Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 63 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 2. mars 2010 17 tíðindi Fugloy: Verða helst tvingað saman – Vit hava ikki viðgjørt spurn­ingin, men vit verða helst bara tikin uppí eina aðra kommunu, fyrr sum seinni, staðfestir borgar­ stjór­in í Fugloyar kommunu, Zacharias Zachariassen. Hann staðfestir tað sama sum aðrir av starvsfelagum hansara, at kommunan er ov lítil til at megna allar tær skyldurnar, ið eru og verða lagdar út á tær at umsita. – Men sjálvandi, – leggja hinar kommunurnar í Norð­ oyggjum saman við Klaksvík, so mugu vit eisini uppí. Ann­ ars detta vit so fullkomuliga burtur ímillum, staðfestir borgarstjórin í Fugloyar komm­unu, ið fevnir um bygd­irnar Hattarvík og Kirkju. Hann vísir til umstøðurnar hjá svínoyingum, sum longu eru farnir uppí Klaksvíkar kommunu. Sambært honum hevur hetta ikki bert verið positiv gongd. – Eg havi skilt, at um tey skuldu skifta eina peru út í einum lyktapela, so mugu fólk úr Klaksvík út hagar at gera tað. Fyrr gjørdu tey tað sjálvi, stað­ festir hann. Sjálvur kann Zacharias Zachariassen ikki vera ímóti at leggja saman við ta størru kommununa: – Eg kann væl ikki vera ímóti tí. Men kanska hevði tað verið betri, um tær smærru kommunurnar vóru í einum. – Kanska var best um tær smærru komm­ unurnar vóru saman, sigur Zacharias Zacha­riassen, borgar­stjóri í Fugloy Savnsmynd: klaksvik.fo Viðingar hava enn ikki tikið støðu til samanlegging við Klaks­vík. – Vit vilja fyrst vita, hvat vit skulu taka støðu til, sigur borgarstjórin, Hans Jákup Kallsberg Mynd: vidareiði.fo longu farnar uppí ta stóru kommununa; onkur komm­ una er tøvandi; meðan aðrar eru beinleiðis ímóti ætl­an­ ini. Ein kommuna sum av álvara hevur viðgjørt hetta málið, er Hvannasunds komm­una. Her var arbeiðið komið so langt, at ein sam­ starvsavtala var klár at skriva undir, hóast limirnir í bygdaráðnum als ikki vóru samdir í hesum máli, millum annað borgarstjórin sjálvur, ið var hart ímóti ætlanini. Treytin fyri hesi avtaluni var, at fólkið í Hvannasundi og Norðdepli vildi tað sama sum meirilutin í bygda­ráð­ num. Men undir eini fólka­ atkvøðu í september mánaði 2008 um sama mál søgdu borgararnir greitt frá síni mótstøðu ímóti ætlanini. Hóast sagt verður, at tíðin lekir øll sár, so er støðan enn í dag, nú vit eru farin inn í mars mánað 2010, hin sama í Hvannasunds komm­unu. Hóast tey ikki hava við­ gjørt málið í hesum bygda­ ráðnum, er støðutakanin einki broytt: – Nei, vit fara ikki uppí Klaksvíkar kommunu, fyrr­ enn vit verða noydd til tað, sigur borgarstjórin Veronika Petersen. Um orsøkina til hetta er stutta svar hennara: – Ein vil ráða sær sjálvum, so leingi sum gjørligt! Kunoy: Vit drukna At Sundafólk vóru so av­ gjørd við fólkaatkvøðuna á heysti 2008, kann hava ávirk­að fólkið í hinum komm­ununum í Norð­ oyggj­um. Í øllum førum er greitt, at bygdaráðið í Kunoy, ið fevn­ir um bygdirnar Kunoy og Haraldssund, heldur ikki vil leggja saman við Klaks­ vík. Bygdaráðið hevur ikki við­gjørt málið, men tað hev­ur kortini verið til um­ røðu. Og heldur ikki her er serliga stórur áhugi fyri sam­anlegging, vísir borgar­ stjórin, John Damberg á. – Vit hava eina lítla komm­unu við 150 íbúgvum, her tað ikki er so stór fjar­ støða millum borgaran og bygdaráðið. Mín persónliga meining er, at ein missir ov nógv í nærdemokrati’inum, um ein leggur saman við eini stórari kommunu. – Tað kann bara enda við, at vit drukna í tí stóra sam­ anhanginum, slær John Dam­berg fast. Viðareiði: Bíða Í Viðareiðis kommunu hev­ ur ein heldur ikki enn við­ gjørt samanlegging við Klaks­vík. Hans Jákup Kalls­berg, borgarstjóri sig­ ur, at málið er ikki aktu­elt enn. – Vit bíða framvegis eftir, at landið meldar út, hvat ætlanin er, til dømis innan skúlaverkið og saman­legg­ ingar av kommunum, sigur hann. Sjálvur hevur hann onga viðmerking til sína per­ sónligu áskoðan á málið. Tí, sum hann sigur: – Vit kunnu ikki taka støðu fyri ella ímóti nøkr­ um, fyrrenn vit vita, hvat vit skulu taka støðu til. Kommunurnar í Klaksvík og Viðareiði er tó í dialogi um at samstarva um tey mál­ini, ið ein kann sam­ starva um. »Norðoyggjar í eina kommunu«. Soleiðis sær skemtiteknarin, Óli P fyri sær at allar oyggjarnar í økinum gerast ein stór kommuna ” Mín persónliga meining er, at ein missir ov nógv í nær­demokrati’inum, um ein leggur saman við eini stórari kommunu (John Damberg, Kunoy) ” Vit fara ikki upp í Klaks­víkar komm­ unu, fyrrenn vit verða noydd til tað (Veronika Petersen, Hvannasund)