mikudagur 3. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
Agigdor avhoyrdur
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Avigdor Lieberman, hevur
verið til avhoyringar hjá løgregluni, sum fegin vil hava
at vita, hvussu Lieberman fekk fatur á nøkrum skjølum,
sum høvdu samband við eina kanning, sum løgreglan
gjørdi ímóti honum fyri hálvum øðrum ári síðani.
Løgreglan heldur seg hava prógv fyri, at Avigdor
Lieberman er sekur í sviki og embætismisbrúki, og
andstøðan hevur biðið um, at hann verður loystur úr
starvinum sum uttanríkisráðharri. Sjálvur sigur
ráðharrin, at hann er ósekur, og at hann er offur fyri
einari mannajagstran.
Biður rík um hjálp
Í Grikkalandi hevur stjórnin tikið eitt heldur óvan
ligt stig í royndunum at fáa landið burtur úr teirri
sera álvarssomu búskaparkreppuni. Stjórnin hevur
heitt á múgvandi gikkar og biðið teir hjálpa sær eftir
førimuni. Millum teirra, sum hava svarað stjórnini,
er tann heimsgitna songkvinnan Nana Mouskouri.
Hon sat í EStinginum í 1990 og hevur nú latið
griksku stjórnini sína tingmannaeftirløn, sum er um
100.000 krónur um árið. Nana Mouskouri hevur selt
meiri enn 340 milliónir plátur kring heimin, so hon
man hava eitt sindur at lata av.
At tað manglaðu 800
milliónir krónur í
á fíggjarlógini fyri
2010 eigur ikki at
koma óvart á nakran
politikara. Seinastu
fimm árini hava
flestu barometrini
í høvuðsvinnuni
vent pílinum beint
niðureftir
GreininG
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Flest øll munnu vita av, at á
fíggjarlógini
fyri
2010
manglaðu omanfyri 800
milliónir krónur í, fyri at
fáa javnvág millum inntøkur
og útreiðslur, og at í 2011
verður ómetaliga ringt at
sleppa undan einum trý
siffraðum
milliónahalli
afturat.
Men hetta eigur ikki at
koma óvart á nakran av
okkara fólkavaldu politikar
um.
Tí
barometrini
í
høvuðsinntøkukeldu okk
ara, fiskivinnuni, hava tey
flestu vent pílinum beint
niðureftir tey seinastu fýra
til fimm árini.
Minni toskur enn
í kreppuni
Flestu mundu vita av, at
toskurin var illa fyri, og at
lítið var útflutt av toski.
Nýggjastu tølini vísa tó, at
útflutningurin av toski í
2009 endaði niðri á tilsam
ans 402 milliónum krónum.
Samanborið við 2008, tá
vit útfluttu fyri 604 milliónir
krónur av toski, er hetta ein
minking upp á ein triðing.
Fara vit bert 6 ár aftur í
tíðina, til 2004, so er tað
minkað niður í eina helvt,
og samanborið við 2002,
sum var eitt metgott ár, har
vit útfluttu fyri eina milliard
í toski, er tað minkað við
60 prosentum.
Fyri at finna so lítil út
flutningstøl
fyri
toskin
noyðast vit at leita heilt
aftur til kreppurárið 1993,
tá toskaútflutningurin var
389 milliónir krónur.
Eitt er tó, hvat vit útflyta
fyri, og annað hvnn prís, vit
fáa fyri hvørt útflutt kilo av
toski.
Koma vit inn á nøgdirnar,
so vórðu í 2009 útflutt
12.881 tons av toski, meðan
sama talið í 1993 var 16.775
tons. Tó fingu vit fleiri
krónur fyri toskin í 2009,
og merkir hetta, at vit eru
vorðin betri at virðisøkja
toskin.
Tó bøtur hetta lítið uppá,
at nøgdin av toski er komin
niður í helvtina av tí, sum
verður roknað sum eitt
miðalár við toski – svarandi
til okkurt um 25.000 tons.
Nøgdin av toski, sum er
útflutt hevur eisini verið
skjótt svinnandi síðan 2004,
sum var eitt miðalgott ár
við 25.409 tonsum. Árini
eftir var talan um 18.463
tons, 15.800 tons, 14.000
tons, 13.300 tons og nú
12.881 tons.
Svartkjafturin horvin
eftir tveimum árum
Útflutningurin av svartkjafti
í 2009 var so lítil samanborið
við 2007, at hann er at kalla
horvin eftir bert tveimum
árum. Virðið fór úr 184
milliónum í 2007 niður í 52
milliónir krónur í 2008 og
víðari niður í bert 30,6
milliónir krónur í 2009.
Sostatt útfluttu vit í 2009
svartkjaft fyri bert ein
sættapart av tí, vit útfluttu
svartkjaft fyri í 2007.
Svartkjafturin hevði ann
ars spakuliga síðani 1999
kvinkað seg uppeftir á list
anum yvir týdningarmikil
fiskasløg til útflutning. Í
1999 varð útflutningurin av
svartkjafti góðar 10 milli
ónir krónur, men ár eftir ár
vaks upphæddin, upp í 125
milliónir í 2005, 170 milli
ónir í 2006 og 184 milliónir
í 2007. Men eftir bert tveim
um árum er henda upp
hæddin fallin niður aftur í
30,6 milliónir krónur.
Tá talan er um virðisøking
av
svartkjafti,
sæst
at
føroyingar ikki hava megn
að hesa uppgávuna serliga
væl í 2008 og 2009.
Í 2007 fingu vit 184
milliónir krónur fyri 68.000
tons av svartkjafti. Árið
eftir fingu vit 52 milliónir
krónur fyri 56.000 tons av
svartkjafti, og í 2009 fingu
vit 30,6 milliónir krónur
fyri 17.000 tons.
Triðingurin av
hýsuni eftir
Eins og við svartkjaftinum,
so hava tvey tey seinastu
árini verið at kalla kata
strofal fyri hýsuna.
Hýsan hevur annars verið
eitt tað mest støðuga fiska
slagið síðani 1998, og hevur
virðið á útfluttu hýsuni
ligið og svingað millum
294 milliónir árliga og upp
í 377 milliónir, tá tað var
mest, og frá 2003 og úteftir
hevur tað sveiggjað lítið
meira enn 17 milliónir krón
ur hvønn vegin.
Men lítið annað kann
sigast enn at tvey tey sein
astu árini vísa, at eisini
hýsan, sum annars hevur
verið eitt gott álit gjøgnum
árini í útflutninginum, er
skramblað niður í virði.
í 2007 útfluttu vit fyri
322 milliónir krónur av
hýsu. Árið eftir, í 2008 var
hetta talið minkað næstan
eina helvt, niður í 171
milliónir krónur. Henda
sama gongdin helt sær
eisini gjøgnum 2009, og
minkaði útflutningurin av
hýsu við 42 prosentum,
niður í 99 milliónir krónur.
Samstundis sum virðið
av hýsuni er fallið niður í
ein triðing upp á trý ár, er
nøgdin av hýsuni »bert«
farið í helvt sama tíðarskeið
Fiskivinna við kós mó