta ár havi eg
ikki havt nakra summarferiu sum so,
vísir Páll Mohr Joensen á.
Hann fortelur eisini, hvussu hesi
átta árini øll hava verið meira ella
minni skemaløgd hvønn dag.
– Sum fótbóltsspælari veitst tú
næstan, hvussu hvør dagur á árinum
sær út. Vit vita, at tað altíð er kavi í
januar og februar og venjingin
verður hareftir, og soleiðis koyrir tað
víðari út á árið, fortelur Páll.
Og soleiðis sum tað hevur háttað
seg hjá teimum báðum, so hevur
tað altíð verið fótbóltur á skránni. Tá
teir vóru yngri var tað eftir skúlatíð,
og nú seinnu árini hevur tað verið
eftir arbeiðstíð – umframt dystir um
vikuskifti.
Hesum gerandisdegi hava báðir
ynskt at sleppa burtur úr – í eina tíð
um ikki annað. Men soleiðis var tað
ikki fyri nøkrum árum síðani.
Dreingjadreymurin sleptur
– Hevði eg verið 20 ár, so hevði eg
ikki gjørt hetta, sigur Hanus av gjørd
ur og Páll er av somu sannføring.
– Fyri nøkrum árum síðani, tá eg
var tað yngri, livdi eg í dreyminum
um at enda í Premier League. Hesin
dreymurin, um at sleppa at spæla
fótbólt í stórum deildum uttanlands,
er sleptur nú, sigur 23 ára gamli Páll
Mohr Joensen.
Hanus greiðir síðani frá, hvussu
teir báðir tveir hava rokkið nógv av
tí, ið røkkast kann í føroyskum fót
bólti.
– Hetta er sjálvandi í nógv minni
mongdum, enn so nógvir aðrir, men
vit hava báðir verið Føroyameistarar
og vunnið steypakappingina, báðir
spælt evropeiskan fótbólt og báðir
luktað eitt sindur til landsliðið,
um framt at hava spælt á ung dóms
landsliðum.
Hanus Thorleifsson leggur dent á,
at hetta eru alt upplivingar, sum teir
ikki høvdu viljað verið fyri uttan og
eru ómetaliga glaðir um, men at
tíðin nú er búgvin at royna okkurt
nýtt.
Wildlife and vacation
At tað skuldi enda við eini so drúgv
ari ferð kring knøttin, var kortini ikki
upprunaætlanin hjá teimum báðum.
Alt byrjaði við, at teir í summar tos
aðu um, at tað hevði verið stuttligt
at farið at ferðast.
– Hanus hevur ein pápabeiggja í
Hong Kong, og upprunaliga ætlaðu
vit bara yvir at vitja hann, fortelur
Páll. Henda lítla ferð endaði við at
fevna um fimm mánaðir, har teir
byrja í Danmark fyri síðani at fara til
Teiland, Australia, New Zealand,
Tahiti og USA
– Vit ætla at vitja frumskógin í Tei
landi, uppliva náttúruna og taka
kavaraskeið har. Vit fara at surfa,
dykka og leypa við fallskíggja í New
Zealandi. Á Tahiti verður tað strend
urnar og sólina, vit fara at njóta,
áðrenn vit fara at royna stórbýarlívið
í USA. Ja, vit fara at royna eitt sindur
av hvørjum, sigur Hanus Thorleifs
son.
Drúgva ferðin hjá teimum báðum
endar fyrst í julimánaði, tá teir eru
aftur í Danmark. Har ætla teir at taka
Roskilde festivalin við, áðrenn leiðin
gongur heim aftur til Føroya.
Føroyar og fótbólturin?
So er brennandi spuringurin, um
Føroyar merkir fótbóltur? Fyri Hanus
Thorleifsson er svarið rættiliga ein
falt. Hann ætlar sær at koma í form
nokk so skjótt eftir, at hann er komin
heim, men roknar ikki við at blíva
partur av besta liðnum hjá nøkrum
felag beinanvegin.
– Tað vóni eg sjálvandi, men ann
ars verður tað á næstbesta liðnum,
sigur hann. Hjá Páll Mohr Joensen er
støðan heldur øðrvísi. Beint nú
hugs ar hann upp á ongan máta um
fótbólt.
– Eg haldi, at tað hevði verið stutt
ligt, um eg kom aftur til Føroya og
fann út av, at eg gjarna vil búgva í
eitt nú New Zealandi, fyri so at flutt
har til og arbeitt í eina tíð, men nú
fáa vit at síggja, sigur hann.
Hvussu verður og ikki, so hava
báðir tveir slept Føroyum og fót
bólt inum í eina tíð. Fyri framman
ligg ur eitt ókent ævintýr, sum av
álvara byrjar, tá teir seta seg í flog
farið móti Teilandi í morgin – hetta
meðan fyrrverandi liðfelagarnir í HB
venja á kavaklædda vøllinum í
Gundadali, og Hans á Lag ger klárt
at taka í móti teimum í sólini í
Bangkok.
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hanus er 24 ára gamal og endaði
kappingarárið í fjør við at spæla í HB.
Er annars uppaldur á Skála og hevur
eisini umboðað B36. Hevur vunnið FM og
Løgmanssteypið, hevur spælt og vunnið
Champions League-dystir við B36 og
er skrásettur fyri tríggjar A-landsdystir,
umframt at hava spælt á øllum
ungdómslandsliðunum.
Hanus Thorleifsson
Páll er 23 ára gamal og hevur
altíð spælt við HB, burtursæð
frá einum ári, tá hann spældi
við NSÍ. Hevur vunnið FM og
Løgmanssteypið við HB, umframt
at hava spælt altjóða dystir
við felagnum. Harumframt
er hann eisini skrásettur fyri
ein A-landsdyst – tað var
venjingardystin móti Íslandi í fjør,
sum Føroyar eisini vann.
Páll Mohr Joensen
Farvæl Føroyar og