mikudagur 3. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
- Tað hevur eydnast
okkum at fáa nøkur
fyrifallandi arbeiði,
sum halda einum
ávísum virksemi
uppi, men støðan
er vorðin soleiðis,
at vit sjáldan vita
frammanundan, hvat
liggur fyri framman,
sigur bedingsmeist-
arin á skipasmiðj-
uni MEST í Havn,
Kristoffur Lützen
Ídnaður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tvey skip standa uppi á
bedingini hjá MEST í Havn
í løtuni. Tey eru strandfara
skipið Ternan og línuskipið
Venus. Línuskipið Hoyvík
ingur hevur eisini fingið
sínar ábøtur á bedingini og
við bryggjuna.
Við vestaru bryggju liggja
annars tveir djúpvatnstrolarar
úr Hvalba Steintór, sum
eldur kom í fyri eini tíð
síðan og Sjagaklettur.
Ymiskt fyrifallandi
Kristoffur Lützen, bedings
meistari hjá MEST í Havn,
sigur, at teir hava fingist
við aksilin á Venusi, har ein
pakkdós er farin. Skipið
kom upp á bedingina mána
dagin og er nú um at verða
liðugt.
Vit gera Ternuna klára
til sigling um Nólsoyarfjørð.
Skipið hevur staðið uppi í
eina tíð, og her hevur verið
nógv ymiskt at gera. Tað
gongur framá við at fáa
skipið liðugt, men eg haldi
ikki, at nøkur ávís tíðarætlan
er løgd fyri, nær Ternan
skal verða liðug.
Kristoffur sigur, at Ternan
hevur verið til vanligt
eftirlit har eitt nú tangar og
ventilar eru eftirhugdir, eins
og skrokkurin hevur verið
til eftirlit.
Skrokkurin skal reinsast
inn á reint stál, og síðan
skal hann málast av nýggj
um, leggur hann aftrat.
Bedingsmeistarin sigur,
at umvælingarnar av skað
anum, sum Steintór fekk,
eru um at verða lidnar.
Eldurin var í maskin
rúminum, sum tó ikki fórst
nakað serligt, men tað eru
serliga kaðlar og elinstala
tiónir, sum eru brendar ella
hava fingið skaða, sigur
hann.
Kristoffur Lützen sigur,
at teir serliga fáast við
motorin umborð Sjagakletti,
sum er til eftirlit og er tikin
sundur, men hann væntar,
at skipið verður klárt at
loysa aftur í hesi vikuni.
Hondini í munnin
Spurdur,
hvussu
næstu
mánaðirnir síggja út á
bedingini í Havn, sigur
bedingsmeistarin, at MEST
yvir longri tíð ikki hevur
havt so nógv ítøkiligt fyri
framman.
Men tað hevur víst seg,
at tá nøkur arbeiði eru
liðug, er okkurt nýtt á
skránni. Vit vóna, at tað
eisini verður soleiðis hesa
ferð, nú nøkur arbeiði verða
liðug, sigur hann.
Kristoffur Lützen vísir á,
at MEST soleiðis meiri at
kalla livir av tí, sum er úr
hondini í munnin – um vit
so kunnu siga.
Men hetta hevur so
gingið higartil, nú partur av
heimaflotanum ikki hevur
havt sínar bestu dagar,
leggur hann aftrat.
Tvey á Skála
Bedingsmeistarin í Havn
var staddur á MEST Skála,
tá vit høvdu orðið á hann í
morgun.
Vit hava brunnbátin
Víking uppi á bedingini.
Her verða nakrir metrar av
stáli skiftir, og síðan hava
vit flakatrolaran Enniberg
inni í dokkini.
Kristoffur sigur, at MEST
hevur
eisini
eitt
ávíst
virksemi á bedingini í Vest
manna og í Runavík, har
mest verður arbeitt við rust
fríum stáli og framleiðslu
tøkni.
Vit liggja framvið og
kappast við aðrar um at fáa
tey arbeiðir, sum koma
undan kavi, og síðan vóna
vit, at vit eru nóg góðir og
kappingarførir um hesi,
sigur bedingsmeistarin í
Havn, Kristoffur Lützen.
MEST úr hondini
í munnin
Gevast í løgregluni
Næstan 70 prosent av teimum ungu monnunum, sum
byrja í læru hjá løgregluni í Afghanistan, gevast,
áðrenn útbúgvingin er liðug. Tað sigur amerikanski
heryvirmaðurin William Caldwell, sum stendur á odda
fyri arbeiðinum hjá NATO at skipa eina nýggja
afghanska løgreglu. Í dag hevur Afghanistan millum
200.000 og 300.000 hermenn og løgreglumenn, men
tað talið er alt ov lítið, sigur Caldwell. Sambært honum
gevast nógvir ungir løgreglumenn, tí teir verða koyrdir
til arbeiðis, áðrenn teir eru lidnir við útbúgvingina og
hava tí ikki tann neyðuga førleikan.
NATO sissar baltar
Í Estlandi, Letlandi og Litava eru fólk ikki serliga
fegin um, at NATO roynir at tekkjast Russlandi fyri
at fáa viðurskiftini aftur í rættlag aftan á kríggið
millum Russland og Georgia. Í einari roynd at sissa
fólkið í teimum trimum londunum hevur NATO
gjørt av at taka lut í einari stórari hernaðarvenjing í
Eystrasalti seinni í hesum mánaðinum. NATO
luttøkan skal sannføra baltar um, at samgongan
ætlar sær ikki at sleppa teimum upp á fjall, skrivar
AP. Tað verða amerikonsk, fronsk og polsk
stríðsflogfør, sum skulu taka lut í venjingini.
Útróður
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Útróðrarmenn, sum lúra
upp á at fáa nakrar fiskar á
Norðhavinum í vár, raktu
við uppundir endan av
seinastu viku, tá ein bátur,
sum avreiddi á Eiði, fekk
heili 3.000 pund.
Síðan fríggjadagin hava
fleiri bátar, sum avreiða á
Eiði og í Sørvági, verið á
snelluveiði eftir várfiski.
Á Bátafiski á Eiði siga
tey, at einir 10 snellubátar
avreiddu fríggjakvøldið, og
hesir høvdu eini 13.000
pund tilsamans.
Besti báturin hendan dagin
hevði 3.000 pund, sum er ein
góður snelludagur.
Fríggjadagin, sum av
reiddi á Eiði, úr 500 upp í
3.000 pund.
Hava fingið væl