Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 33

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 tíðindi Nr. 41 - 1. mars 2010 - Eg havi hugsað nógv um tað, men nú eri eg púra avkláraður við avgerðina at fara úr stjórastarvinum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum her stendur undir liðini á eftirmanni sínum, Eilifi Gaard, sum er doktari í havlívfrøði hoyra meiri frá nýggja stjór­ anum á Havstovuni, Eilifi Gaard, segði Viberg Søren­ sen, sum takkaði Hjalta í Jákupsstovu fyri hansara ídni gjøgnum eitt so langt áramál, samstundis sum hann ynskti eftirmanninum góða eydnu við starvinum. Vit hava ikki altíð verið samdir við Hjalta í Jákupsstovu, men vit hava ongantíð verið óklárir, segði Viberg Sørensen Kemur kanska aftur Søren Gade, sum fyri átta døgum síðani fór frá sum danskur verjumálaráðharri, boðaði samstundis frá, at hann tók seg burtur úr politikki. Men nú sigur hann, at tað er ikki óhugsandi, at hann kortini fer aftur upp í politikk. Tað sigur hann við blaðið B.T. Søren Gade býr í Holstebro í Jyllandi, og har er eingin ivi um, hvat fólk halda um hann. í einari meiningakanning hjá Dagbladet Holstebro­Stuer siga 87 prosent av teimum spurdu Holstebro­borgarunum, at tey vilja heldur hava Søren Gade til forsætisráðharra enn Lars Løkke Rasmussen. - Havstovan skal í fyrsta lagi vera ein granskingarstovnur á hægsta vísindaliga støði. Hesum máli hava tit rokkið. Eingin ivi skal vera um, at Havstovan er stovnurin, ið ber vørumerkið sum fremsti granskingar- stovnur Føroya, ið virkar á hægsta vísindaliga støði, segði Jacob Vester- gaard, tá hann takkaði Hjalta í Ják- upsstovu fyri hans- ara stjóratíð á Hav- stovuni Móttøka Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaðurin í fiskivinnu­ málum, vísti á, at innan øll yrkisøki – og eisini í okk­ ara fiskivinnu – tosa vit um tíðarskeið, sum koma og fara. ­ Hesi tíðarskeið vera til, tí okkurt sereyðkenni kann setast í samband við tey, eitt nú ein meining, ein rødd, eitt andlit ella ein mynd. Júst nú eru vit í tí støðu, at eitt tíðarskeið fer at vera runnið, og nýtt tek­ ur við. Tann kenda mein­ ingin og røddin, ið Hjalti í Jákupsstovu hevur umboð­ að seinastu mongu árini, verður helst framhaldandi at hoyra og síggja, men tað verður ikki longur sum stjóri umboðandi Havstov­ una, eins og verið hevur seinastu 22 árini. Landsstýrismaðurin segði, at arbeiðsuppgávan hjá Hjalta ikki einans hev­ ur verið at umboða eina almenna rødd. ­ Nei, ein stórur partur av arbeiðnum hevur eyðvit­ að verið at ment og bygt upp hetta arbeiðspláss, sum Havstovan er. Og júst hetta hevur Hjalti, saman við dugnaligum starvsfólk­ um, megnað framúr væl. Stovnurin kann í dag ikki sigast bara at vera ráðgev­ andi, men hann er munandi meira enn tað. Jacob segði, at í fyrsta lagi skal Havstovan vera ein granskingarstovnur á hægsta vísindaliga støði. ­ Hjalti, hesum máli hava tit rokkið, tí eingin ivi skal vera um, at Havstovan ber vørumerkið sum fremsti granskingarstovnur Før­ oya, ið virkar á hægsta vís­ indaliga støði. Hann vísti á, at í almenna rúminum kann tað meiri enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýris­ maðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við. ­ Tó skal eingin tykkara ivast í, at tit kortini liva upp til leiklutin, sum ein góður samstarvsfelagi, sum altíð er trúfastur mót­ vegis síni læru, og á tann hátt gevur okkum mótspæl, ið breiðkar um okkara vit­ anarstøði og harvið evnini til at taka røttu avgerðirnar. Um onnur eru samd við tykkum ella ikki broytir ongantíð tykkara kall, ið er at virka sum óheftur ráð­ gevi, ið talar við skilagóðari gagnnýtslu fyri eyga. Vegna Fiskimálaráðið takkaði landsstýrismaðurin Hjalta í Jákupsstovu mang­ ar ferðir fyri tíðina, hann hevur staðið á odda fyri Havstovuni. ­ Ikki minst vilja vit takka tær fyri tað megnar arbeiði, tú hevur lagt í hendan stovn fyri at menna hann til tað, hann er í dag. Landsstýrismaðurin vísti á, at fremstur í nýggja tíð­ arskeiðnum, sum liggur fyri framman, stendur nú Eilif Gaard, sum er settur nýggjur stjóri á Havstov­ uni. ­ Við tínum kunnleika um læruna og innliti í stovnin, eri eg sannførdur um, at leiðsluábyrgdin av stovninum við tær liggur í góðum hondum. Sjálvt um tað, sum farið er, altíð hev­ ur síni virði, so krevur framtíðin og tey rák sum koma, at vit megna at evna til nýggja vitan og nýggjar førleikar. Vit kenna okkum sannførd um, at nýggja leiðslan megnar at liva upp til hetta, eitt nú við at grundað verkið á alla vist­ frøðina í havi okkara við skilagóðari gagnnýtslu sum endamáli, segði Jacob Vestergaard, landsstýris­ maður í fiskivinnumálum, tá han takkaði Hjalta í Ják­ upsstovu fyri tíðina og ynskti Eilifi Gaard tillukku við stjórastarvinum. Havstovan er fremsti granskingarstovnurin