Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 Í tveimum førum var politiið hetta vikuskiftið úti og skilti fólk at í bardaga Harðskapur Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Fríggjakvøldið fór politi­ ið í Havn á gott í einum privathúsi, har tveir menn fóru farnir til hend­ urs. Annar hevði sligið hin, sum bløddi í vørrini. Politiið helt tó ikki grundarlag vera fyri nakrari skuldseting í tí førinum. Men tað var tað, tá ið tveir aðrir menn leygar­ náttina fóru at takast inni á einum skeinkistaði í Havn. Annar or á skaða­ stovuna við brotnum fingri, og hann varð eisini sligin á nøsina. Maðurin, sum sligin varð, hevur greitt politi­ num frá, hvat hendi. Hann hevur upplýst, hvør hin maðurin var, men í morgun hevði politiið enn ikki tosað við hann. Ferðsla Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Tað kundi havt endað heilt galið, tá ið tveir bilar møttust í Norðoya­ tunlinum um middags­ leitið leygardagin. Bilurin, sum koyrdi móti Leirvík, kom so langt yvir í hina síðuna, at tá bilarnir møttust, tóku speglini í hvørt annað. Tann bilurin helt leiðina fram, men tá ið maðurin setti bilin frá sær heima í Eysturoynni, stóð politiið fyri honum. Hann slapp at blása, og tað vísti seg, at maðurin hevði drukkið ríkiligt. Danska skipið Ejnar Mikkelsen og íslendska sjóverju­ skipið Ægir høvdu sunnudagin eina venjing, mest í sleipi sjóverja Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Sjóverjurnar, skip, tyrlur og fólk á landi, í londunum i Útnorði hava regluligar venjingar við endamálinum at ger samstarvið betri. Tað ræður um at duga betur at hjálpast at og at vera betur før fyri at hjálpa skipum i havsneyð ella hava tørv á einhvørjari hjálp. Sunnudagin varð ein minni slík venjing á Skálafjørðinum. Danska sjóverjuskipið Ejnar Mikkelsen sleipaði írslendska sjóverjuskipið Ægir inn á Skálafjørðin. Tá ið Ægir var komin inn á fjørðin a liggja, legði Ejnar Mikkelsen seg upp á síðuna av Ægir og trýsti hann inn móti bryggjuni í Runavík. Aftana ta venjingina fóru froskmenn á Ejnari Mikkel­ sen og Ægir niður ein túr saman. Síðan fekk Ægir upp­ gávuna at fáa Ejnar Mikkel­ sen at bryggja og síðan sleipa hann út av fjørðinum aftur. Ein slík venjing sum henda hevur stóran týdning. Tá ið eitt fiskiskip fær trol um skrúvuna, ella motorurin steðgar, skal skipið beinan­ vegin sleipast til lands. Bæði Ejnar Mikkelsen eru útgjørdar til at kunna sleipa størri skip. Sleipað verður við einum longum sleipi­ trossa ella veiri, og neyðugt er ofta at sleipa skipið í eina havn fyri at fáa skipið umvælt. Tað ber sjáldan til at sleipa skipið heilt inn at bryggju, og tá ræður um, at sjóverjuskipið leggur seg upp á síðuna av hinum skipini, og síðan trýstir hitt skipið at bryggju. Sambært Færøernes Kommondo gekk venjingin væl í allar mátar. Vandu á Skálafjørðinum Breyt fingur í bardaga Koyrdi í skeivari síðu Tosa aftur um Icesave Hóast samráðingarnar millum íslendingar, bretar og niðurlendingar um Icesave­skuldina slitnaðu í síðstu viku, hevur samband verið millum íslendingar og bretar síðani fríggjadagin. Íslendska samráðingarnevndin hevur verið í London alla tíðina, og um vikuskiftið hevur hon havt samband við umboð fyri bretsku stjórnina minst tvær ferðir. Fíggjarmálaráðið í Reykjavík segði í gjár, at tað er ikki óhugsandi, at formligar samráðingar kunnu byrja aftur nú beint eftir vikuskiftið. Forsætisráðharrin (myndin) hevur sagt seg vóna at fáa eina betri avtalu innan fólkaatkvøðuna næsta vikuskiftið. Bara 33 søktu í fjør um at koma inn á føroysku útbúgvingina i sjúkrarøktarfrøði ÚtbÚgving Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Í fleiri londum er sannað, at um fá ár verður stórt trot á heilsustarvsfólki við ymisk­ um útbúgvingum. Í Før­ oyum er gjørd tann niður­ støða, at heilsuhjálparum verður í hvussu er trot á. Men tað stendur ikki betur til við sjúkrarøktar­ frøðingum. Einast 33 umsøkjarar vóru til utbúgvingina í fjør, og fyri bert 10 árum síðan var hetta talið 80. Hetta skrivar Vár í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð­ ingar í nýggjasta limablað­ num, sum eitur Vøkan. Vár í Gong heldur tað hava skund at fara at kanna, hvørjum henda afturgongd kemur av. Í Danmark er gjørt eitt stórt átak fyri at fáa fleiri at lesa til sjúkrarøktarfrøðing orskað av hóttandi trotinum. Átakið er skipað sum sam­ tarv millum fleiri ráð og feløg. ­ Vit eftirlýsa, at tey sum ráða, síggja henda trupul­ leika og byrja at gera nakað við hann, skrivar Vár í Gong. Umsøkjaratalið skramblar niður Bæði skipini eru útgjørd til at sleipa størri skip