Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 31 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 42 - 2. mars 2010 UMRØÐA Hanus Kamban Í teirri nýggjastu útgávuni av TJALDRI, sum er nummar 43, eru greinar, ritgerðir, ummælir og umrøður, sum fata um søgu, búskap, bíbliutýðing, søvn, bók­ mentir, mál og málpolitikk og mann­ og náttúrusøgu. I kki sjáldan liggur tað, sum er mikið og munagott, krógvað millum frasið, og ta kanska mest áhugaverdu upplýsingina í hesum blað finna vit á síðu 123, har vit fáa at vita, at nú liggja tvær nýggj ar orðabøkur tøkar á netin­ um, tann týsk­føroyska eftir Kára Davidsen, sum forlagið Sprotin hevur um hendur, og tann føroysk­týska eftir Ulf Timmer­ mann, sum í mong ár undirvísti á Føroya Studentaskúla. Har tað snýr seg um orða­ bóka framleiðslu, eru vit føringar – og sum ein slíkan rokni eg eisini Ulf Timmermann – snøgt sagt óførir! Á mínum skriviborði liggja tann ensk­føroyska og tann føroysk­enska orðabókin hjá Sprotanum, tvey risa­ og vala­ verk, ein als ikki kann vera fyri­ uttan, og sjáldan gongur dagur, at ein ikki hyggur í ta sera hentu samheitaorðabókina eftir Henn­ ing Thomsen, eisini eitt stórverk. Her koma so tvey verk aftrat, sum fara at styrkja og breiðka ta føroysk­týsku brúnna, og um stutta tíð sær kanska eisini ein russisk­føroysk orðabók dagsins ljós. Netið er hent, men bókin doyr neyvan í bræði, og uppaftur meira fongur var í slíkum verk­ um, um tey eisini fingust í bókar sniði. Undirritaði hevur onkuntíð nevnt, at vit áttu at havt ein týsk­føroyskan mentanar­ grunn, ikki minst um hugsað verður um, at týskarar millum allar heimsins tjóðir eru teir, sum vísa okkara landi og mentan mest ans. Ein slíkur grunnur kundi parts fíggjað slíka orðabóka­ útgávu og, hvør veit, seinni kanska týðingar til føroyskt av verkum eftir Kant, Heidegger, Kafka, Thomas Mann ella Paul Celan. H øvuðsgreinin í hesum blað er annars fyrri partur av ritgerð eftir skotan Thomas Nelson Annan dale (1879­1924). Annandale, sum var dýra­ og mannfrøðingur, ferðaðist í Føroy­ um á sumri og heysti árini 1896­ 1903, men fór síðani til Suður­ india, har hann ferðaðist og virkaði og kom at kenna djóra­ lívið betur enn nakar annar. Hann fekk starv sum stjóri fyri Zoological Survey of India og gjørdist í 1923 forseti í tí Konga­ liga Asiatiska Felagnum í Bengal. Hann doyði í Calcutta í 1924, bara 44 ára gamal. Í síni ritgerð, sum er úr bókini The Faroes and Iceland, 1905, og sum Norbert B. Vogt hevur umsett, greiðir Annandale frá fólki, mentan, klædnabúna, fugla lívi, grindadrápi, føroyskum dansi osfr. Nelson Annandale, sum er eygleiðarin við tí góða orðinum, heldur, at føringar bera seg væl og við tign, at teir sum heild eru væl og vakurt bygdir, og at tey føroysku klæðini sum heild fáa medferð og vakstrarlag at koma til sjóndar á tekkiligan hátt, men at konufólkini eldast skjótt. Sum eitt dømi um, at útheimsins hámentan á sjáld­ saman hátt kann blóma í fjar­ skotnum avkrókum, skrivar hann: Fyri nøkrum árum síðani hitti eg í Kollafirði ein mann, sum ongantíð hevði verið burtur, men sum talaði framúr væl eingilskt og danskt, og dugdi at lesa týskt, franskt og íslendskt. Alt hetta hevði hann lært seg vetrar­ kvøldini ... og tað merkiliga var, at hann dugdi at brúka sín kunnskap. Tað er mær ikki greitt, hvussu mangar kollfirðingar, sum livdu um 1900, henda frásøgn kann hugsast at lýsa. Uttan at vita tað við vissu, so tykir mær, at Annandale her kanska sipar til Jóhan Dam Við Sjógv, sum var bóndi, skald og tingmaður og, í mentan og sum menniskja, ein merkismaður. Annandale tekur til, hvussu miklan ans hesin maður hevði fyri blomstrum og teirra vakurleika, og eisini hetta hóskar til Jóhan Við Sjógv. Í TJALDRI nr. 43 er mangt annað áhugavert tilfar. Í samrøðu við Onnu V. Ellingsgaard førir Jógvan í Lon Jacobsen fram, at hetta, at vit føringar viðhvørt velja at geva útlendskum orðum og hugtøkum føroyskt ella norrønt snið, ikki bara er ein avleiðing av málpurismu, komnari úr erva, men at slík orð ofta eru komin frá fólkinum, úr fólksins huga og fangi. Gjógvin millum fólk og frøðing er ikki so djúp, sum viðhvørt verður hildið, sum orð sum karðalás og geymi eru góð dømir um. Zaka ri as Wang greiðir frá teim um fløktu søguligu viður­ skiftum, sum høvdu við sær, at Finnland í 1809 kom undir Russland, og Norra í 1814 í sam­ veldi við Svøríki. Bergur Rønne Moberg ummælir skaldsøguna Færøblues – Drengen med celloen eftir Lisbeth Nebelong. Jóan Pauli Joensen skrivar um føroyska savnssøgu. T ann ótroyttiligi Detlef Wildraut, ritstjóri á Tjaldri, er farin undir eina ritgerð í fleiri pørtum, sum hann rópar “Viktor Danielsen og tann føroyska bíblian”. Í inn ganginum skrivar hann um J.H. Schrøter og hans­ ara týðing av Matteusar Evangeliinum, sum kom út í 1823. Henda umseting fall í gaddajørð, sum skiljandi er, alment skriftmál var onki, fólk kendu onki til at síggja sítt móður mál sum prentaðan tekst, tjóðskaparkensla var ikki til, føroyskt var ikki hildið at vera nóg tignarligt til at vera plagg um tað høga og heilaga. Wildraut er gudfrøðingur og av fjølmælt­ astu monnum. Ein bíðar við spenningi eftir, hvussu hann fer at greiða sín setning. TJALDUR er tíðarrit og mál­ gagn hjá Týsk­Føroyskum Vina­ felag. Blaðið upplýsir, at aðal­ fundur felagsins verður hildin frá 16. til 18. apríl í einum frítíðar­ depli í Harz (sum er stutt frá býnum Goslar) í Týsklandi. Nakað um somu tíð, sum hetta blaðið kom, fekk undirritaði sendandi eina bibliografi yvir tilfar á týskum um Føroyar. Hetta verkið, sum er onnur og víðkaða útgáva av eini útgávu frá 1998, hava teir báðir Norbert B. Vogt og Uwe Kordeck greitt úr hond­ um. Bókaskráin er annotiert, har eru sostatt viðmerkingar við upplýsingum um verk og høv­ undar, og skráin er frukt av eini áhaldandi dagføring, við tilfari, sum so hvørt er komið á prent í TJALDRI. Tilsamans eru í hes­ um yvirliti 4.079 heitir – á bókum, ritgerðum, greinum, bók­ mentaligum tekstum, ummælum og øðrum skrivligum tilfari – skrásett. Tað er kanska ikki altíð so eyðsýnt, hvat virði er í slíkum turrum lesnaði, men granskarin og tann forvitni veit, at hann er gull verdur. Fjølmæli við heimsins enda Í TJALDRI nr. 43 er tilfar eftir m.o. Nelson Annandale, Zakarias Wang, Onnu V. Ellingsgaard og Detlef Wildraut