Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2010 17 tíðindi Fugloy: Verða helst tvingað saman – Vit hava ikki viðgjørt spurn ingin, men vit verða helst bara tikin uppí eina aðra kommunu, fyrr sum seinni, staðfestir borgar­ stjór in í Fugloyar kommunu, Zacharias Zachariassen. Hann staðfestir tað sama sum aðrir av starvsfelagum hansara, at kommunan er ov lítil til at megna allar tær skyldurnar, ið eru og verða lagdar út á tær at umsita. – Men sjálvandi, – leggja hinar kommunurnar í Norð­ oyggjum saman við Klaksvík, so mugu vit eisini uppí. Ann­ ars detta vit so fullkomuliga burtur ímillum, staðfestir borgarstjórin í Fugloyar komm unu, ið fevnir um bygd irnar Hattarvík og Kirkju. Hann vísir til umstøðurnar hjá svínoyingum, sum longu eru farnir uppí Klaksvíkar kommunu. Sambært honum hevur hetta ikki bert verið positiv gongd. – Eg havi skilt, at um tey skuldu skifta eina peru út í einum lyktapela, so mugu fólk úr Klaksvík út hagar at gera tað. Fyrr gjørdu tey tað sjálvi, stað­ festir hann. Sjálvur kann Zacharias Zachariassen ikki vera ímóti at leggja saman við ta størru kommununa: – Eg kann væl ikki vera ímóti tí. Men kanska hevði tað verið betri, um tær smærru kommunurnar vóru í einum. – Kanska var best um tær smærru komm­ unurnar vóru saman, sigur Zacharias Zacha riassen, borgar stjóri í Fugloy Savnsmynd: klaksvik.fo Viðingar hava enn ikki tikið støðu til samanlegging við Klaks vík. – Vit vilja fyrst vita, hvat vit skulu taka støðu til, sigur borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg Mynd: vidareiði.fo longu farnar uppí ta stóru kommununa; onkur komm­ una er tøvandi; meðan aðrar eru beinleiðis ímóti ætl an­ ini. Ein kommuna sum av álvara hevur viðgjørt hetta málið, er Hvannasunds komm una. Her var arbeiðið komið so langt, at ein sam­ starvsavtala var klár at skriva undir, hóast limirnir í bygdaráðnum als ikki vóru samdir í hesum máli, millum annað borgarstjórin sjálvur, ið var hart ímóti ætlanini. Treytin fyri hesi avtaluni var, at fólkið í Hvannasundi og Norðdepli vildi tað sama sum meirilutin í bygda ráð­ num. Men undir eini fólka­ atkvøðu í september mánaði 2008 um sama mál søgdu borgararnir greitt frá síni mótstøðu ímóti ætlanini. Hóast sagt verður, at tíðin lekir øll sár, so er støðan enn í dag, nú vit eru farin inn í mars mánað 2010, hin sama í Hvannasunds komm unu. Hóast tey ikki hava við­ gjørt málið í hesum bygda­ ráðnum, er støðutakanin einki broytt: – Nei, vit fara ikki uppí Klaksvíkar kommunu, fyrr­ enn vit verða noydd til tað, sigur borgarstjórin Veronika Petersen. Um orsøkina til hetta er stutta svar hennara: – Ein vil ráða sær sjálvum, so leingi sum gjørligt! Kunoy: Vit drukna At Sundafólk vóru so av ­ gjørd við fólkaatkvøðuna á heysti 2008, kann hava ávirk að fólkið í hinum komm ununum í Norð­ oyggj um. Í øllum førum er greitt, at bygdaráðið í Kunoy, ið fevn ir um bygdirnar Kunoy og Haraldssund, heldur ikki vil leggja saman við Klaks­ vík. Bygdaráðið hevur ikki við gjørt málið, men tað hev ur kortini verið til um ­ røðu. Og heldur ikki her er serliga stórur áhugi fyri sam anlegging, vísir borgar­ stjórin, John Damberg á. – Vit hava eina lítla komm unu við 150 íbúgvum, her tað ikki er so stór fjar­ støða millum borgaran og bygdaráðið. Mín persónliga meining er, at ein missir ov nógv í nærdemokrati’inum, um ein leggur saman við eini stórari kommunu. – Tað kann bara enda við, at vit drukna í tí stóra sam­ anhanginum, slær John Dam berg fast. Viðareiði: Bíða Í Viðareiðis kommunu hev­ ur ein heldur ikki enn við­ gjørt samanlegging við Klaks vík. Hans Jákup Kalls berg, borgarstjóri sig­ ur, at málið er ikki aktu elt enn. – Vit bíða framvegis eftir, at landið meldar út, hvat ætlanin er, til dømis innan skúlaverkið og saman legg­ ingar av kommunum, sigur hann. Sjálvur hevur hann onga viðmerking til sína per­ sónligu áskoðan á málið. Tí, sum hann sigur: – Vit kunnu ikki taka støðu fyri ella ímóti nøkr­ um, fyrrenn vit vita, hvat vit skulu taka støðu til. Kommunurnar í Klaksvík og Viðareiði er tó í dialogi um at samstarva um tey mál ini, ið ein kann sam­ starva um. »Norðoyggjar í eina kommunu«. Soleiðis sær skemtiteknarin, Óli P fyri sær at allar oyggjarnar í økinum gerast ein stór kommuna ” Mín persónliga meining er, at ein missir ov nógv í nær demokrati’inum, um ein leggur saman við eini stórari kommunu (John Damberg, Kunoy) ” Vit fara ikki upp í Klaks víkar komm­ unu, fyrrenn vit verða noydd til tað (Veronika Petersen, Hvannasund)