mánadagur 1. mars 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
tíðindi
Nr. 41 - 1. mars 2010
virka. Treytin fyri at koma
inn í kassan var, at limurin
var undir 50 ár og hevði
eina góða heilsustøðu.
Tað bar eisini til at koma
inn sum stuðulslimur, sum
ikki skuldi “nyde godt af
Sygekassen.” Hetta mundi
vera ætlað teimum væl
stillaðu, sum vildu stuðla
tiltakinum.
Mánaðarliga limagjaldið
var 30 oyru. Sjúkrakassin
hevur eisini verið eitt slag
av dagpengaskipan, sum
rindaði
endurgjald
fyri
mista inntøku undir sjúku
og helvtina av læknahjálp
og heilivági.
Í 1905 gjørdi sjúkrakassin
fyrstu ferð sáttmála við ein
lækna, nevniliga Hilmar J.
Fridericia.
Hann
skuldi
hava samsýning samb. tí
lógaruppskoti sum var um
gjald fyri føroyskar sjúk
lingar. At taka eina tonn
kostaði 1 kr, og gjaldið fyri
at hjálpa til við føðing var
10 kr.
Inntil 1906 var einki
goldið í ómaksløn fyri
sjúkrakassaarbeiðið,
men
nú skuldi kassameistarin
hava 10% av teirri upphædd,
sum læknin fekk.
Sjúkrakassin gjørdi nógv
ar royndir at fáa hann stats
góðkendan. Hetta eydnaðist
í 1911 við tí statsstuðli sum
hetta merkti. Tá kom eisini
rættulig kapping um medi
sinsølu millum apotekar
arnar Olaf Finsen og Johs.
Djurhuus. Teir yvirbjóðaðu
hvønn annan við sømdum
til sjúkrakassan, men tað
endaði við, at Johs. vann,
og
at
Finsen
fór
av
landinum.
Meginfelag stovnað
Í 1912 var Havnar Sjúkra
kassi saman við øðrum
sjúkrakøssum við til at
stovna
Meginfelagið
av
sjúkrakøssum. Hóast tað
bert vóru sjúkrakassar í
fýra bygdum, var brúk fyri
einum samskipandi megin
felagi, eisini fyri eggja til at
fleiri sjúkrakassar vórðu
stovnaðir. Longu í 1914
vóru 17 sjúkrakassar, í
1920 vóru 31, og í 1930
gjørdist
sjúkrakassin
í
Hesti/Koltri tann seinasti
av
38
sjúkrakøssum
í
meginfelagnum.
Limatalið var eisini hesa
tíðina nógv uppgangandi
hjá sjúkrakøssunum. Lima
talið í Havn var 295 í 1913
og í 1936 var tað farið upp
um 2.000. Fyri alt landið
var hækkingin frá 633 til
13.721 í sama tíðarskeið.
Kempan Peter
Jensen aftur á odda
Ein týðandi persónur eisini
í
meginfelagnum
var
kempan Peter Jensen, sum
kom til Føroyar at agitera
móti brennivínssølu í 1907.
Hann verður annars mest
settur í samband við mjólka
forsýningina og losjurørsl
una. Men hann var eisini
ein
av
oddamonnunum
innan sjúkrakassarørsluna.
Hann var við til at stovna
ein
fráhaldssjúkrakassa,
sum meira verður greitt frá
í komandi parti í røðini
Hendur ið Sleptu. Tá ið
fráhaldssjúkrakassin
varð
lagdur saman við Havnar
Sjúkrakassa gjørdist Peter
Jensen
formaður
fyri
samanlagda sjúkrakassan.
Hann gjørdist eisini fyrsti
formaður í Meginfelagið av
sjúkrakøssum
og
fær
høvuðsheiðurin
fyri,
at
sjúkrakassaskipanin kom at
virka so væl, sum hon
gjørdi. Peter Jensen var
eisini stovnari og nevndar
limur í Føroya Felag móti
Tuberklasjúku, sum fekk
bygt eitt heilt sjúkrahús!
Aðrir kendir sjúkrakassa
menn í Havn hava verið
Jógvan
Rasmussen
og
Harry S. Johansen.
Megnaði at lækka
umsitingarkostnaðin
pr. lim
Tað er sjálvsagt nógv meira,
sum kundi verið sagt um
sjúkrakassarnar og Havnar
Sjúkrakassa. Teir hava øll
hesi
árini
havt
stóran
týdning fyri sosialu trygdini
í Føroyum. Framtíðin hjá
sjúkrakøssununum
hevur
ofta verið uppi og vent.
Innanhýsis hevur spurn
ingurin verið reistur, um
sjúkrakassarnir í størri mun
skuldu vera fólksins umboð
í heilsupolitikki. Nógvir
landsstýrismenn í almanna
málum hava havt sum
setning at avtaka sjúkra
kassarnar, og nú er tað so
eydnast.
Vónandi verður hetta tann
bati, sum boðað er frá. Men
tað er í hvussu er vist, at
hetta merkir meira “topp
stýring”, meðan tað framm
anundan vóru vald umboð,
sum stýrdu sjúkrakassarnar.
Havnar Sjúkrakassi hevði
eitt
umfatandi
virksemi
virksemi, nú hann varð
afturlatin.
Í
2008
var
umsetningurin um 50 mill.
kr. Størsta útreiðslan var til
heilivág, 21 mill. 12 mill.
krónur fóru til vanliga
læknahjálp. Tað hava verið
um 12 ymsar stuðuls
skipanir. Umsitingin kost
aði 2,6 mill ella umleið 5%
av
umsetninginum. Tað
verður
neyvan
gjørt
bíligari.
Umsitingarútreiðslan fyri
hvønn njótandi lim er enntá
3% minni í 2008 enn í
2003, meðan stórt sæð allar
aðrar útreiðslur eru hækk
aðar, summir munandi.
Tað er spell, at tað skuldi
laga seg so, at øll henda
servitan hjá sjúkrakassanum
ikki skuldi koma eini kom
andi Heilsutrygd til góðar.
Men hann umboðaði so
eina týdningarmikla tæn
astu fyri vanliga fólkinum í
øll hesi árini. Tað skal so
ikki verða gloymt.
Dýrur pakki
Tað var dýrt hjá Grønlandsbankanum at vera við í Bankapakka I hjá donsku stjórnini. Í
roknskapinum fyri 2009 sæst, at í fjør kostaði bankapakkin Grønlandsbankanum 22
milliónir krónur. Stjórin í Grønlandsbankanum, Martin Kviesgaard, ásannar í ársfrá
greiðingini, at tað var dýrt at vera við í Bankapakka I, men at tað kortini er gott fyri
bankan, at hann er við har. Bankapakki I bleiv skipaður á heysti í 2008 og fer úr gildi
tann 30. september í ár. Martin Kviesgaard sigur við Sermitsiaq, at bankin skal eisini
rinda eitt tvítals milliónatal fyri Bankapakka I í ár.
Ein kelda til hesa grein er 75 ára minningarritið hjá Havnar
Sjúkrakassa. Janus Kamban teknaði kápumyndina