mánadagur 1. mars 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41
Bogi og Rói vunnu
Leygardagin var árliga FM kappingin fyri pør í bridge leikt í Bridgehús inum
í Havn. Byrjað varð klokkan 10 um morgunin, og spælt varð líka til kl. 21.30
um kvøldið. Tey 20 pøruni, ið luttóku í finaluni, fingu eina góða, strævna og
sera spennandi kapping. Tá ið tvey umfør vóru eftir lógu trý pør nærum
jøvn. Tey vóru Bogi Simonsen - Rói á Rógvu Joensen, Eyðun Antoniussen -
Dia Jacobsen og Símin Lassaberg - Árni Dam. Men tá ið avtornaði gjørdust
tað teir báðir, Bogi Simonsen og Rói á Rógvu Joensen, ið vunnu
kappingina. Símin Lassaberg og Árni Dam gjørdust nummar tvey, meðan
Eyðun Antoniussen og Dia Jacobsen, ið annars førdi nærum alla
kappingina, gjørdust nummar trý.
Terry svarar Bellamy aftur
Ein av teimum, sum hevur sagt sína hugsan um gølurnar kring
John Terry, er Craig Bellamy, sum um vikuskiftið stóð fyri
tveimum av málunum í sigrinum hjá Manchester City móti
Chelsea. Og tað vil John Terry ikki hava sitandi á sær. Uttan at
fara í smálutir, staðfestir Terry turrisliga, at fólk, sum búgva í
glashúsum, ikki skulu kasta við steinum, og sipar hann uttan
iva til mongu gølurnar, sum eisini hava verið kring Craig
Bellamy, ið aloftast hevur leverað undirhald bæði á og
uttanfyri vøllin.
Klaksvíkingar reistust
aftur eftir taptu steypa
finaluna, tá teir í gjár
vunnu á Fleyr í Havn, og tí
eigur Mjølnir framvegis
oddasessin í Eikliguni hjá
monnum. SÍ, sum er hitt
liðið í FMfinaluni, spældi
ikki, tí dysturin ímóti ÍF
varð útsettur
Hvørki Fleyr ella Mjølnir høvdu allar
spælararnar til taks, tá liðini møttust
í Gundadalshøllini í Havn seinna-
partin í gjár. Fleyr mátti vera bæði
Høgna Viderø og fyri ein part eisini
Sune Juul Pedersen fyriuttan, og hjá
Mjølnir vóru hvørki Jón Nielsen ella
Jóannes Poulsen við.
Missurin mundi kennast meinari
hjá Fleyr, tí Høgni og Sune teljast
millum álitini, og tað sást eisini aftur
á spælinum, at Mjølnir tóktist minni
órógvað enn Fleyr. Kortini megnaði
Fleyr at svara aftur í einum av sett-
unum í dystinum, sum nokk á
pappír inum sær javnari út, enn hann
var á gólvinum.
Onkursvegna tóktist tað, sum
Mjølnir ikki legði alla sína orku í
dyst in, men kortini megnaði at
vinna hann, samstundis sum Fleyr
hevði ilt við at fáa glið á sítt spæl.
Eitt nú vann Fleyr so gott sum einki
í sínum egnu servum, meðan teir,
sum servaðu hjá Mjølnir, gjarna
sluppu at serva nakrar ferðir, áðrenn
Fleyr aftur vann bóltin.
Í øðrum setti gjørdist tað tó javnt
og spennandi, og tá hevði Fleyr
eisini sína bestu løtu og vann. Men
hini settini vann Mjølnir rímiliga
trygt, og hóast Sune Juul Pedersen,
ið nokk var hálvskaddur, kom inn
tey bæði síðstu settini, var tað ikki
nóg mikið til at flyta úrslitið av
dystinum.
Úrslitið merkir, at Mjølnir nú er trý
stig framman fyri SÍ, ið tó eigur ein
dyst á. Ætlanin var, at SÍ leygardagin
skuldi spæla ímóti ÍF, men tann
dysturin bleiv útsettur, tí ÍF hevði
nógvar spælarar við í FM-kappingini
hjá teimum ungu, sum eisini var
leygardagin. Ikki er greitt, nær tann
dysturin verður spældur.
ÍF-Fleyr 0-3 (17-25, 23-25, 11-25):
Fleyr á bronsukós
Fyri ikki so langt síðani sá kappingarárið út til at vera farið fullkomuliga til spillis hjá Fleyr,
men nú endaspurturin er í gongd, hava havnarkvinnurnar brádliga møguleika fyri
heiðursmerkjum. Gongst alt eftir vild hjá Fleyr, kann tað verða bronsufinalu, tá liðið møtir
Mjølnir í seinasta umfarinum.
Í gjár var Fleyr á Kambsdali, har tað eisini gjørdist tann væntaði 3-0 sigurin. Í øðrum setti var
tó um reppið, at ÍF fór avstað við øllum, tá Fleyr valdi at royna eina øðrvísi uppstilling, men í
triðja setti var aftur eingin ivi og Fleyr vann dystin greitt.
Yvirhøvur hevði Fleyr í dystinum gott uppspæl og fekk lagt trýst á ÍF, sum hinvegin spældi
væl í øðrum setti og gjøgnumgangandi tykist spæla alsamt betur. Men Fleyr hevði munin
og hevur enn møguleika at taka heiðursmerki, meðan ÍF verður hangandi á næstaftasta
plássi.
hil
Mjølnir-KÍF 3-0 (25-5, 25-17, 25-16):
Avgreiðsluspurningur
Tað var eingin slingur í valsinum hjá Mjølnir, tá liðið tók ímóti KÍF í Bad mintonhøllini í Klaksvík
í gjár. Dysturin endaði 3-0, og sostatt eru klaks víkskvinnur framvegis við í hørðu kappingini í
endaspurtinum, har tað ræður um at sleppa fram um TB, skal tað eydnast at koma í FM-final-
una.
Í fyrsta setti ímóti KÍF, tá Mjølnir hevði føstu stammuna inni, var talan um rættiligan
avsmurning, tí 20 stig vóru á muni, tá settið var av. Tí var tað kanska ikki so løgið, at Mjølnir
hevði hug at eksperimentera eitt sindur í restini av dystinum, umframt at fleiri sluppu at
spæla, sum ikki hava verið so nógv inni í vetur.
Til dømis var Mjølnir á odda 21-7 í triðja setti, tá fleiri minni royndir spælarar komu inn,
men hóast KÍF vann nógvar bóltar næstu løtuna, áðrenn tær yngru hjá heimaliðnum funnu
stevið, var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin fór.
hil
FleyrMjølnir 13 (1825, 2725, 2125, 2125):
Mjølnir hevur munin
Uttan at gera ov nógv burturúr,
megnaðu menninir hjá Mjølnir í
gjár at vinna á Fleyr
Mynd: Álvur Haraldsen
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen