týsdagur 2. mars 2010síða 5
‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 42 - 2. mars 2010
Føroyingar flestir fáa
stjørnur í eyguni, tá
teir hoyra nøvn sum
Drogba, Lampard
ella Ballack, men
fyri Magna Mohr er
tað gerandisdagur
at kusta runt við
teimum og hinum
stjørnuleikarunum í
Chelsea
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Hann hevur roynt meiri enn
tey flestu, Magni Mohr.
Í fýra ár var hann knýttur
at Juventus í einum tíðarbili,
tá felagið vann trý meistara
heiti og tvær steypafinalur
umframt at felagið leikti
seg í finaluna í Champions
League.
Og nú er fysiski venjarin
knýttur at einum av heimsins
størstu feløgum, Chelsea.
Tað eru tvey ár síðani, at
eg varð kontaktaður av
Chelsea. Fysiska toymið, ið
eg eri knýttur at í Danmark
hevur ógvuliga gott orð á
sær, og tað var tann vegin, at
eg kom í samband við
Chelsea, sigur Magni Mohr.
Hann
byrjaði
meðan
Avram Grant var venjari í
Chelsea, og hann hevur
verið knýttur at felagnum
líka síðani.
Upprunaliga var hugsanin
at eygleiða, hvussu leik
ararnir fluttu seg í dystunum
og síðani at gera tað um til
fysiologi.
Nógv feløg sita inni við
einari rúgvu av praktiskari
vitan, men trupulleikin er
at fáa tað umskipa til fysio
logi, og tað er sum regul
har, eg komi inn í myndina,
sigur Magni Mohr.
Hann hevur í mong ár
granska í fótbóltsfysiologi,
við testing og við dystar
analysu.
Um tú hyggur eftir ein
støku leikarunum, so er tað
øgiligur munur á, hvussu
leikarar flyta seg undir
einum dysti, og tí verður
eisini farið meiri og meiri
burtur frá at venja fólk í
bólkum, og meiri og meiri
farið yvir til at venja leik
ararnar individuelt, sigur
Magni Mohr.
Millum stórar
stjørnur
Granskingarteamið,
sum
Magni Mohr er partur av í
Keypmannahavn, er heilt
greitt tað førandi innan
fótbóltsfysiologiina, og er
tí kent runt um í heiminum.
Og tað var eisini tann vegin,
at Magni Mohr kom í
samband við Chelsea.
Teir hava eina Sports
Science deild sum alla tíð
ina heldur seg uppdateraða
við
nýggjasta
rákinum
innan venjing, og feløg
gerast alt meiri vitandi um,
at tað er neyðugt at halda
seg ajour við nýggjastu
venjingarhættirnar,
sigur
Magni Mohr.
Hann
hevur
gjøgnum
tíðirnar roynt mangt og hvat
og hevur umframt at verið
fysiskur venjari hjá fleiri
føroyskum feløgum eisini
verið knýttur at danska
landsliðnum og donskum
superligaliðum. Men hann
hevur
ongantíð
verið
veruliga knýttur at føroyska
landsliðnum.
Eg gjørdi einaferð nakr
ar testir av føroyska lands
liðnum
meðan
Jógvan
Martin Olsen var venjari,
men annars havi eg ikki
verið knýttur at landsliðnum,
sigur Magni Mohr, sum
ikki hevur nakra frágreiðing
um hví.
Hinvegin verður trupult
at koma hægri upp á stigan
hvat fótbólti viðvíkur. Hann
er knýttur at Chelsea, sum
er eitt hitt størsta felagið í
heiminum við stórum stjør
num so sum Didier Drogba,
Frank Lampard, Michael
Ballack og Michael Essien
á liðnum, og enska kapp
ingin verður millum manna
mett sum hin besta í
heiminum.
Tað er so spurningurin,
um eg skal brúka mína tíð í
føroyskum fótbólti, sigur
Magni Mohr.
Chelsea eitt
dreymastarv
Enskur
fótbóltur
hevur
størri áhuga millum manna
enn italskur fótbóltur, men
í botn og grund er tað nakað
av tí sama, sum Magni
Mohr ger í Onglandi, sum
hann gjørdi í Italia.
Hinvegin gongur Magni
Mohr ikki so høgt upp í hvør
tað er, hann arbeiðir við.
Nei, tað leggi eg ikki so
nógv í, teir eru jú allir
menniskju. Men tað kann
jú verða stuttligt, tá eg síggi
ein dyst, at kunna siga, at
handan og handan leikaran
kenni eg væl, sigur Magni
Mohr.
Í løtuni er Magni Mohr í
Føroyum, men hann er
knýttur at Chelsea hetta
kappingarárið út. Hvussu
so sær út frameftir, veit
hann ikki nakað ítøkiligt
um enn.
Eg havi fleiri tilboð upp
á
hondina,
serliga
frá
norðurlendskum feløgum,
men eg havi ikki tikið støðu
til nakað enn, sigur Magni
Mohr.
Hinvegin dylir hann ikki
fyri, at ynski er at sleppa til
eitt felag á Chelseastøði
fulla tíð.
Tað, sum hevur týdning
fyri meg er, at sleppa til eitt
felag, har eg kann nýta
mína útbúgving fult og
heilt, sigur Magni Mohr.
Í løtuni arbeiðir hann
eftir einari konsulent avtalu,
men hann dugir kortini ikki
at siga nakað um, hvørt ein
slík avtala verður longd, tá
hetta kappingarárið er av.
Tað er væl ein spurningur
um, hvørt eg geri mítt
arbeiði til lítar, sum verður
avgerandi fyri, um eg haldi
fram í Chelsea ella ikki.
Tað veit eg einki um nú, so
tað fær man so at síggja,
sigur Magni Mohr.
Millum heimsstjørnir
Hann sigur, at Chelsea
hevur eina góða filosofi.
Tað er sjálvandi eisini
ein prestiga í at vera har.
Allur tann fysiski parturin
er púra leysur av venjingini
annars og tí ger tað ongan
mun, hvør venjarin er í so
máta, sigur Magni Mohr.
Í fleiri feløgum er annars
vanligt, at tá ein nýggjur
venjari kemur til, hevur
hann ein stóran stab av
egnum fólki við sær, og so
skal øll venjingin leggjast
um. So er ikki í Chelsea.
Tann
parturin
er
ógvuliga stabilur, og tí er
tað so frálíkt at vera har,
sæð út frá mínari støðu,
sigur Magni Mohr.
Hann
ferðast
dagliga
millum leikararnar tá hann
er í Onglandi, men annars
er tað mest hjálparvenj
ararnar og fysiska venjaran
umframt managaran, ið eg
havi mest við at gera, sigur
Magni Mohr.
Hann er í løtuni heima í
Føroyum, men skal niður
aftur til London og Chelsea
í vikuskiftinum. Og har
gongur hann so millum
nakrar av størstu fótbólts
stjørnunum í heiminum.
Kaldur vetur
Eftir álmanakkanum er veturin liðugur, og í Danmark
fegnast tey flestu um, at tann kaldasti veturin í mong
ár fer at halla. Í meðal frysti tað 1,5 stig í desember,
januar og februar, og tað er tvey stig kaldari enn
meðalhitin í árunum frá 1961 til 1990. Lars Seir
Carstensen, veðurfrøðingur, sigur við DRkringvarpið,
at hesin veturin hevur verið tann kaldasti í Danmark
síðani veturin 19951996. Annars vísa tøl hjá donsku
veðurstovuni, at tað hevur verið minni avfall í Dan
mark í vetur enn vanligt, og at sólin hevur verið meiri
frammi enn vanligt undanfarin ár.
Oljugrunnurin keypir hús
Norski fíggjarmálaráðharrin, Sigbjørn Johnsen, er vorðin
ein av teimum størstu sokallaðu húsaspekulantunum í
heiminum. Orsøkin er, at tann almenni oljugrunnurin,
sum fíggjarmálaráðharrin umsitur, er á veg inn á altjóða
fastognarmarknaðin, skrivar Aftenposten. Leiðslan í
grunninum hevur gjørt av at brúka fimm prosent av virði
grunsins til íløgur í fasta ogn. Tað svarar til 130 milliardir
norskar krónur. Sigbjørn Johnsen sigur við Aftenposten,
at endamálið við at seta pengar hjá oljugrunninum í fasta
ogn er at spjaða váðan hjá grunninum, og tað heldur hann
vera skilagott.
Ein stórur partur av tíðini fer við at arbeiða
inni á telduni við ymsu programmunum.
Hvør einstakur leikari verður kannaður og
venjingin verður løgd eftir tí mynstri, hann
vísir undir dystinum
Magni stýrir stjørnunum