Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Bogdan heldur fram hjá Tjaldri Bogdan Burcea verður eisini venjari hjá Tjaldri í 2010/11. Tað skrivar Tjaldur á heimasíðu sínari. Bogdan gjørdist venjari hjá Tjaldri næst seinasta kappingarár, og higar til hevur bara gingið heilt væl. Fyrsta árið gjørdist flutti felagið upp í Sunset-deildina, og í fjør vann felagið meistaraheitið. Í ár er setningurin at endurvinna gullið, og tað er eingin ivi um, at talan verður um finaludyst móti Stjørnuni. Í steypakappingini hevur ikki gingist heilt so væl, men tvey hálvfinalupláss og ein tapt finala er nú heldur ikki so heilt galið. Umframt at venja Sunset-liðið hjá Tjaldri, skal Bogdan eisini venja gentur 14, gentur 17 og U23-liðið hjá felagnum. Klaksvíkarkappingin útsett Nógvi kavin gjørdi tað vónleyst at avgreiða Klaks- víkarkappingina í fótbólti um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin annars var. Viðhaldsfólk hjá KÍ høvdu annars ætlað sær at rudda vøllin, so hesin kundi nýtast til fótbólt um vikuskiftið. Men at enda stóð greitt, at hugsingur ikki var um at spæla fótbólt, og so varð kappingin avlýst Enn er eingin nýggj dagfesting sett á, nær kappingin verður spæld. Talan var um flogbólt av besta slagi, tá SÍ og TB brustu saman í Sørvági í gjár. Og enn eina ferð megnaðu tvørakvinnur at vinna á oddaliðnum, ið kortini longu hevur tryggjað sær pláss í FM-finaluni Har vóru langar duellir og spælarar báðu megin netið tveittu seg í gólv- ið ferð eftir ferð. Lív var alla tíðina í toppdystinum í Sørvági í gjár, tá nummar eitt, SÍ, tók ímóti nummar tvey, TB. Og tí var heldur ikki ringt hjá teimum mongu áskoðarunum at liva við frá byrjan til enda. Sum altíð, vóru sørvingar væl mannaðir uttan fyri vøllin, men eisøini TB-fjeppararnir gjørdu vart við seg og gjørdu sítt til, at dysturin fekk tann góða karmin, hann hevði uppi borið. Inni á vøllinum vóru tað so eisini feilirnir, ið gjørdu tað stuttligt at hyggja. Júst, sum tú helt, at nú hevði annað liðið fingið fatur í langa end- anum, kom ein servufeilur ella eitt smasj útav, og so var alt púra opið aftur. Liðini vóru jøvn og hóskaðu hvørjum øðrum sera væl, so hetta var ein toppdystur, ið hevði alt, sum skuldi til! At tað so at enda gjørdist TB, sum vann, var kortini ikki óuppiborið, tí tvørakvinnur vóru tendraðar og fingu serliga í fjórða setti víst, at tær vóru nóg kaldar til at gera tingini rætt í avgerandi løtunum. Í dystinum hevði TB tríggjar ferðir so nógv servuess sum SÍ, og tað var óivað ein munur. Men bæði lið høvdu 15-20 servufeilir, so tað var kanska ikki sørt, at nervarnar hingu uttaná til tíðir. TB fyri aðru ferð Beinanvegin sást, at hetta var ein dystur, ið helst fór at vera púra opin allan vegin. SÍ var á odda so seint sum 21-20, men kortini stakk TB av við fyrsta settinum. Hinvegin svaraði SÍ væl aftur í øðrum setti, har sør- vágs kvinnur vóru á odda stórt sæð allan vegin, men ímóti endanum mundu mist alt, tá TB fór at nærkast. Mest spennandi og best spælda settið var nokk tað triðja, har tað allan vegin ígjøgnum bylgjaði aftur og fram. Her endaði næstan hvør einasti bóltur við duell, og bæði SÍ- og TB-kvinnurnar ofraðu seg fult út í bæði verju og álopi. Liðini skiftust um at blokka hitt liðið, og tí var neyðugt at brúka hugflogið í álops- spælinum, tá bóltarnir skuldu vinn- ast. Avgerðin í dystinum fall í fjórða setti, tá TB nokk so tíðliga fekk lagt sjógv millum seg og SÍ, tí síðsta javna støðan var 7-7. TB fór upp á 12-8 og økti spakuliga, so eitt skifti vóru seks bóltar á muni. SÍ royndi at koma afturíaftur ímóti endanum, men kom ongantíð nærri enn tvey stig, so tí fekk TB at enda tikið bæði settið og sigurin. Hetta er annar ósigurin hjá SÍ hetta kappingarárið, og tann fyri var eisini við TB hinu megin netið, so líkt er til, at TB er størsta hóttanin ímóti SÍ, nú FM-finalurnar nærkast. SÍ hev- ur longu tryggjað sær pláss í finaluni, so nú er upp til TB og Mjølnir at kapp ast um hin finalusessin – og hesi bæði møtast í Trongisvági sunnu dagin… SÍ-TB 1-3 (22-25, 25-22, 23-25, 21-25): Topp- dysturin hevði alt Eftir at hava spælt á hægsta stigi í Luxembourg, Svøríki og Danmark síðstu tvey árini, var Sólvá Dimon í gjár aftur at síggja á Eik-liguliðnum hjá TB, sum vann 3-1 á SÍ í Sørvági. Og hon var sera fegin um aftur at spæla við barndómsfelagnum: – Tað er fantastiskt at vera við TB aftur. Og at eg so longu í fyrsta dyst- inum var við til at spæla ímóti nummar eitt í kappingini, gav eisini eitt eyka »kick«, segði Sólvá eftir dystin, har hon væl og virðiliga fekk víst, at hon er styrkur hjá tvøra- kvinnum, nú avgerandi løtan í kapp- ingini nærkast. – Nú taptu vit fyri Fleyr fyri einari góðari viku síðani, so tað hevði nógv at siga fyri okkum, at vit vunnu henda dystin. Nú skulu vit vinna rest. Vit spurdu hana eisini, um tað var stórur munur á at koma úr bestu donsku flogbóltsdeildini til ein topp dyst í bestu føroysku deildini: – Ja, flogbólturin her er á eitt sindur lægri stigi enn í Danmark. Men tað ber til at hækka stigið, og eg haldi, eg hetta var ein dystur, har bæði lið gjørdu, at tað var á nokk so høgum stigi. Pulsurin var alla tíðina uppi og lív var í dystinum allan vegin, segði Sólvá Dimon. Hil Undan steypafinaluni fyri viku síðani var Karin Mikkelsen ivasom, eftir at hon hevði keikt fótin, men hon spældi kortini – sjálvt um tað merkti, at hon nóg illa slapp í ein skógv í fleiri dagar aftaná. Aftur undan dyst- inum í gjár var Karin ivasom, men hon kveistraði allan iva til viks og spældi øll fýra settini. – Eg var hjá fysioterpeuti fríggja- dagin, og hann segði, at eg kundi spæla, uttan at tað gjørdist verri, og so gjørdi eg tað. Men eg eri eisini nokk so treisk, segði Karin eftir dyst- in ímóti TB í gjár, sum gjørdist annað tapið hjá SÍ í vetur. Men hóast úrslitið ikki var til vildar, helt Karin, at SÍ og TB høvdu spælt ein góðan dyst, ið gav áskoðarunum gott undirhald: – Hetta var avgjørt ein tann besti dysturin, vit hava verið partur av í ár. Her vóru tvey væl uppløgd lið, sum spældu flottan flogbólt, men vit høvdu ov nógv kiks í móttøkum og servum, og tað var munurin á lið- unum í dag, segði Karin. – Hinvegin ger okkum ikki mun, at vit tapa henda dystin, sjálvt um tað sjálvandi altíð ger okkum best at vinna. Vit eru nú so gott sum vísar í at koma í FM-finalurnar, sum vit í øll- um førum ætla okkum at vinna. Hil Sólvá aftur við TB Karin spældi aftur Toppdysturin í Sør vági í gjár millum SÍ og TB hevði alt tað, ein slíkur dystur skal hava Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen