Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 43 - 3. mars 2010 Eysturkommunan hevur nú mist tolið við samgonguni og krevur nú, at vegurin í sambandi til Norð­ oyatunnilin alt fyri eitt verður lagdur undir mold og sáddur við grasi NorðoyatuNNiliN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal vegurin til og frá Norð­­oyatunlinum kappast av, so at tað­­ ikki longur verð­­­ ur koyrandi ígjøgnum tunn­ ilin. Tað­­ hevur býráð­­ið­­ í Eyst­ urkommunu nú samtykt. Og tað­­ skal vera beinan­ vegin, at vegurin verð­­ur kappað­­ur av. Tað­­ er fult semja í býráð­­­ num um at nú er nóg mikið­­ drálað­­ málinum um vega­ føringina ígjøgnum Leirvík í sambandi við­­ Norð­­oya­ tunnilin. Tí er full semja í býráð­­­ num um, at loyvið­­ at binda vegin til og frá Norð­­oya­ tunlinum í tann kommunala vegin í Leirvík, verð­­ur ikki endurnýggjað­­. Tað­­ gekk út á nýggjárinum og býráð­­ið­­ noktar sostatt at endurnýggja tað­­ einaferð­­ afturat. Vegurin gravast upp Men býráð­­ið­­ hevur haraftur­ at kravt, at vegurin til og frá tunlinum alt fyri eitt verð­­ur grivin upp aftur og sáddur við­­ grasi so at lendið­­ kann latast kommununi aftur í sama standi, sum tað­­ varð­­ latið­­ til vegin. Her er talan um tann part­ in av vegnum, sum ikki skal brúkast til nýggjan veg eftir løgtingslógini um vegafør­ ing ígjøgnum Leirvík og sum sostatt kemur at liggja um ein blindgøgn. Tað­­ er kommunan ikki áhugað­­ í og sostatt verð­­ur kravt, at vegurin verð­­ur griv­ in upp og sáddur og latin kommununi aftur. Og hetta skal verð­­a beinan­ vegin, leggur býráð­­ið­­ dent á. Tað­­ er vanligt, at eitt lend­ ið­­ skal latast kommununi aftur í sama standi, sum tað­­ er í, táð­­ ið­­ tað­­ verð­­ur latið­­, so tað­­ er onki undarligt í hesum, sigur borgarstjórin. Norðoyartunnilin steingjast Hetta er ein avgerð­­, sum í veruleikanum hevur við­­ sær, at Norð­­oyatunnilin verð­­ur stongdur. Og tað­­ er Jóhan Christian­ sen, borgarstjóri í Eystur­ kommunu, fullgreið­­ur yvir. ­ Hetta er eitt krav, sum førir við­­ sær, at Norð­­oya­ tunnilin verð­­ur stongdur. Hin møguleikin er sjálv­ andi, at Løgtingið­­ samtykkir eina serliga lóg, ásetir íbindingina við­­ lóg og sum sostatt forð­­ar fyri at komm­ unan fær lendið­­ aftur. Men tað­­ er at gera seg inn á kommunala sjálvræð­­ið­­ og tað­­ er so mikið­­ alvorligt, at spurningurin er um Løgting­ ið­­ vil tað­­. Borgarstjórin sigur, at tað­­ er við­­ vilja, at býráð­­ið­­ ikki hevur sett nakra tíð­­arfreist á. ­ Men vit hava lagt lagt dent á, at tað­­ skal vera bein­ anvegin. Hann leggur dent á, at hetta er ikki meint sum ein provokatión, men at býráð­­ið­­ hvur fullan rætt at krevja økið­­ aftur, tí talan er um kommunalt øki. Skal vera beinanvegin Hann sigur, at býráð­­ið­­ hev­ ur nú fullkomiliga mist tol­ ið­­ við­­ landsins myndugleik­ um. Hinvegin stendur hurð­­in framvegis opin fyri at finna eina semju. ­ Vil Løgtingið­­ eina semju í málinum, eru vit sjálvandi sinnað­­ til tað­­, sigur Jóhan Christiansen. ­ Vit skulu nokk geva teimum tað­­ skoð­­brá, sum er neyð­­ugt at finna eina loysn. Men tað­­ krevur, at vit fáa eitt útspæl beinanvegin. ­ Kemur eitt útspæl frá landsins politiska myndug­ leika, er býráð­­ið­­ sjálvandi sinnað­­ at taka tað­­ til eftirtekt­ ar og sleppa kravinum um at vegurin verð­­ur kappað­­ur av. Men hann leggur dent á, at tað­­ krevur eina skjóta avgerð­­ í landsstýrinum. ­ Tað­­ skal vera beinanveg­ in, at landsstýrið­­ tekur stig til at finna eina loysn á mál­ inum, tí tað­­ hevur bíð­­að­­ alt ov leingi, sigur hann. Annars hevur ligið­­ í kort­ unum, at vegurin skuldi heldur ikki gerast í ár, tí peningur er ikki settur av á fíggjarlógini til endamálið­­. Men borgarstjórin ger púra greitt, at tað­­ verð­­ur ikki góð­­­ tikið­­, at ein loysn skal bíð­­a til næsta ár, ella kanska enn longri. ­ Ein loysn skal finnast í ár, leggur hann dent á. Hann er fullgreið­­ur yvir vegurin kann ikki vera lið­­­ ugur í ár. ­ Men ein loysn skal finn­ ast í ár og spakin skal setast í, tí at bíð­­a til næsta ár verð­­­ ur ikki góð­­tikið­­, sigur hann. ­ Hetta er eitt mál, sum býráð­­ið­­ tekur heilt alvorligt. Taka landsins politisku myndugleikar ikki í nakkan á sær sjálvum alt fyri eitt, steingja vit vegin og tað­­ hava vit fullan rætt til, sigur Jóhan Christiansen. Leirvíkingar steingja nú Norðoya- tunnilin Sjóverjuskip skaða í Kili Alt bendir á, at eitt skip, sum íslendska sjóverjan letur byggja í Kili, fekk rættiliga stóran skað­­a í jarð­­skjálvtanum seinasta leygarmorgun. Sjóverjan sigur, at ein hálvan trið­­a metur høg flóð­­alda rakti skipasmið­­juna. Sjógvurin fossað­­i inn í turrdokkina, har skipið­­ stóð­­, tók stabbarnar undan skipinum, so tað­­ legð­­i seg eini 30 stig. Úrslitið­­ var, at sjógvur kom í maskinrúmið­­, og tað­­ er eitt álvarsmál, sigur sjóverjan. Harafturat fekk skipasmið­­jan skað­­a, so tað­­ er óvist, nær hon kemur aftur í gongd av álvara. Men nýggja sjóverjuskipið­­ (myndin) kemur so ikki til Íslands í juni, sum ætlanin var. Arbeiðsmegi úr ES Tey seinastu árini hava rættiliga nógvar norð­­urnorskar fyritøkur brúkt arbeið­­smegi úr ES­londum, og tað­­ fer at halda fram. Ein spurnarkanning vísir, at 26 prosent av fyritøkunum í Troms hava brúkt ES­arbeið­­smegi tað­­ seinasta árið­­, og 35 prosent av teimum spurdu fyritøkunum siga, at tær fara ivaleyst at leita eftir arbeið­­smegi úr einum ella fleiri ES­ londum í ár. Kanningin av við­­urskiftunum í Norð­­urnoregi samsvarar rættiliga væl við­­ støð­­una í Noregi sum heild, tí 28 prosent av fyritøkunum í Noregu brúktu ES­arbeið­­smegi í fjør, skrivar Aftenposten. Annika Olsen, landdstýriskvinna er sum lús millum tvær negl. Samgongan vil ikki játta eitt oyra meira 1nn 40 mió. krónur til Leirvíksvegin, men leirvíkingar hava krav upp á endurgjald fyri mista bátahylin leirvíksveguriN Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Landsstýriskvinnan Annika Olsen varð­­ kløkk, tá ið­­ hon frætti, at Eysturkommuna ikki er sinnað­­ at leingja loyvið­­ hjá Norð­­oyatunlinum at brúka vegin frá tunnils­ munnanum til Hagaleitis­ vegin. ­ Eg visti ikki betur enn, at vit vóru í einum dialogi, sigur hon. Leirvíkingar hava kravt at fáa nýggjan bátahyl aftur fyri bátahylin, sum fer at nýggja ætlað­­a vegnum. Nýggi bátahylurin er mettur at kosta 10 mió. krónur, og á fundi í januar heitti Annika Olsen á Landsverk um at tosa við­­ Eysturkommunu um at fáa kostnað­­in nið­­ur. ­ Eg havi finguð­­ greið­­ boð­­ frá samgonguni um, at vegurin ikki má kosta meira enn tær játtað­­u 40 millión­ irnar, og tí kann eg ikki ganga við­­ til at gera ein bátahyl fyri 10 mió. krónur. Men høvdu vit kanska kunna møtst á mið­­uni, so kostnað­­urin bleiv 45 mó. krónur, hevð­­i tað­­ kanska gingið­­, sigur Annika Olsen. Hon hevur møguleikan at skera ígjøgnum og bara gera vegin og so gloyma alt um bátahylin. Men tað­­ ber heldur ikki til. Ræðist endurgjaldskrav ­ Tað­­ gongur ikki, tí gera vit tað­­, minnir tað­­ um ogn­ artøku, og so kunnu vit vænta at fáa endurgjaldskrav frá kommununi, sigur Ann­ ika Olsen. Hon er farin undir at fyri­ reika málið­­ at leggja fram á komandi landsstýrisfundi, sum verð­­ur mánadagin í næstu viku. Annika Olsen sverar ikki ítøkiliga, um tað­­ hevð­­i bor­ ið­­ til at stongt vegin, soleið­­­ is at eingin ferð­­sla leppur gjøgnum Norð­­oyatunnilin. Hon hugsar meira um at finna eina loysn, sum øll kunnu liva við­­. Vegurin fer á landsstýrisfund Býráðið í Eysturkommunu krevur nú, at vegurin til og frá Norðoyatunlinum alt fyri eitt verður grivin upp aftur og sáddur við grasið, so at lendið verður latið kommununi aftur í sama standi, sum tað varð latið til vegin