mikudagur 3. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
Netanyahu skal takast
Løgreglan í Dubai ætlar sær at senda út eina altjóða áheitan
um, at ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu
(myndin), skal handtakast í sambandi við tilburðin, tá ein
Hamas-leiðari bleiv myrdur á einum hotelli í Dubai. Myndug-
leikarnir í Dubai ivast ikki í, at tað vóru agentar hjá ísraelsku
fregnartænastuni, sum myrdu Hamas-leiðaran, og tí fara teir
eisini at geva boð um, at leiðarin í fregnartænastuni Mossad
skal handtakast. Ísraelska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar
viðmerkingar til málið, men tað ger hon ikki, tá talan er um
virksemið hjá fregnartænastuni.
Ávaringin ikki nóg góð
Granskarar fara nú at kanna, hvussu tað kundi bera til, at
flóðaldan frá tí harða jarðskjálvtanum í Kili ikki var
størri, enn hon var. Beint eftir skjálvtan bleiv sagt, at
stórar aldur fóru at skola inn yvir tær lágu oyggjarnar í
Kyrrahavinum, og at tær fóru at oyðileggja alt. Men tær
stóru aldurnar komu ongantíð. Gerard Fryer á amerikan-
ska ávaringarstovninum Pacific Tsunami Warning Center
sigur við Reuters, at tað var rætt at boða frá flóðaldu-
vanda um alt Kyrrahavið, men at tað nú er neyðygt at fáa
staðfest, hví flóðaldan ikki bleiv størri.
óti botni
– úr 13.000 tonsum niður í
5.800 tons.
Hini fiskasløgini
eisini horvin
Ein av teimum heilt stóru
postunum í fiskaútflutning-
inum
er
tann
høvuðs-
bólkurin, sum eitur onnur
fiskasløg. Hesi fiskasløgini
hava javnt staðið fyri størri
og størri parti av útflutning-
inum síðani 1999. Upphædd-
in fyri hesi fiskasløgini er
farin úr 659 milliónum
krónum í 1999 og er vaksið
javnt uppeftir, til tað í 2006
toppaði á 1.228 milliónum
krónum.
Men eins og við toskinum,
hýsuni og svartkjaftinum,
so er hesin bólkurin farin
rapandi niðureftir seinastu
fáu árini.
Eftir metgóða árið í 2006,
minkaði henda upphæddin
í 2007 niður á 1.163 milli-
ónur krónur. Hetta er tó
eingin alarmerandi upp-
hædd, tá hetta eisini er í
absolutt betra endanum.
Gongdin heldur tó fram í
2008. Tá er úrslitið í hesum
bólkinum minkað niður í
825 milliónir krónur. Fallið
er tó ikki liðugt, tí í 2009
gjørdist úrslitið í hesum
bólki 693 milliónir krónur
– ein minking á 535 milli-
ónir eftir trimum árum,
svarandi til 48 prosent.
Laksur og upsi
eru bjargingin
Tað eru hinvegin laksurin,
sílini og upsin, sum hála
tølini uppeftir í 2009.
Vit
útfluttu
fyri
1,2
milliard krónur av laksi í
2009, sum er 47 prosent
meira enn í 2008, tá vit
útfluttu fyri 816 milliónir
krónur av laksi.
Fyri árið 2010 komna
hesi tølini tó ikki at verða
so eins stór, tá minni av
laksi er tøkur at taka í 2010,
enn í 2009, av tí at minni av
smolti er sett út og tískil
verður minni at taka av.
Útflutningurin av sílum
vaks eisini við 27 prosent-
um, úr 137 milliónum
krónum upp í 175 milliónir
krónur og útflutningurin av
upsa við góðum 15 prosent-
um, úr 494 milliónum
krónm upp í 571 milliónir
krónur.
Harumframt eiga sildin
og makrelurin sín stóra
leiklut í, at tølini samlaðu
tølini fyri 2008 og 2009
ikki eru verri enn tað sama.
Hóast bæði sild og makrelur
í 2009 gingu aftur við
góðum 11 og 13 prosentum,
er talan enn um lutfalsliga
stórar inntøkur av hesum
báðum fiskasløgunum –
ávikavist 130 og 152 milli-
ónir krónur í 2009.
Hepni
Útflutningurin
tilsamans,
um skip, flogfør og annað
tílíkt ikki verða tikin við,
vaks frá 2008 til 2009 við
einum prosenti, úr 3718
milliónum krónum upp í
3760 milliónir krónur.
So kann ein spyrja, hvat
er tá trupulleikin?
Ein kann freistast at draga
tað niðurstøðu, at orsøkin
til at tað ikki hevur gingið
verri við útflutninginum av
fiski, í heilt stóran mun
skyldast hepni.
Um vit taka toski fyrst og
fremst,
so
hevur
ein
óvanliga góður miðalprísur
fyri hvørt kilo av útfluttum
toski bjargað árunum 2007
og 2008.
Meðan eitt miðalár síðan
ár 2001 liggur um gott og
væl 31 krónur fyri hvørt
útflutt kilo av toski, fingu
vit í árunum 2007 og 2008
ávikavist 45,6 krónur og
45,3 krónur fyri hvørt kilo.
Hetta er høvuðsorsøkin til,
at svinnandi nøgdin av toski
ikki merktist eins væl.
Harumframt kann tað illa
kallast
annað
enn
eitt
ótrúliga heppið samanfall,
at samstundis sum føroyska
alivinnan var við at fóta
sær, og vit í 2008 aftur tóku
omanfyri 30.000 tons av
laksi fyri fyrstu ferð síðani
2004, so varð kilenska ali-
vinnan tvungin niður til
kníggja av ILA, og tað
ovurstóra holið hetta skapti
á laksamarknaðinum gjørdi,
at prísurin á alilaksi fór til
himmals.
Høvdu vit hinvegin ikki
verið
so
»heppin«,
at
kilenska alivinnan fór í sor,
høvdu kanska 4- ella 500
milliónir ella meira mangl-
að í í fjør.
Kanska tað vendir
Vit vita tó, at í ár verður
ikki eins nógvur laksur
tikin í Føroyum, sum í fjør.
Vit vita eisini, at Noreg ger
sær dælt av støðuni og
hevur av álvara strongt á
fyri at framleiða laks. Vit
hava eisini sæð hjá okkum
sjálvum, at tað kann ganga
skjótt at fóta sær aftur eftir
eitt útbrot av ILA. Tí kann
roknast við, at Kili aftur
innan alt ov leingi verður
við á laksamarknaðinum
aftur.
Hvar vit føroyingar tá
standa, er ilt at gita um. Tað
kann verða, at fiskifrøð-
ingarnir fara skeivir, og
toskurin bara hevur goymt
seg fyri okkum, men kemur
framm aftur.
Tað kann eisini vera, at
ICES fær eyguni upp, tá
Jacob
Vestergaard
er
liðugur við sína reklamu-
herferð fyri burðardyggari
føroyskari fiskiveiðu, og vit
so aftur fáa burðardygga
brúkaran á okkara lið.
Møguleikarnir eru nógvir
fyri framtíðina og ringir at
spáa um, men tølini tala
fyri seg, og seinastu fimm
árini hava fleiri týðandi
fiskabarometur havt pílin
vendan móti botninum.
Kelda: Hagstova Føroya
Útflutningur skift á eind, vørubólkar og ár