mikudagur 3. mars 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
Húsavarðartænastan
hevur í hesum tíð
um valt at víðka um
sítt virksemið, og
fyri mánað síð ani
yvirtóku teir gólv
deildina hjá Litaval
og teir ordrar, sum
fyritøkan lá inni
við. – Hetta er ein
nýggj avbjóðing,
sigur Sámal Erik
Hentze, stjóri í Húsa
varðartænastuni
ØKT VIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fyrradagin
vóru
liðin
níggju ár síðani Húsavarðar
tænastan sá dagsins ljós.
Tað vóru teir báðir Sámal
Erik Hentze og Jens Krist
ian Hansen, sum slóu seg
saman um fyritøkuna.
Báðir eru kendir frá fót
bóltinum, og tá neyðugt
varð at taka fleiri fólk inn,
gjørdist talan um eina
»fótbólts« fyritøku burtur
av.
– Uppruna tankin var at
nøkta ein tørv, sum vit
mettu var til staðar. Tað er
jú hópurin av fyritøkum,
sum ikki hava tørv á einum
húsavørði fulla tíð, og har
mettu vit, at vit kundu nøkta
ein tørv. Trupulleikin gjørd
ist tó skjótt, at vit ikki
megn aðu uppgávuna einsa
mallir, og tí var neyðugt at
seta fleri fólk í starv, sigur
Sámal Erik Hentze.
Eitt tíðarseið vóru teir so
umframt báðar eigararnar
eisini Fróði Benjaminsen
og Soren Anghel í fyri tøk
uni.
– So tú kanst ætla, at tað
var fótbóltsprát burtur av,
serliga meðan kappingin
var í gongd, sigur Sámal
Erik Hentze.
Men tá teir gjørdust fleiri
í fyritøkuni, var eisini neyð
ugt at fáa størri arbeiði til
høldar.
– Vit brúktu tey størru ar
beiðini sum eitt slag av
basu, har vit so kundu senda
fólk út til tær uppgávur, at
lógu í avtalunum við fyri
tøkurnar um húsavørðar,
sig ur Sámal Erik Hentze.
Einsamallur eigari
Við tíðini hevur Húsa
varðar tænastan bygt upp
eitt kundagrundarlag sum
ger, at teir í dag hava heili
21 fólk á lønarlistanum.
– Vit hava í dag 22 sátt
málar um húsavarðar tæn
astur hjá ymiskum fyri tøk
um, og hartil hava vit eisini
nøkur størri arbeiðir í
gongd. Alt hetta ger, at vit
kunnu stýra arbeiðinum og
samskipa
húsavarðartæn
ast urnar við størru arbeiðini,
sigur Sámal Erik Hentze.
Eitt av størru arbeiðunum
hjá Húsavarðartænastuni er
umbyggingin av gomlu høl
unum hjá Ejnars Prent í
Vørðsluni. Har skal Tórs
havnar
kommuna
hava
kvøld skúla.
Hóast nógv verður tosað
um vánaligar tíðir, so er
Húsavarðartænastan ein av
teimum fyritøkunum innan
húsasmíð og líknandi, sum
ikki vil kæra sína neyð.
– Nei, vit hava havt nóg
mikið at gera higartil, og
tað frættist tað sama frá
fleiri øðrum byggifyritøk
um,
sigur
Sámal
Erik
Hentze.
Hann stovnaði Húsavarð
ar tænastuna 1. mars 2001
saman við Jens Kristian
Hansen, men í oktober 2008
valdi Jens Kristian Hansen
at taka seg úr fyri tøkuni, og
Sámal Erik Hentze keypti
hann tískil burtur úr Húsa
varðar tæn astuni, sum Sámal
Erik nú eigur einsamallur.
Jens Kristian Hansen arbeið
ir tó framvegis í fyritøkuni,
men nú tó sum vanligur
arbeiðs maður.
Gólválegging
Fyri tíð síðani setti Litaval
seg so í samband við Sámal
Erik Hentze og bjóðaði
hon um at yvirtaka gólv
deildina hjá fyritøkuni.
– Hetta var gjørt í sam
bandi við eina umlegging
av virkseminum hjá Litaval.
Fyritøkan stendur fyri stór
um broytingum, og ætlanin
er nú at Litaval skal gerast
ein heilsøla innan gólv, og
heldur lata vøruna enn at
gera sjálva gólváleggingina
sjálvir,
sigur
Sólbjørn
Thom sen, sum má sigast at
vera ímyndin av gólvdeildini
hjá Litaval.
– Eg umhugsaði sjálvandi
hetta tilboðið og kannaði
marknaðin og kom so til, at
hetta er eitt øki, sum passar
væl inn í okkara konsept,
eins og gólválegging gene
relt er eitt øki, sum ber seg,
sigur Sámal Erik Hentze.
Hann gjørdi tó av at draga
aðrar inn í nýggju deildina,
og hóast Húsavarðar tæn astan
stendur sum eigari av gólv
deildini, so er eigar skapurin
kortini í felag við Jan Falk
enberg, sum hevur fingist
nógv við gólvá legg ing, og
við Fróða Clement sen.
Sámal Erik Hentze heldur
fram sum stjóri í Húsa
varðartænastuni, meðan Jan
Falkenberg er stjóri í gólv
deildini.
Seks mans tilsamans
Tá Húsavarðartænastan 5.
februar yvirtók gólvdeildina
hjá Litaval, fylgdu tríggir
gólváleggjarar og tríggir
bilar eisini við, umframt
áleggingaramboð.
– Vit yvirtóku eisini teir
ordrar, sum Litaval hevði
innan gólválegging, og tað
er sjálvandi ein góð byrjan.
Okkurt stórt arbeiði flutti
yvir til okkum, eitt nú gólv
áleggingin í Ósáskúlanum í
Klaksvík, sum er eitt rætti
liga stórt arbeiði, sigur Jan
Falkenerg, stjóri á gólv
deild ini.
Sámal Erik Hentze heldur
ikki, at ringar tíðir neyð
turviliga gera tað ógjørligt
at byrja nakað nýtt.
Talan er bara um eina
eitt sindur størri avbjóðing,
og prísirnir skuldu eisini
verið meiri rímiligir í verri
tíðum, sigur Sámal erik
Hentze.
Teir eru seks mans knýttir
at nýggju gólvdeildini, og
teir eru 21 tilsamans á
lønarlistanum.
– Vit hava eisini júst tikið
tveir lærlingar inn í januar,
so tað er ein góð ábending
um, at vit hava nóg mikið at
gera, sigur Sámal Erik
Hentze.
Nýggja virksemið hevur
við sær, at Húsa varðar
tænastan kann bjóða øll
sløg av gólvi, tað verið seg
til nýbygd hús ella virkir
ella til umvælingar. Og Sól
bjørn
Thomsen
ynskir
nýggju eigarunum blíðan
byr.
– Vónandi
taka
teir
gomlu, trúgvu kundarnir,
sum Litaval hevur havt
gjøgnum mong ár, væl móti
nýggju eigarunum, sigur
Sólbjørn Thomsen.
Í sambandi við økta virk
semið hevur Húsavarðar
tænastan valt av savna alt á
einum stað undir nýggjum
telefonnummari. Nú fáa
kund arnir fatur á vanligu
tæn astunum umframt gólv
deildini á tlefon 290029.
SAS-flogterna myrd
Danska løgreglan stendur púra á berum í einum máli um
eina norska SASflogternu, sum varð funnin deyð á einum
kamari á Radisson Bluehotellinum í Keypmannahavn í
gjár. Ove Dahl (myndin), sum er á drápsdeildini á lø gregl
uni í Keypmannahavn, sigur við fjølmiðlarnar, at talan er
um eitt óhugnaligt dráp, tí tann 42 ára gamla kvinnan er
sera illa viðfarin. Hinvegin er greitt, at kvinnan hevur ikki
verið fyri kynsligum ágangi, sigur hann. Løgreglan kannar
nú myndir úr eftirlitstólum, men enn hevur hon hvørki
funnið drápsmannin ella drápsvápnið. Norska kvinnan var
gift og átti tvey børn.
Kaviar-styrjan ovfiskað
Stovnurin av belugastyrjuni í Kaspiska Havinum, sum er
heimskend fyri rognini í tí svarta kavarinum, er illa fyri, tí
royndin eftir hesum virðismikla fiskaslagnum hevur verið
alt ov stór. Russiskir og amerikanskir fiskifrøðingar hava
kannað stovnin, og teir siga, at hann er bara 10 prosent av tí,
sum hann var fyrr. Tey svørtu rognini úr belugastyrjuni eru
nógv tey dýrastu rognini í heiminum. Eitt kilo kostar umleið
8.000 dollarar. Belugastyrjan kann gerast meiri enn 100 ára
gomul, men hon er ikki kynsbúgvin, fyrr enn hon er millum
10 og 20 ár.
Víðka um virksemið
Jan Falkenberg, stjóri á gólvdeildini, Sólbjørn Thomsen, ímyndin av gólvdeildini hjá Litaval, og Sámal Erik Hentze, stjóri í Húsavarðartænastuni
Mynd: Álvur Haraldsen