Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 1. mars 2010 29 Eyðun Klakstein, redaktørur á Hvonn Live, greiðir frá, at ætlanin var at fáa Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen við, og tá hon játtaði, so bar brádliga eisini til at fáa danska forsetisráð­ harran við. – Vit vóru alla tíð bangin fyri, at okkurt fór at koma í vegin, sigur Eyðun Klakstein Hvonn Live Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakrantíð gjørdi ein danskur forsetisráð­ harri ein túr til Føroyar fyri at vitja ein føroyskan fjølmiðil, tá Lars Løkke Rasmussen, saman við konu síni, føroysku Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen vitjaði sendingina Hvonn Live hjá Rás2. Eyðun Klakstein, redak­ tørur á sendingini, staðfestir, at hetta var ein forkunnug vitjan og at tað var Sórun Jákupsdóttir Rasmussen, sum var orsøkin til, at tey bæði vitjaðu í Føroyum. – Vit spurdu seint í fjør Sólrun, um hon vildi vera við í sendingini. Tað vildi hon fegin, og so eydnaðist tað eisini at fáa Lars Løkke Rasmussen við, greiðir Eyðun Klakstein frá. Hann leggur afturat, at áhugin kom av, at Sólrun Rasmussen er føroysk. Nógv kundi kiksa Men Eyðun Klakstein við­ urkennir eisini, at hann var bangin fyri, at tað kanska ikki fór at eydnast at fáa hjúnini við í sendingina. – Vit vóru alla tíð bangin fyri, at okkurt fór at koma í vegin. Serliga av rokaduni av ministarunum og túrurin, sum tey gjørdu til Tenerife í vetrarfrítíðini, har tey blivu nógv skeldað eisini, sigur Eyðun Klakstein Vildu svara øllum Tað er nógv sum skal koma upp á pláss, tá ein forsetis­ ráðharri skal við í eina tílíka sending, men Eyðun Klakstein staðfestir, at hjún­ ini ikki løgdu nakra forðing á, hvat tey vildu svara uppá. Og spurningarnir, sum vórðu settir vóru eitt bland av gaman og álvara. – Tað er eitt talkshow, sum tey eru komin við til og tí verður tað ikki eitt øgiliga krittiskt, politiskt interview, sigur Eyðun Klakstein. Hann sigur somuleiðis, at tey vildu hava nakrar kritt­ iskar spurningar við eisini, og hesum svaraði Lars Løkke Rasmussen eisini stuttligt uppá. – Vit royndu at vekta tað soleiðis, at tað ikki bleiv tað reina fjas. Tað roynir mann við tí erfaringini mann hevur. Ikki tey seinastu Hvonn Live hevur havt fleiri kendar útlendskar gestir, og Eyðun Klakstein staðfestir, at hjúnini Ras­ mussen ikki verða seinastu útlendsku gestirnir. – Beinanvegin í konseptin­ um gjørdu vit av, at tað skuldi vera okkurt serligt, og tað er ikki vanligt, at føroyskar útvarpssendingar fáa kendar útlendingar heim. Tann leist­ in fara vit at halda fast við, og vit hava onkrar hálvar avtalur til komandi sendingar, sigur Eyðun Klakstein. Vit ætlaðu bara at fáa Sólrun Eyðun Klakstein, redaktørur á Hvonn Live, staðfestir, at Lars Løkke Rasmussen ikki verður seinasti útlendingurin í sendingini Um ríkisfelagsskapin sigur Lars Løkke Rasmussen, at hann sjálvandi ynskir at halda fast um ríkis­ felagsskapin. ­ Tað hevur svigermamman ikki fingið talað meg frá enn, segði Lars Løkke Rasmussen við Rás2 leygarkvøldið Hvonn Live Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Fyri Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, hevur før­ oyska sambandið nógvar ymiskar dimensiónir. ­ Sólrun kemur úr einari sjálvsstýrissinnaðari fam­ ilju, og abbi hennara, Sigurd Joensen, tosaði ikki við meg tey fyrstu nógvu árini. Men so líðandi funnu vit útav tí, sigur Lars Løkke Rasmussen við Rás2 leygar­ kvøldið. ­ Tað er ein familja, sum fer væl um tey gomlu før­ oysku virðini, sigur Lars Løkke Rasmussen, forsætis­ ráðharri, við Rás2 leygar­ kvøldið. Hittust á kollegiu Flestu vita vit, at Lars Løkke Rasmussen hevur føroyska konu. Men hvussu hittust tey? ­ Vit møttust á einum kollegiu í Keypmannahavn. Hon búði viðsíðunaav hjá einum, sum æt Kaj. Eg var so har úti einaferð eitt kvøldið, og har møttust vit. Og so gekk eg út har í umleið eitt ár, og bankaði uppá av og á. Og so at enda, so læt hon upp. Og so fór eg inn, og eg kom ongantíð útaftur, sigur Lars Løkke Rasmussen. Sólrun stuðlar uppundir søguna, men heldur tó ikki, at tað mundi ganga eitt heilt ár, áðrenn hon lat upp. ­ Men hann bankaði nakr­ ar ferðirnar, sigur Sólrun. ­ Føroyskar kvinnur eru ótrúligar flottar. Tað er mín kona eisini. Og tær eru eis­ ini ótrúliga tolnar, greiðir Lars Løkke Rasmussen frá. Tungur arvur at lyfta Sjálvur heldur Lars Løkke Rasmussen, at tað hevur verið gott at verið forsætis­ ráðharri teir seinastu níggju mánaðirnar. Men tað hevur verið ein tungur arvur at lyfta eftir Anders Fogh Ras­ mussen. ­ Men nú var tað soleiðis, at undangongumaðurin time­ aði tað væl við at fara frá, við at tá hann fór frá, kom ein fíggjarkreppa. Men tað hevur verið gott, haldi eg, sigur Lars Løkke Rasmus­ sen, forsætisráðharri. ­ Hetta hevur verið ein strævin og men eisini spenn­ andi tíð, serliga nú seinastu vikuna, nú vit hava fingið eina meira ella minni nýggja stjórn og hava lagt fram visjónina Danmark 2020, heldur Lars Løkke Rasmussen. Um ríkisfelagsskapin segði Lars Løkke Rasmus­ sen, at hann sjálvandi ynskir at halda fast um ríkisfelags­ skapin. ­ Tað hevur svigermamm­ an ikki fingið talað meg frá enn, staðfestir forsætisráð­ harrin. Sjálvur sigur hann, at hann sjálvandi ikki vil stilla seg fyri dyrnar hjá føroyingum, um teir ynskja at loysa. ­ Men tað eigur at koma frá føroyingum sjálvum, sigur hann. Føroyar skulu sjálvar vilja loysing Lars Løkke Rasmussen, forsetisráðharri og maður Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen, sigur, at føroyskar kvinnur eru flottar og tolnar