Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41 Dzeko endar í Milan Bosniski álopsspælarin Edin Dzeko verður roknaður millum heitu nøvnini í europeiskum fótbólti í hesum døgum. Hann spælir fyri Wolfsburg í Týsklandi, men líkt er til, at hann fer at skifta felag. Arsenal hevur verið áhugað í spælaranum, men sambært umboðsmanninum hjá Dzeko, so skiftir spælarin til AC Milan í Italia at spæla í summar. Tað einasta, sum manglar, er ein undirskrift á ein sáttmála. Lagerbäck til HM Hann stóð á odda fyri svenska fótbóltslandsliðið, sum ikki vann sær pláss í HM endaspælinum í summar, men nú skal Lars Lagerbäck hóast tað til HM. Lagerbäck gavst sum venjari hjá svenska landsliðnum, og nú hevur hann gjørt avtalu við fótbóltssambandið í Nigeria um, at hann skal leiða landsliðið hjá teimum í Suðurafrika. Venjarin, sum var var, fekk sekkin, eftir at hann hevði tryggjað Superørnunum pláss í HM endaspælinum. Sigurin kundi fara báðar vegir, tá kollfirðingar, sum allatíð høvdu runnið aftaná, brádliga javnaðu, tá 10 minuttir restaðu í av dystinum. Men Kyndil vann seg aftur í gullstríðið Kyndil kundi tað sama verið stóri taparin hetta vikuskiftið. Hevði tað ikki eydnaðst at fingið fult í heima­ dystinum móti KÍF, høvdu kollfirð ing­ ar tikið eitt risafet nærri FM­finaluni. Men tað er líka sæla nú. Kyndil er aftur í stríðnum um gull merkið. Kyndil hevði tvey mál fleiri enn gest irnir, tá Eyðun Samuelsen og Andrias F. Hansen, dómarar, bríksl aðu fyri seinastu ferð í gjárskvøldi. Tí er grøna havnarmenninir, saman við KÍF, í løtuni besta boðið upp á av bjóð aran hjá Neistanum í FM­final uni. Avgjørdu í síðstu løtu Frøin var stór, tá Tummas Pauli Hanusarson í seinastu løtu lyfti heimaliðið tvey mál framum. Tað var ikki einans ein staðfesting av teim­ um sera týdningarmiklum stigum, men eisini ein staðfesting av, at Kyndil ikki bara skal stríðast fyri at varðveita sætið í bestu deildini komandi fýra vikurnar. Talan var annars um ein sera intensan dyst. Kyndil var á odda í stór um løtum av dystinum, men munurin var ongantíð serliga stór ur. Kollfirðingar vunnu seg eisini upp á javnt, tá bara 10 minuttir vóru eftir. Teir megnaðu tó ikki meira enn tað sama, áðrenn Kyndil aftur togaði seg fram móti sigirnum. Josef Abrahamsen, sum hevur staðið seg væl seinastu vikurnar, og Høgni Klein vóru toppskjúttar hjá Kyndil við fimm málum hvør. Gert Hansen var besti málskjútti hjá KÍF við seks málum. Púra opið Undan umfarinum, sum varð av ­ greitt um vikuskiftið, var langt um leingi møguleiki fyri, at tað skrædn­ aði eitt sindur millum liðini, sum kappast í toppinum og botninum samstundis. Tað hendi ikki. Tí hevur KÍF, sum í løtuni er á finaluplássinum, bara tvey stig til niðurflyting. Hvørt lið hevur nú møguleikan at vinna sær átta stig í skjáttuna afturat. Og tað er neyvan líkt til, at nakar fer at gera tað uttan Neistin. Komandi vikuskifti skal Kyndil takast við júst Neistan. Fyrimunurin hjá Kyndil við einum ósigri í tí dystinum er, at nærm astu kappingarneytarnir ikki fáa stigini. Men grøna høvuðs staðar­ felagið hevur neyvan ráð at tapa tann dystin. KÍF fær vitjan av StÍF, sum skal vinna, um teir ætla sær finalusess. Tjaldur fekk ikki eitt bein til jørðina, tá oddadystur í Sunset-kappingini varð spældur í Klaksvík sunnudagin Tjaldur fekk sum frammaná, tá dysturin byrjaði sunnudagin. Roknað varð annars við, at talan skuldi gerast um javna og intensa uppgerð, men eftir fyrsta korterið stóð 7­1 á máltalvuni, og so var tann spurningurin líka sum avgreiddur. Verjan hjá Stjørnuni stóð rætt frá fyrsta bríksli, og tá Kristian Griksaite í málinum eisini hevði ein fínan dag, var ikki stórvegis, sum Tjaldur fekk gjørt. Eftir hetta dalaði intensiteturin í dystinum nakað, men tað var ongan tíð so, at Tjaldur var í nær námind nøkrum, sum líktist einum spenn­ andi dysti. Við hesum er lítil ivi um, at Stjør­ nan hevur vissað sær oddasessin í deildini. Í fyrstu atløgu er lítið hugs­ andi, at oddaliðið missur nakað stig, tað sum eftir er av landskappingini. Og í øðrum lagi telja innanhýsis uppgerðirnar fram um málmunin, og tí skal Stjørnan missa í minsta lagi trý stig, um Tjaldur skal vinna sær rættin til heimadyst í eini møgu­ ligari triðju FM­finalu. Fakta um dystin Stjørnan­Tjaldur 28­22 (14­6) 10 min: 5­0 20 min: 8­2 40 min: 18­9 50 min: 23­15 Málskjúttar Stjørnan: Valentina Suciou 11(1), Simona Petersen 6(2), Durita Ljósstein 2, Joan Midjord 2, Bára S. Klakstein 2, Una Olsen 2, Durita Mikkelsen 1, Ella Petersen 1, Annika Ljósstein 1(1) Tjaldur: Adina Petrea 13(5), Mary­Ann Zachariassen 2, Alina Olaru Anghel 2, Annika Thomsen 1, Johanna í Króki 1, Heidi á Lakjuni 1 Brotskøst: Stjørnan 4, Tjaldur 5 Útvísingar: Stjørnan 6, Tjaldur 3 Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen FAKTA UM DYSTIN Stjørnan-Tjaldur 28-22 (14-6): Stjørnan eigur oddasessin jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Kyndil-KÍF 25-23 (11-9): Kyndilin mundi sløknað Kyndil – KÍF 25-23 (11-9) 10 min: 6­3 20 min: 10­7 40 min: 16­14 50 min:19­18 Málskjúttar Kyndil: Josef Abrahamsen 5(2), Høgni Klein 5, Bárður Johannesen 4, Tummas Pauli Hanusarson 4, Hans Áki Dal­Christiansen 3, Rani Ellingsgaard 2, Kristoffur Kristoffersen 1, Høgni Klein­Olsen 1 KÍF: Gert Hansen 6, Niklas Reginsson 4(1), Andrias Nielsen 3, Teitur Joensen 3(1), Ási Dam 3, Rógvi Weyhe 2, Tony Weyhe 1 Brotskøst: Kyndil 3, KÍF 3 Útvísingar: Kyndil 5 – KÍF 6 Dómarar: Eyðun FAKTA UM DYSTIN uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen KÍF hevur óteljandi ferð koppað uppgerðum í seinastu løtu, men sunnudagin eydnaðist tó Kyndli halda fast um leiðsluna til dystarenda Mynd: Álvur Haraldsen