mánadagur 1. mars 2010síða 32
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32 tíðindi
Nr. 41 - 1. mars 2010
- Tað eru tey, sum
halda seg vera klókari
enn vísundin, men
upp á longri sikt er
tað vísundin, sum
hevur vitanina. Okk-
ara politikarar eiga
at verða stoltir sum
pávar av Havstovuni
og tí arbeiði, sum
hon ger, segði rektari
á Fróðskaparsetri
Føroya, Jóan Pauli
Joensen, tá móttøka
fríggjadagin var fyri
Hjalta í Jákupsstovu
og Eilifi Gaard
Móttøka
Orð & myndir:
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin fríggjadagin
var almenn móttøka á Hav
stovuni í sambandi við
stjóraskiftið á stovninum.
Hjalti í Jákupsstovu, sum
hevur verið stjóri á Hav
stovuni í 22 ár, er nú farin
frá vegna aldur.
Eftirmaður hansara er
Eilif Gaard, doktari í havlív
frøði. Hann hevur starvast á
Havstovuni
síðan
1987.
Soleiðis hava Hjalti og Eilif
eisini verið starvsfelagar
gjøgnum mong ár.
Væl av fólki var til móttøk
una. Røður vórðu hildnar, og
gávur og blómur handaðar
nú fyrrverandi stjóranum og
eftirmanni hansara.
Umframt Hjalta og Eilif,
søgdu eisini landsstýrismað
urin í fiskivinnumálum, Jac
ob Vestergaard, formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag,
Viberg
Sørensen,
Jóan
Pauli Joensen, rektari á
Fróðskaparsetri Føroya og
Bogi Hansen, sum eisini er
doktari og starvsfelagi hjá
Hjalta og Eilifi gjøgnum
mong ár, nøkur orð.
Hjalti í Jákupsstovu fekk
nógv rósandi orð fyri sín
leiðandi leiklut á Havstovuni
gjøgnum hesi 22 árini, eins
og vónirnar um, at Eilif
Gaard fer at roynast hollur,
eru stórar.
Út at ferðast
Skemtandi segði Bogi Han
sen, at nú verður Hjalti í
Jákupsstovu ikki longur
Føroya størsti syndabukkur,
sum hann tók til. Her sipaði
Bogi ivaleyst til, at Hjalti
ikki longur verður garrant
urin fyri burðardyggari før
oyskari fiskiveiði, sum eftir
øllum at døma kemur at
merkja skert fiskidagatal.
Hendan leiklutin tekur
nú Eilif Gaard yvir, legði
hann aftrat.
Bogi segði, at øll eru
fegin um, at Eilif er settur
stjóri á Havstovuni, og hann
helt fyri, at hetta er eitt tað
týdningarmesta starv í land
inum. Starvið krevur dirvi,
og tað hevur Eilif.
Vegna
starvsfólkini
á
Havstovuni og manningina
við
Magnusi
Heinasyni
handaði Bogi Hansen Hjalta
eitt skjal sum sigur, at hann
eigur eina ferð til eitt nú
Prag, París og Rom.
Nú skalt tú fara út og
njóta hesa ferðina og lívið
saman við konu tíni, segði
Bogi Hansen.
Gott samstarv
Jóan Pauli Joensen, rektar á
Fróðskaparsetri
Føroya,
vísti á tað stóra granskingar
arbeiði,
sum
Havstovan
gjøgnum árini hevur gjørt,
og hann vísti eisini á góða
samstarvið, sum er millum
Havstovuna og Fróðskapar
setrið.
Tað eru tey, sum halda
seg vera klókari enn vísund
in, men upp á longri sikt er
tað vísundin, sum situr við
vitanini.
Rektarin helt fyri, at polit
ikararnir eiga at verða
stoltir sum pávar av Hav
stovuni og tí arbeiði, sum
hon ger.
Jóan Pauli Joensen segði,
at Eilif byrjaði sína útbúgv
ing á Fróðskaparsetrinum.
Eilif hevur nógv at liva
upp til, men eg ivist onga
løtu í, at hann verður ein
góður leiðari. Starvsfólkini
verða leidd av tí sum leiðir,
men tey skulu eisini ansa
eftir, at leiðarin ikki kemur
í óføri, segði rektari á Fróð
skaparsetri Føroya.
Ikki altíð samdur
Formaðurin í Føroya Reið
arafelag, Viberg Sørensen,
segði eisini nøkur orð við
móttøkuna.
Hann rósti Hjalta í Jákups
stovu fyri hansara verk hesi
árini, hann hevur verið
stjóri á Havstovuni.
Vit hava ikki altíð verið
samdir, men vit hava ong
antíð verið óklárir. Onkuntíð
er ketan lopin av millum
partarnar, sum hann tók til.
Viberg ásannaði, at bæði
fiskimenn og ráðgeving
ynskja tað sama – at fiska
stovnarnir skulu vera so
væl fyri, at mest møguligt
kann fáast burtur úr teim
um.
Vit eru samdir um týdn
ingin av at ansa eftir fiska
stovnunum, nú tað treingir
saman um, og vit eru frá
reiðarafelagsins síðu altíð
til reiðar til gott samstarv.
Formaðurin
í
Føroya
Reiðarafelag gav eisini til
kennar, at partarnir seinastu
tíðina eru komnir nærri
hvørjum øðrum í spurning
inum um fiskidagar.
Vit gleða okkum til at
Hjalti er ikki
longur Føroya
størsti syndari
Tað var landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum, Jacob
Vestergaard, sum handaði
Hjalta í Jákupsstovu málning
– og Eilifi Gaard eina bók
- Eilif Gaard hevur nógv at liva upp til, men
eg ivist onga løtu í, at hann verður ein góður
leiðari, segði Jóan Pauli Joensen, rektari
Skal leggja av
Í USA hevur Barack Obama, forseti, fingið tey ráð, at hann
eigur at leggja av at roykja. Ráðini fekk hann, tá hann um
vikuskiftið var til kanningar hjá sínum persónliga lækna,
Jeffery Kuhlman. Undir valstríðnum segði Obama, at hann
ætlaði sær at leggja av at roykja aftan á valstríðið, men
seinni hevur hann viðgingið, at hann hevur fest sær í av og
á, síðani hann kom í Hvítu Húsini. Hann sigur, at hann
hevur næstan lagt av nú, men at hann stríðist við ta
seinastu trongdina. Jeffrey Kuhlman sigur, at burtursæð frá
roykingini hevður hann onga viðmerking til heilsustøðu
ella livihátt forsetans.