Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 1. mars 2010 – Nr. 41 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27 Nýggj nevnd í Kyndli Anna Rein er nýggjur formaður í nýggju nevndini, har Uni Arge er nýggjur næstformaður. Kyndil hevði aðalfund seinasta mikukvøld, og her varð nýggj 5-mannanevnd vald at stjórna felagnum. Nýggja nevndin hevur skipað seg, og har sita Anna Rein, forkvinna, Uni Arge, næstformaður, Tórður Patursson, kassameistari, Ussa Hansen, nevndarlimur, og Marjun Jensen, nevndarlimur. Kyndil vann herfyri fimm steypakappingar við ungdómsliðum, og í tíðindaskrivi verður sagt, at felagið miðar eftir at menna ungdómsdeildina uppaftur meira. 1. kvinnulið hjá Kyndli hevur spælt seg uppaftur í Sunset-deildina, og 1. manslið kappast um at røkka finaluplássi í Atlantic Airways-kappingini. Óhugnaligt beinbrot 19 ára gamli Aaron Ramsey hjá Arsenal var miðdepil í eini óhugnaligari hending, tá Arsenal um vikuskiftið spældi móti Stoke. Nýklækti landssliðsspælarin hjá Stoke, Ryan Shawcross, sendi Ramsey í svørðin við eini fyrilitarleysari tackling, og úrslitið var dupult beinbrot. Roknað verður við, at Ramsey noyðist at vera burtur frá fótbóltinum næsta hálva árið ella so. Sosialurin var á Anfield, tá Fernando Torres gjørdi »come back« fyri Liverpool móti Blackburn. Í London var tað sum í eini sjónvarpsrøð, tá Wayne Bridge og John Terry enduliga hittust eftir »Terrygate« - Sjálvur dysturin, Liverpool – Black- burn, ljóðar ikki so spennandi. Liver- pool stríðist fyri at sleppa úr einum aldurdali, og hevur ilt við skapa nak- að flótandi álopsspæl. Blackburn hava klárað seg illa á útivølli og spæla fyri tað mesta við longum bólt um framm eftir vøllinum. Heldur vóru tað dystirnir í dystinum, sum gjørdu sunnudagin á Anfield meiri áhugaverdan. Seinast Blackburn var á vitjan á Anfield, blivu venjarnir óklárir. Venj- arin hjá Blackburn, Sam Allardyce, tulkaði eitt hondtekin hjá Liverpool venjarinum, sum um hesin háðaði og provokeraði seg. Venjarin hjá Liver pool, Rafael Benitez, forkláraði eftir tann dystin, at tað als ikki var støðan. Teir vóru ikki komnir til nakra semju undan dystinum sunnu dagin, og eftir dystin er ilt bara blivið til verri. Diouf a disgrace Sum væntað, so vóru nógvir nær- dystir, og fleiri ferðir gjørdist menn so heitir, at dómarin noydist at blanda seg uppí. Ikki nokk við tí, so høvdu Liverpool leikararnir og fyrrverandi Liverpool leikararin, El-Hadji Diouf okkurt at prógva yvir fyri hvørjum øðrum. Diouf spældi seg ongantíð inn í hjørtini hjá Liver- pool viðhaldsfólkinum. Tað var tá - verandi Liverpool venjarin, Gerard Houllier, ið eftir HM 2002 keypti Diouf. Hann er saman við Michael Owen millum teir heilt fáu fyrr ver- andi Liverpool leikararnir, ið fáa ringa móttøku á Anfield. Serliga liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, og Diouf vóru fleiri ferðir í hornatøkum. Tá fara var til hálvleiks mátti dómarin skilja teir frá hvørjum øðrum. Tá dysturin var liðugur, hildu Liverpool viðhalds- fólkini og Diouf fram at øsa hvønn annan. Diouf fór sum tann einasti Blackburn leikararin yvir til Black- burn áskoðararnar og tveitti troyggj- una út til teir. Sum ein av teimum seinastu av vøllinum, fingu Liverpool viðhaldsfólkini ein gyltan møguleika at siga sína meining við hann. Diouf svaraði aftur við at flenna, og at gera ymisk tekin við hondinum. Meðan Diouf var á veg av vøllin- um, letur í ágrýtna viðhalds mann- inum á setrinum aftanfyri: “It’s a disgrace that Diouf has played in a Liverpool shirt” og ýlir síðani eftir honum: “You f…ing disgrace!!” Fernando Torres, ið var við frá byrjan fyri fyrstu ferð í næstan tveir mánar, vísti í løtum, hví Liverpool hevur saknað hann so nógv. Steven Gerrard legði Liverpool á odda, meðan Keith Andrews javnaði uppá brotsspark. Stutt eftir skoraði Torres avgerandi málið. Eftir dystin helt innanhýsis dyst- urin millum Rafa og Big Sam fram. Benitez var ónøgdur við eina støðu í dystinum, ið hann helt var klárt reytt kort til Blackburn, og fýltist at harð- liga spæliháttin hjá gestinum. Big Sam vildi hinvegin vera við, at við- haldsfólkini hjá Liverpool eru ein orsøk til, at vitjandi liðini á Anfield fáa dómaran í móti sær. Tað hoyrdist á tónanum hjá báðum, at teir báðir høvdu hug at leggja eftir hvørjum øðrum. Hóast talan er um vaksnar menn í týdning- armiklum størvum, so tykist hetta vera støðið aftaná hvønn dyst í Premier League. Men tað er gott undir hald fyri hyggjan. Terry-gate Tað var eisini undirhald fyri allar pengarnir, tá Chelsea og John Terry leygardagin tóku ímóti Manchester City og Wayne Bridge. Størsti spenn- ingurin undan dystinum var, um Wayne Bridge fór at taka í hondina á fyrrverandi vinmanninum John Terry, tá leikararnir heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystin. Tað var sum í eini kærleiks sjón- varpsrøð, tá Bridge gekk framvið Terry og hugdi óður uppá hann. Terry hevði bestan hugin at hyggja niður í vøllin, meðan Bridge ikki vildi taka í hondina á honum. Eisini Craig Bellamy var týðuliga ónøgdur við Terry. Fleiri ferð í dystium, rópti Bellamy eftir honum, og eftir dystin segði Bellamy um Terry: »Einki yvi- rraskar meg við hasum manninum. Øll í fótbóltsheiminum vit hvussu hann uppførir seg uttanfyri vøllin, men á vøllinum er hann ein fan- tastiskur liðskipari.« Manchester City vann dystin 4-2, eftir at Chelsea í fyrra hálvleiki hevði lagt seg á odda. Bellamy og Tevez skoraðu hvørsíni tvey fyri City, meðan Frank Lampard skoraði bæði hjá Chelsea. Heimaliðið fekk tveir mans útvistar í seinna hálvleiki. Wayne Bridge boðaði frá í einum tíðindaskrivi undan dystinum frá, at hann ikki er sinnaður at spæla á enska landsliðnum fyribils orsaka av “Terrygate”. Úrslitið á Stamford Bridge ger, at Manchester City nú er favorittur at fáa fjórða plássið, með- an Chelsea bara er eitt stig framman fyri Manchester United í oddinum. argetrondur@ofir.dk Tróndur Arge Tað reina Dollars Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Chelsea 28 19 - 4 - 5 65 26 39 61 2 Man Utd. 28 19 - 3 - 6 66 24 42 60 3 Arsenal 28 18 - 4 - 6 66 31 35 58 4 Tottenham 28 14 - 7 - 7 50 27 23 49 5 Man City 27 13 - 10 - 4 52 35 17 49 6 Liverpool 28 14 - 6 - 8 45 28 17 48 7 Aston Villa 26 12 - 9 - 5 37 21 16 45 8 Birmingham 27 11 - 7 - 9 26 28 -2 40 9 Fulham 28 10 - 8 - 10 32 29 3 38 10 Everton 27 10 - 8 - 9 39 39 0 38 11 Stoke 27 8 - 10 - 9 27 32 -5 34 12 Blackburn 28 9 - 7 - 12 30 45 -15 34 13 West Ham 27 6 - 9 - 12 35 43 -8 27 14 Sunderland 27 6 - 9 - 12 32 44 -12 27 15 Bolton 27 6 - 8 - 13 30 49 -19 26 16 Wigan 27 6 - 7 - 14 26 53 -27 25 17 Wolves 27 6 - 6 - 15 21 45 -24 24 18 Hull 27 5 - 9 - 13 25 54 -29 24 19 Burnley 27 6 - 5 - 16 28 57 -29 23 20 Portsmouth 27 5 - 4 - 18 23 45 -22 19 Leygardagin Chelsea-Manchester City 2-4 Birmingham-Wigan 1-0 Bolton-Wolverhampton 1-0 Burnley-Portsmouth 1-2 Stoke-Arsenal 1-3 Sunnudagin Tottenham-Everton 2-1 Liverpool-Blackburn 2-1 Sunderland-Fulham 0-0 Úrslit, Premier League Sjónvarpshyggjarar kring alt Europa høvdu bíðað eftir løtuni, og Wayne Bridge spældi leiklutin í besta Dollars-stíli, tá hann noktaði at taka í hondina á John Terry Mynd: Polfoto/AP