mikudagur 3. mars 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 43 - 3. mars 2010
Javnstøða í Mettustovu
í annaðkvøld
Í annaðkvøld klokkan 19 skipar Demokratia fyri fyrilestri í
Mettustovu í Skipara Hansensgøtu úti á Reyni í Havn. Tað er
Dorthe Gyldenkærne, HR mennari, sum millum annað ferð
at røða um, hvussu tú finnur tína innaru styrki at standa
fram og føra út í lívið tað, sum hjartað brennir fyri. Tiltakið
er ætlað kvinnum, sum ætla at gera sína ávirkan galdandi í
politiska lívinum, men øll eru hjartaliga vælkomin, siga
fyrireikararnir.
Myndaframsýning
Fríggjadagin 5. Mars 2010 kl. 17.00 letur upp fotofram
sýningin “UNDERBARN EXTRAORDINARY CHILD” í
Norðurlandahúsinum. Á framsýningini kunnu síggjast
fotomyndir hjá amerikanska fotografinum Mary Ellen Mark,
og íslendska fotografinum Martin Bell. Myndirnar siga frá um
gerandisdagin hjá brekaðum børnum í Íslandi og lívi teirra
sum so. Framsýningin er ein samstarvsverkætlan millum
Tjóðarsavn Íslands, Aðalkonsulát Íslands í Føroyum og
Norðurlandahúsið í Føroyum. Framsýningin er í húsinum til
og við sunnudagin 21. mars 2010 kl. 17.00.
Ísfiskatrolararnir Heykur og Falkur hava
lagt eina av størstu ísfiskalastunum upp á
land, sum nakrantíð er landað í Føroyum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heykur og Falkur fóru út næst seinasta fríggjadag
og landaðu mánadagin yvir 600.000 pund av upsa í
Saltangará. Hetta er ein rættiliga stórur túrur, og er
helst ein hin størsta ísfiskalastin, sum nakrantíð er
landað í Føroyum.
Í gjár landaðu ísfiskatrolararnir Rókur og Lerkur
í Saltangará. Teir fóru út seinasta fríggjadag og hava
góð 400.000 pund eftir bert fáum fiskidøgum.
Jaspis og Ametyst vóru eisini inni í gjár við
umleið 300.000 pundum, sum teir hava fingið eftir
einari viku.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at
umleið 22 landarar eru í gongd, tá mest er at gera
og inni í móttøkuni taka onnur 1012 fólk fiskin
undan.
Nógvir tímar
Á Kongshavn upplýsa tey, at einir 600700 tímar
vóru til landarar og móttøkufólk í seinastu viku.
Hetta er besta upsatíð, og í løtuni fáa skipini
rættiliga nógvan fisk, verður sagt úr Saltangará.
Skip í Klaksvík
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Mánadagin landaðu tvey línuskip í Klaksvík.
Klakkur hevði 90.000 pund av brosmu og longu, og
Kvikk hevði sløk 80.000 pund, meginparturin var
hýsa. Trolbáturin Fiskaklettur landaði eisini í
Klaksvík í mánadagin. Teir høvdu sløk 54.000 pund
tilsamans, harav 29.000 pund var upsi og sløk
10.000 pund havtaska.
Í dag koma línuskipið Jákup B undan Íslandi og
trolbáturin Varðin undan Føroyum.
Partrolarar
rokast í upsa
Falkur og Heykur settu kanska met, tá teir landaðu í
Saltangará mánadagin
Tvey skip standa uppi á bedingini í
Havn í løtuni. Tey eru línuskipið Venus
og strandfaraskipið Ternan
Mynd: Vilmund Jacobsen
av várfiski við snellu
Bátafiskur á Eiði tekur
eisini ímóti fiski frá bátum,
sum royna við línu, og
seinasta leygardag avreiddi
glastrevjabáturin Gunnvá,
sum er heimahoyrandi á
Norðskála,
heili
14.000
pund, sum teir fingu norð
anfyri. Størsti parturin av
veiðini hjá Gunnvá var
toskur.
Aðrir bátar, sum royna
við línu og avreiða á Eiði,
hava eisini havt góðar setur
og hava ligið millum eini
8.000 og 11.000 pund.
Men tað er ikki bara á
Eiði, at snellufiskur kemur
upp á land í hesum døgum.
Nógvir snellubátar avreiddu
eisini í Sørvági mánadagin,
og aftur í gjár vóru menn
verið á útróðri.
Mánadagin
avreiddu
fleiri snellubátar í Sørvági,
har landingarmiðstøðin vig
ar fiskin hjá bátunum, sum
síðan verður seldur um
uppboðssøluskipanina hjá
Fiskamarknaði Føroya.
Bátar úr eitt nú Vágum,
Sandoy og Norðurstreymoy,
sum hava avreitt í Sørvági,
hava ligið úr smáum 200
pundum upp í 2.000 pund á
bátin.
Sagt verður úr Sørvági,
at bátarnir høvdu góð 11
tons tilsamans í mánadagin,
og meginparturin av veiðini
var toskur.
Týsdagin
vóru
eisini
fleiri bátar við snellu, men
vit hava ikki frætt, hvussu
hevur vignast síðan mána
dagin.