mánadagur 1. mars 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30 tíðindi
Nr. 41 - 1. mars 2010
Seinasta fríggjadag
var seinasti avgreiðslu
dagur hjá Havnar
Sjúkrakassa. Kl. 13
lat hann aftur eftir
at hava virkað síðan
1886
Óli Jacobsen
Vit vóru inni á gólvinum
hendan seinasta dagin hjá
sjúkrakassanum og fingu
eitt prát við nøkur av starvs
fólkunum. Tað var sjálvsagt
við sorgblídni, at lykilin
varð snaraður um seinasta
ferð.
Ikki bert var hetta ein
drúgvur partur av føroysku
samfelagssøguna, sum fór í
søguna. Men hjá starvs
fólkunum hevur hetta eisini
verið ein stórur partur av
teirra lívi. Tey hava arbeitt í
sjúkrakassanum 2025 ár.
Hann hevur tískil verið eitt
gott arbeiðspláss, sum tey
nú eru uppsøgd úr.
Tað er eingin ivi um, at
sjúkrakassarnir hava havt
ein ovustóran týdning fyri
fólkið í Føroyum, og fara
vit at nýta høvið at greiða
eitt sindur frá teirra søgu.
»Tey frísku skulu
rinda fyri tey sjúku«
Teir fyrstu sjúkrakassarnir
tóku seg upp í Danmark
aftaná 1850, og teir vóru
grundaðir á, at “tey frísku
skuldu
rinda
fyri
tey
sjúku.”
Fyrstu ferð spurningurin
um sjúkrakassar kemur upp
í Føroyum er á fundi í
Thorshavns
Totalafholds
forening í 1885, men tá
skuldi sjúkrakassi bert vera
fyri egnar limir. Meira
hendi ikki tá.
Í 1886 verður spurningurin
um sjúkrakassa tikin upp á
fundi í Thorshavns Arbejd
erforening. Hugskotið fær
stóra undirtøku, og samtykt
verður at innkalla til almenn
an fund um málið.
Fyrstu ferð sjúkrakassin
alment verður nevndur er í
Dimmalætting nr. 49 fyri 4.
desember 1886, har tað er
soljóðandi lýsing:
Thorshavns Arbejderfor
ening var ikki nakað fak
felag sum so, men heldur
eitt áhugafelag, sum skuldi
skuldi taka sær av sosialum
viðurskiftum hjá arbeiðar
um.
Tað vóru heldur ikki
arbeiðarar, sum stjórnaðu
felagnum. Formaður var
apotekarin
Olaf
Finsen,
sum eftir at hava virkað
sum apotekari í Keypmanna
havn hevði sæð, hvønn
týdning
sjúkrakassarnir
høvdu fyri tey, sum vóru
ringast fyri í samfelagnum.
Á hesum fundi varð
samtykt at seta sjúkrakassa
á stovn saman við Thors
havns Totalafholdsforening.
Endaliga samtyktin er gjørd
á fundi 19. desember 1886,
sum verður roknaður sum
stovningardagur hjá sjúkra
kassanum.
Tað verður sett ein 8
mannanevnd at koma við
uppskoti um viðtøkur fyri
kassan. Í hesi fyrireiking
arnevnd komu:
Nevndarlimir í Thors
havns
Arbejderforening:
Olaf Finsen, apotekari, H.C.
Olsen, keypmaður og P.C.
Johannesen, arbeiðstakari.
Nevndarlimir
í
Thor
shavns
Totalafholdsfor
ening: C.C. Danielsen, spar
kassastjóri, Djóni Isaksen,
málari, Eliesar Andreassen,
fiskimaður, H.N. Jacobsen,
bókahandlari
og
Ole
Mortensen, timburmaður.
Hesir fingu afturat sær:
Eliesar Jacobsen, fulltrúa,
Jacob Lützen, keypmann og
Rasmus Effersøe, blaðstjóra.
Hetta hava alt verið
menn, sum hava verið so
mikið væl fyri, at teir kundu
klára seg uttan sjúkrakassa.
Men tað var teirra sosiala
medvit, sum hevur fingið
teir at vera við í hesum
arbeiði.
Fyrireikingarnevndin
hevur eisini gjørt skjótt av,
tí longu tann 2. januar 1887
varð uppskotið til viðtøkur
lagt fram. Á hesum fundi
verður eisini samtykt, at
fyri at sjúkrakassin kundi
koma at virka, skuldu vera
50 limir. Tað gingu bert fáir
dagar, tá vóru 54 limir
teknaðir.
Tann
16.
januar
var
stovnandi
aðalfundur
í
almúguskúlanum
úti
á
Reyni. Møttir vóru 26 limir.
Endurskoðað uppskot til
viðtøkur
varð
samtykt.
Síðan varð vald nevnd og
grannskoðarar.
Í nevndina komu Djóni
Isaksen,
i
Geil,
R.C.
Effersøe, H.C. Olsen, Jacob
Lützen og Ole Mortensen.
Grannskoðarar
vóru:
A.W. Restorff, keypmaður,
og lærarin C.L. Johannesen.
Aftaná skipaði nevndin seg
við Djóna Isaksen sum
formanni og Rasmus Effer
søe sum kassameistara.
Virkaði sum
dagpengaskipan
Í viðtøkunum varð ásett,
hvussu sjúkrakassin skuldi
Havnar sjúkrakassi
fekk 123 ár
Arbejderforeningen.
Ekstraordinær General
forsamling afholdes
Søndag den 12te
December Kl. 5.
Forhandlingsgenstand:
Oprettelse af
Sygekasse
Tær hava júst latið aftur seinastu ferð í 133 ára virkseminum hjá Havnar Sjúkrakassa. F.v. Anna Højgaard, Una Johansen og Conny Mikkelsen. Umframt hesar
tríggjar arbeiddu Herman Dam, leiðari, og Flemming Poulsen á skrivstovuni
Ísland stendur sterkari
Avgerðin hjá íslendska Altinginum at hava fólkaatkvøðu um Icesavemálið hevur styrkt
støðu Íslands í samráðingunum við bretar og niðurlendingar um eina nýggja vatalu um
Icesaveskuldina. Tað heldur í hvussu er formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum, Bjarni
Benediktsson. Hann vísir á, at sambært meiningakanningum hevur fólkið ikki somu
hugsan sum stjórnin í Icesavemálinum, og tað hevur styrkt samráðingarstøðu Íslands,
sigur hann. Hann vil ikki siga, um fólkaatkvøðan skal haldast, sjálvt um tað skuldi
eydnast at fáa eina avtalu við bretar og íslendingar innan leygardagin.