Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 42 - 2. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Johanna Mortensen, fødd Guttesen, vanliga nevnd Ingibjørg, ættað úr Bø, búsitandi í Hvid­ ovre, andaðist leygardagin 92 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður fríggjadagin 5. marts kl. 12.00 úr Ave­ døre Kirke til føroyska kirkjugarðin á Vestre Kirke­ gård. Tey, ið vilja minnast Ingibjørg við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata Bíggjar kirkju eina peningagávu, konta í føroysku peningastovnunum. Kristin Thomsen, Tórshavn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum í morgun, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Terja Nielsen fer úr kapellinum á Tvør­ oyrar Sjúkrahúsi týskvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Bethel í Vági mikudagin klokkan 12 í kirkjugarðin á Leiti. Tey, ið vilja minnast Terja, kunnu lata Betania í Sumba eina gávu, konta í Suðuroyar Sparikassa. Jóhanna Lind Pállson, Borgarnes Ísland, ættað úr Svínoy, andaðist sunnudagin, 93 ára gomul. Peter Kjeldgaard Sandoy, sonur Bergljót Sandoy, andaðist mikudagin 24. februar, 39 ára gamal. Jarðar­ ferðin verður hósdagin 4. mars kl. 14.30 úr Budolfi kirkju í Ålborg. Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata eina peningagávu á konto í Føroya banka. Andlát og jarðarferðir Sagt verður frá, at kæra mamma, omma og langomma okkara Jóhanna Lind Pállson ættað úr Svínoy búsitandi í Borgarnesi í Íslandi andaðist sunnudagin 28. februar, 93 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Borgarnesar kirkju leygardagin 6. mars kl. 14.00. Sóley Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Kristin Thomsen Tórshavn andaðist á Landssjúkrahúsinum mánamorgunin 1. mars, 68 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin kl. 13.00. Familjunnar vegna Andrass Lydia Maria, Hjørdis, Arnóra og Jóna Kristin Dagurin 2. mars. Simplicius, deyður ár 483. Hann var pávi frá 468. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 60 ár Fríggjadagin 5. mars verður Anna Sjúrðardóttir, Hvalvík, 60 ár. Dagurin verður hildin á Hvalvíksvegi 64 frá kl. 18. 75 ár Fríggjadagin 5. mars verður Erling Joensen við Gjógv 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. Prógv Við Sunhedsvidenskabeligt Fakultet, á Aarhus Universitet, tók Hrønn Thorn Rasmussen, ætta úr Sørvági, prógv sum Master of Public Health tann 22. januar 2010 Brúdleyp Páskadag 4. apríl giftast í Thyregod Kirke Súsanna Joensen frá Svínoy og Kim Gotsæd. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma í brúðleyp, biðast vinarliga siga frá á tlf: 0045 26535429 áðrenn manadagin 15. mars. Brúdleyp Leygardagin 24. apríl giftast Joan Simonsen, Saltangará og Rúni Jallson Niclassen, Skáli. Vígslan verður í Glyvra kirkju kl. 14. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19. Tey, ið ynskja at gleða Brúðarparið við at koma, verða vinarliga biðin um at tekna seg innan 10. apríl á tlf. 262713, 448051 (Joan) ella 256043, 441603 (Rúni). Móttøka var hjá Lemvigh­ Müller í R.C.Effersøesgøtu í Havn fríggjadagin 26. februar í sambandi við at 25 ár eru liðin síðan heilsølu­ fyritøkan lat upp í Føroyum. Umleið 50 fólk komu til móttøkuna, tey flestu frá el­ innleggjarafyritøkum kring landið. Tað var upprunaliga danska el­fyritøkan Louis Poulsen, sum lat upp deild­ ina í Føroyum í 1985. Í 1989 keypti Louis Poul­ sen heilsølubygningin hjá Kartna Winther við Stara­ vegin. Tá arbeiddu umleið 10 fólk í fyritøkuni. Men tá fíggjarkreppan kom fyrst í 90­unum, varð bygningurin við Staravegin seldur, og flutt varð oman aftur í R.C. Effersøesgøtu. Í 2007 var el­tekniska deildin hjá Louis Poulsen løgd saman við donsku heil­ sølufyritøkuni Lemvigh Müller, og deildin í Føroy­ um skifti navn til Lemvigh­ Müller. Louis Poulsen og Lemvigh­Müller eru tvær gamlar fyritøkur, sum báðar vórðu stovnaðar í 1800­tal­ inum. Stjórin í føroysku deildini hjá Lemvigh­Müller er dan­ in Christian P. Christensen, sum hevur búð í Føroyum síðan 1984. Eftir at hava ar­ beitt hjá Louis Poulsen í Dan­ mark í seks ár fekk hann starv hjá elfyritøkuni Leif Mohr í Havn 1. oktober 1984. Síðan januar 1986 hev­ ur hann verið stjóri í deildini í Føroyum, sum í 2007 skifti navn frá Louis Poulsen til Lemvigh­Müller. Frá Louis Poulsen til Lemvigh-Müller Inga Hansen, starvsfólk, og Christian P. Christensen, stjóri í Lemvigh-Müller Umleið 50 fólk vóru til móttøkuna fríggjadagin, tey flestu frá el-innleggjarafyritøkum kring landið Merkisdagar