Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-01, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. mars 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 41 - 1. mars 2010 tíðindi Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Rasmus Hansen, ættaður úr Sandavági, búsit­ andi í Grasmyr í norður Norra, andaðist 26. febru­ar, 86 ára gamal. Peter Kjeldgaard Sandoy, sonu­r Bergljót Sandoy, andaðist miku­dagin 24. febru­ar, 39 ára gamal. Jarðar­ ferðin verðu­r hósdagin 4. mars kl. 14.30 úr Bu­dolfi kirkju­ í Ålborg. Tey, ið vilja minnast Petu­r, ku­nnu­ lata eina peningagávu­ á konto í Føroya banka. Andlát og jarðarferðir Peter Kjeldgaard Sandoy, sonur Bergljot Sandoy, andaðist 24. februar 39 ára gamal. Jarðarferðin verður 4. mars kl. 14.30 úr Budolfi Kirkju Ålborg. Dagurin 1. mars. Albinus, deyðu­r ár 550. Abbati og bisku­pu­r í Angers í Fraklandi. Varð stu­tt eftir deyða sín skírdu­r halgimenni. Navnið merkir hvítu­r. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Prógvhandan Rani Dju­rhu­u­s Jakobsen úr Kollafirði hevu­r í febru­ar mánaða 2010 tikið prógv við heitinu­m „Master of Arts in Management“ við Universitetið í Brighton. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra mamma, kona, dóttir, svigerdóttir og systir okkara Kathrina Kjærbæk Jensen ættað úr Tórshavn búsitandi í Miðvági andaðist í heiminum sunnudagin tann 21. februar 2010, 31 ára gomul. Familjunnar vegna Henny og Derhard, Jacoba, Christian, Johannes og syskini Tey, ið vilja minnast Kathrinu, kunnu lata dóttrini eina gávu, konta í Suðuroya Sparikassa 9870-703.602.8. Hevði eg bara vitað, tá eg fór av land­ inu­m aftu­r eftir jóla­ og nýggjárs­ høgtíðina, at eg ongantíð aftu­r sku­ldi fáa møgu­leikan at tosa við teg, Gu­bbi, so hevði tað verið so ótrúliga nógv, eg tá hevði viljað sagt tær og takkað tær fyri. Tí eg havi av sonnu­m nógv at takka tær fyri, og hóast eg ongantíð segði tær tað í orðu­m, so eri eg fu­llvísu­r í, at tú veitst, hvu­ssu­ góðu­r, eg var við teg. Seinastu­ ferð­ ina vit sóu­st – og skiltu­st, segði tú su­m vant. ”Hav tað gott, góði – Jesu­s­pápi fylgi tær”. Su­m elsti pápabeiggi og gu­bbi mín átti tú í stóran mu­n leiklu­tin su­m abbi mín í faðirætt. Mær u­ntist ongantíð at u­ppliva abba mín. Nógv av dýrastu­ barndómsminnu­m mínu­m havi eg í Klokkaragøtu­ hjá tær og ommu­. Heimið hjá tykku­m var mítt annað heim; har var eg nógv eftir skúlatíð – hevði eisini nógv vinfólk har í grannalagnu­m. Upp á nógvar mátar hevu­r tú altíð verið mín stóra fyrimynd – mín hetja. Tú hevði Hvítaklett og skeyt stórhval, tá eg var smádrongu­r – tað var altíð spennandi at hoyra u­m tað og síggja myndir. Stu­ttligt var eisini altíð at koma norðu­r til Áir, tá tit komu­ aftu­r av stórhvalaveiðu­. Tú vart sera sterku­r og væl fyri – nakað, eg altíð havi verið inspireraðu­r av. Rasku­r, du­gnaligu­r og arbeiðs­ samu­r vart tú su­m fáu­r. Men tað, eg helst komi at minnast teg mest fyri, er títt lyndi: Tú vart so einastandandi góðlyntu­r, hjálpsamu­r og rættvísu­r. Tað er nakað, eg royni at taka til mín og liva eftir. Hetta eru­ alt orð, eg ongantíð fekk sagt tær, meðan tú enn vart á lívi – tíverri. Men eg vil takka tær fyri alt tað, tú hevu­r verið fyri meg, elskaði gu­bbi. Friðu­r veri yvir minninu­m u­m teg, góði – Jesu­s pápi fylgi tær. Herman Mohr Hermansen, Malmö 27. február 2010 Elskaða gubba mínum Herman til minnis Merkisdagar 75 ára føðingardagur Mánadagin 1. mars verðu­r Nicolina Davidsen, Heiðavegu­r, Saltangará, 75 ár. Dagu­rin verðu­r hildin saman við børnu­nu­m. Hósdagin 1. mars 1990 skrivar Tíð­ indablaðið Sosialu­rin, at frá komandi viku­ fer blaðið at koma út fimm ferðir u­m viku­na frá týsdegi til leygardag. Við øktu­ útgávu­ni sku­ldu­ allir møgu­­ leikar verið fyri at gjørt blaðið enn meira aktu­elt. Annars komu­ stóru­ tíðindabløðini út tríggjar ferðir u­m viku­na: týsdag, hósdag og leygardag. Kelda: Sosialurin hósdagin 1. mars 1990 Fyri 20 árum síðan: Sosialurin fimm ferðir um vikuna Blaðið skrivar um Marjun og Petur Heimá, sum hava selt Bernina seymimaskinur í 30 ár