Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 Tað kemur púra óvart á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, at ein dómur í Føroya Rætti nú hevur stað­ fest, at tað er als ikki lógarbrot at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkra. Tað má rættast í stundini, sigur hon Oljudálking Áki bertholdsen aki@sosialurin.fo - Er eitt hol í lógini, má tað tættast beinanvegin. Annika Olsen, landsstýr- iskvinna í umhvørvismál- um, er púra paff av einum dómi í Føroya Rætti nú ein dagin, har tað verður stað- fest, at tað er als ikki ólóg- ligt at lata olju fara á sjógv, tá ið skip bunkra í føroysk- um havnum. Bæði Strandferðslan og førarin á einum tangabili vórðu ákærd fyri at hava latið 2400 litrar av olju renna á sjógv, einaferðina Teistin bunkraði í Skopun. Talan var um óseketni, tí spunslið á tangabilinum varð ikki sett á spunslið til oljutangan umborð á Teist- anum men á spunslið til smyrjoljutangan, sum tekur nógv minni. Avleiðingin var, at einir 2400 litrar runnu á sjógv í Skopunar Havn, áðrenn mistakið varð uppdagað og kranin skrúvaður fyri. Men niðurstøðan hjá Før- oya Rætti er, at sum havum- hvørvislógin er orðað, umfatar hon ikki oljudálking av bunkring. Tá ið lógin tosar um at tað er ólógligt at burturbeina olju, skal tað skiljast sum um at tað er ólógligt at sleppa sær av við olju og tað hevur onki við bunkring at gera. Sostatt vórðu bæði Strand- ferðslan og førarin á Tanga- bilinum fríkend. Annars hevur fútin fleiri ferðir givið bót fyri at hava latið olju renna á sjógv und- ir bunkring, men fólk hava uttan at blunka betalt bøtur- nar og tí hevur ikki verið neyðugt at fáa málini fyri rættin. Hetta er sostatt fyrstu ferð, at eitt mál av hesum slagnum er roynt í rættinum og tað endaði altso við fríkenning. Raðfest fremst Hetta kemur púra óvart á landsstýriskvinnuna í inn- lendismálum, tí hon skilir ikki, hvussu rætturin kann koma til eina slíka niður- støðu. Hon fer nú beinanvegin at seta seg í sambandi við umsitingina fyri at vita, hvat vendir upp og, hvat vendir niður í hesum máli. Roynt verður nú at fáa málið fyri landsrættin, men av tí, at revsingin bót og ikki fongsul, skal serligt loyvi fáast til vega fyri at fáa tað fyri landsrættin og tann avgerðin er ikki tikin enn. Men Annika Olsen sigur, at bara tað, at óvissa er sáað um lógina á hesum øki, er nóg mikið til, at hon tekur málið upp. - Er lógin ikki nóg tøtt á hesum øki, mugu vit taka tað upp beinanvegin og gera neyðugu broytingarnar fyri at beina allan iva av vegn- um. Hon leggur afturat, at sjálvandi skal tað vera revsivert at sleppa olju á sjógv, tá ið skip bunkra. - So hetta kunnu vit slett ikki liva við, leggur hon afturat. Kunngerðin er ávegis Annars hevur ein kunngerð um oljubunkring verið á veg í heili fimm ár, men hon er ongantíð komin enn. Men eisini tað ætlar Annika Olsen sær at gera nakað við. Men tað er ikki í kjalar- vørrinum á hesum málinum, tí hon sigur, at tað var longu í summar, at hon gav umsit- ingini boð um at raðfesta kunngerðina fremst og sostatt arbeitt verður við tí í løtuni. Har eru kortini onkrir løg- frøðiligur spurningar, sum skulu kannast og útgreinast, so tað tekur tí, men tað verður arbeitt við málinum. Men kunngerðin hevur sum so heldur onki við lóg- ina at gera, so kann ivi sáast um hana, má hon broytast, sigur landsstýriskvinnan. Annika Olsen er kløkk av dómi í Føroya Rætti Annita á Fríðriks­ mørk reisir nú spurn­ ingin um oljudálking í sambandi við bunkr­ ing á Føroya Løtingi og hon vil hava landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum at svara nøkrum spurningum Oljudálking Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í Føroyum kunnu skip og bátar lata olju renna á sjógv tá bunkrað verður, uttan at verða revsað. Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, sigur, at hetta er avleiðingin av ein- um dómi, sum nú er sagdur í Føroya Rætti og sum Sosi- alurin greiddi frá fríggja- dagin. Hon sigur, at hetta er ann- ars nakað, sum verður tikið í stórum álvara í øðrum londum. Tí hevur løgtingskvinnan nú reist málið í Løgtinginum, har hon fer at seta landsstýr- iskvinnuni í umhvørvismál- um nakrar spurningar um málið. Hon vil hava at vita, hvat vendir upp og niður í málin- um og hon vil hava at vita, nær kunngerðin um olju- bunkring, sum skal eitast at hava verið ávegis í fimm ár, kemur. - Sambært dómaranum er tað ikki ólógligt at dálka við olju í føroyskum havn- um í sambandi við bunkring, staðfestir Annita Fríðriks- mørk. - Hetta er annars nakað, sum gevur so mikið stóra bót aðrastaðni, at ansað verður væl eftir, at lógin ikki verður brotin. Men hjá manningum á skipum og bátum, sum bunkra í Føroyum, er óneyð- ugt at óttast fyri revsing, skuldi olja farið á sjógv. Annita á Fríðriksmørk staðfestir, at spurningurin um dálking við føroyskar havnir, firðir og sund tekur seg javnan upp, og hvørja ferð hevur verið víst á tað líkasælu ella manglandi pol- itisku støðutakan til málið. - Við hesum fyrispurningi verður so aftur varpað ljós á málið og vóni eg at gongd kemur á málið, so vit lúka tær treytir og krøv, sum vit eiga at liva upp til í einum samfelagið sum tekur um- hvørvið í álvara, sigur løg- tingskvinnan. Vil seta ferð á arbeiðið at steðga oljudálking - Hett er rættiliga alvorligt, tí vit kunnu als ikki liva við dóminum, sum Føroya Rættur hevur felt í eini ákæru um oljudálking, sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í umhvørvismálum Fáar kvinnur í leiðslu Kvinnur hava eftir øllum at døma ilt við at vinna sær upp á ovastu rók í danska fíggjarheiminum, tí tað eru næstan bara menn, sum stýra teimum donsku bankunum. Tað skrivar blaðið Jyllands-Posten. Blaðið hevur kannað stjórnirnar í teimum størstu 30 bankunum, og uppgerðin vísir, at har eru 94 menn og ein kvinna. Tann einsamalla stjórakvinnan er Karen Frøsig, sum fyri stuttum bleiv tilnevnd forstjóri í Sydbank. Jyllands-Posten vísir á, at bankunum nýtist ikki at leita leingi eftir kvinnum til leiðarastørvini, tí 52 prosent av starvsfólkunum í bankunum eru kvinnur.