Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 Tað tekur 25 ár, at Før oyar koma á sama støði, sum tær hava verið á, um ríkis veit­ ingin og aðrir fíggj­ ar ligir fyrimunir í ríkisfelagsskapinum fara burtur. Soleiðis hevur gingið í nógv­ um londum, og sambært Jóannesi Jacob sen, búskapar­ frøðingi, er tað sama helst galdandi fyri Føroyar Kanning Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Tað tekur umleið 25 ár at koma á sama støði, sum sam felagið hevði verið á, um tað helt fram at vera í ríkisfelagsskapi, tá tað verður kravt, at tað fær ein sjálvberandi búskap. Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi hevur latið kann­ ing gjørt, og tað eru Jóannes Jacobsen, búskapar frøð ing­ ur, og Stefan í Skorini, stjór n málafrøðingur, sum hava gjørt sjálva kanning­ ina. Teir hava millum annað hugt at umleið 60 londum, við færri enn trimum milliónum íbúgvum, sum hava fingið fulveldi eftir 1960, og tað vísir seg, at tað í miðal tekur 25 ár hjá hesum londum at koma á sama støði, sum tey høvdu verið á, um tey framvegis vóru í einum ríkisfelags­ skapi. – Tað sum mann sær, er at tað er eitt stórt fall í inntøkustøðinum at byrja við, men aftaná tað, hava tey havt størri búskapar­ vøkstur enn lond, sum ikki hava frásagt sínar fíggjarligu fyrimunur, og eftir eina langa skiftistíð, so er inn­ tøkustøðið komi á sama støði, sum tað hevði verið á, um tey ikki frásagd sær sínar fíggjarligu fyrimunir, sigur Jóannes Jacobsen. Hetta útleiðir Jóannes Jacobsen, soleiðis, at kostn­ aðurin at frásiga sær sínar fíggjarligu fyrimunir er tað lægri inntøkustøðið, sum mann hevur í tí skiftis tíð ini. Hann viðgongur tó, at hetta er eitt útgangsstøði, sum kann diskuterast, tí millum annað er talan um nógv lond í Afrika, sum hava ligið í borgarakríggi leingi, eftir at tey eru vorðin sjálvberandi. Pengar fyri onki Sambært Jóannes Jacobsen er stóri fyrimunurin við ríkis veitingini, at tað eru inn tøkur, sum kunnu brúk­ ast til at keypa ting, uttan at vit brúka føroyska arbeiðs­ megi og kapital til at fáa hetta. – Vit kunnu brúka størri part av føroyskari arbeiðs­ megi og føroyskum kapitali upp á heima marknaðar­ framleiðslu. At klippa hvørj um øðrum um tú vilt, sigur Jóannes Jacobsen. Hinvegin eru eisini vansar við hesum peninginum, sum vit fáa fyri onki. – Møguliga negativa ávirk anin við ríkisveitingini er gjøgnum búskapar poli­ tikkin. Hon kann gera, at vinnubygnaðurin og vinnu­ politikkurin er verri, enn hann kundi verið, sigur Jóannes Jacobsen. Hann leggur dent á, at tað er av alstórum týdningi fyri føroyska búskapin, at júst vinnupolitikkurin verður broyttur. Fiskivinnan má broytast Skulu Føroyar hava ein sjálv berandi búskap, so er tað sambært kanningini sera týdningarmikið, at stór ar broytingar verða gjørd ar í fiskivinnuni, fyri at búskapurin verður stýrdur meiri skynsamt. Kanningin mælir millum annað til, at tað er sera týdn ingarmikið, at tað verður ein marknaður fyri náttúrutilfeingi. – Tað er serliga fiskurin, sum svimur í sjónum, sum er ogn Føroya fólks, sum eg havi skilt tað. At tað tilfeingi verður lutað út eftir marknaðartreytum og ikki administrativt, soleiðis, sum tað verður gjørt í dag, sigur Jóannes Jacobsen. Tað vil siga, at fólk skulu rinda fyri at brúka tilfeingi. Harafturat verður mælt til, at allar studnings skip­ anirnar, sum eru í dag, skulu avtakast, soleiðis, at tað ikki verður ávirkað av politiskum studningi, hvar fólk arbeiða. Verður hetta gjørt, so merkir tað beinleiðis, at fiskivinnan fær verri treytir at arbeiða undir. – Studningskipanirnar gera, at fiskivinnan megnar at keypa arbeiðsmegi og kapital, sum tað ikki er vinnuligt grundarlag fyri. Tað vil siga, at ein partur av arbeiðsmegini og kapital in­ um ikki gera nakað ískoyti til fiskivinnuna, men kundu givið eitt íkast til búskapin í øðrum vinnum, sigur Jó ­ annes Jacobsen. Landsbankastjórin góðtekur kanningina Hóast tað er Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi, sum hevur latið kanningina gjørt, og kanningin tí er gjørd av einum politiskum organi, so sigur Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, at fakliga er kanningin álítandi, men at hann ikki tekur undir við heilt øllum úrslitunum, sum eru borðin fram, men at kanningin sum heild er upplýsandi. -eij Funnu fornan farao Í mong ár hava egyptiskir fornfrøðingar leitað eftir einum steinhøvdi av konginum Amenhotep, sum er ein av teimum best kendu farao­unum í gamla Egyptalandi, og fríggjadagin bleiv fráboðað, at teir hava funnið tað. Seinhøvdið av Amenhotep III, sum livdi fyri 3400 árum síðani, er til støddar sum eitt fólk og varð funnið í tí kenda býnum Luxor. Hin parturin av standmynd hansara varð funnin fyri fleiri árum síðani, og nú skal alt setast saman, skrivar Reuters. Vit kunnu nevna, at Amenhotep III var abbi tann uppaftur betur kenda farao­kongin Tutankhamon. Heilag framferð Herferðin hjá serbunum í Bosnia var rættvís og harafturat eitt heilagt mál fyri serbar. Tað segði fyrrverandi bosniaserbiski leiðarin Radovan Karadzic, tá rættarmálið ímóti honum byrjaði aftur í Haag í morgun. Hann segði, at hann hevur góðar vónir um at vinna rættarmálið, og at hann hevur góð prógv at leggja fram. Radovan Karadzic er ákærdur fyri at hava staðið á odda átakinum, sum hevði til endamáls at beina fyri øllum kroatum og muslimum í Bosnia í borgarakrígnum frá 1992 til 1995. Umleið 100.000 fólk doyðu, og 2,2 milliónir vórðu rikin frá húsi og heimi. 70 80 90 100 110 120 130 % av BTÚ sum hjáland Ár aftaná loysing 0 0 0 0 0 0 0 0 0 % Kostar í 25 ár at kuta blokkin Sambært hesi talvu í kanningini »Á veg móti einum sjálvberandi búskapi,« er eindin við árum hvørji fimm ár, greiddi Jóannes Jacobsen frá á tíðindafundi í morgun. Tí tekur tað í miðal 25 ár hjá londum at koma á sama støði, sum tey høvdu verið á, um tey ikki blivu búskaparliga óheft Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, sigur, at skulu Føroyar nakrantíð hava ein sjálvberandi búskap, so er tað ein fyritreyt, at fiskivinnan verður munandi lagd um Mynd: Álvur Haraldsen