Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 43 - 3. mars 2010 Sosialurin Latið okkum stuðla hóvligu muslimunum Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Tað vóru hugalig tíðindi at frætta í fleiri av stóru altjóða miðlunum í vikuni, tá ein framstandandi og nógv virdur lærdur muslimur fyri opnum sjón varpsskíggja kunngjørdi eina FATWA móti øll um muslimskum terroristum. At kunngera eina FATWA er ein møguleiki, sum Koranin gevur muslim um. Hetta er ein háttur at lýsa tey víð- gongdu í bann ella friðleys, soleiðis sum eisini páva veldið um okkara leiðir hevur gjørt sær dælt av. Hesin framstandandi muslimurin úr Pakistan er sera nógv virdur í islamiska heiminum og hevur staðið á odda í stríðnum móti teimum víð gongdu muslimunum her serstakliga Taleban. Hann heitti í beinleiðis sjónvarpsssending, sum varð send kring allan heimin, á allar mus limar um at kolldøma og mótarbeiða øllum teimum muslimum, sum ganga inn fyri at brúka yvirgang móti øðrum, eitt nú mongu sjálv morðs- yvirgangsfólkini. Hetta er nakað, sum eigur at kennast væl og kær komið fyri okkum øll, sum virða demokratiið. Eisini eiga vit at stuðla slíkum muslimi, sum við hesi gerð síni eisini setur sítt egna lív í váða. Islam og muslimar eru mest sum banniorð í øllum Vestur- heiminum, tí vit í flestu førum tengja hesi saman við tær ræðuliga yvirgangsatsóknirnar, sum andaliga og ideo log- iskt eitraðir muslimar fremja móti fullkomiliga ósekum menniskjum ikki bara í okkara parti av heiminum men so sanniliga eisini og ikki minst í teirra egna umhvørvi. Vit eiga at geva hesum góða tiltaki frá einum hóv ligum muslimi ans og tí eisini endurskoða okkara fatan av islam og muslimum. Tíverri hava vit lyndi til at generalisera og skera alt og øll yvir ein kamb. Men eins og tað í okkara heimi eru hóvlig og víðgongd, so er hetta eisini so í tí muslimska heiminum. Vit kenna hetta eisini frá støðuni í Palestina, har tey víðgongdu hava verið so víðgongd, at hetta hevur køvt tey hóvligu. Hóast Ísrael er hart rakt av yvirgangsatsóknum, so átti stjórnin har eisini at víst størri virðing fyri teimum hóvligu palestinunum og stuðla teimum í stríðnum móti eitt nú Hamas. Júst sama støða ger seg galdandi í fleiri muslimskum londum. Vit eiga at geva teimum hóvligu okkara fulla moralska stuðul heldur enn at kolldøma allar muslimar, tá yvirgangsatsóknir verða framdar. Her var fyrrverandi amerikanski forsetin Bush og hansara høgraharkalið eitt tað besta dømi um, hvussu tú sker alt yvir ein kamb. Har allir muslimar vórðu gjørdir til part av bardagnum móti teimum óndu kreftunum. Ja hvussu kann tað vera, tá sjálvt heimsins demokratiska undangonguland gongur á odda við at gera øll til fíggindar og eyðmerkja tey ónd! Við Obama hava vit fingið ein leiðara, sum nettupp dugur at skyna millum víðgongd og hóvlig og brúkar dialogin heldur enn vápn at skapa frið og forstáilsi. Latið okkum í Vesturheiminum og eisini her í Føroyum taka hetta nýggjasta tiltakið hjá kenda pakistanska musliminum at lýsa FATWA yvir eitt nú egnu víðgongdu landsmenn sínar sum nakað positivt og gott og lat tað eisini brúka hetta til at broyta okkara hugburð móti tí muslimska heiminum. Tá ið talan er um fráleikan millum bygdir og býir, ser­ stakliga millum Suður­ streym oy, Eysturoy og Norð oyggjar, nú samgong­ an hevur lagt uppskotið um Skálafjarðartunnilin niðan í Tingið, so kann ikki sig­ ast annað enn, at landkort okkara fer at verða broytt. Skálafjarðartunnilin er eitt projekt, sum umframt at vera størsta verkætlanin í Føroyum nakrantíð uppá 900 mió. kr., eisini er ein slóðbrótandi undirsjóvar­ tunnil við trimum koyri­ breyt um og rundkoyring, sum við eini grein vestur eftir og eini eystur eftir bindur eystara og vestara arm á Skálafjørðinum saman og fær eina nýggja farleið til Suðurstreymoyar. Frá Suðurstreymoy og til rundkoyringina er tunnilin 7,1 km. til longdar, meðan strekkini frá rundkoyring­ ini eru ávíkavist 2,1 km. til Strendur og 1,8 km. móti Runavíkini. Stytti fráleikin Taka vit nøkur vegastrekkir í dag og samanbera tey við støðuna, tá ið tunnilin er gjørdur, so síggja vit, at vega strekkini aftur og fram broytast uml. soleiðis: Aðrir fyrimunir við tunli­ num eru t.d. sparing av tíð, sparing av olju, minni slit av vegum og bilum, minni útlát av co2 , arbeiðsskap­ andi o.s.fr. o.s.fr., so tað er ongantíð ov skjótt, at upp­ skotið verður samtykt og arbeiðið kann byrja. Tað kann ikki koma upp á tal, at landskassin í hesum døgum skal byggja ringveg í Havnini! Fyri at nýta orð bóndans á Viðareiði, so eru bleyt virði eftir øllum at døma ikki tað sama, um tú býrt í Havn ella á bygd. Í morgun segði lands­ stýriskvinnan í Innlendis­ málum við Kringvarpið, at landsstýrið ásannar, at neyð ugt er at gera eitthvørt við ferðslutrupulleikarnar í høvuðsstaðnum. Hon sip­ aði m.a. til ætlanirnar at byggja Skálafjarðartunnilin og segði, at ætlanirnar hjá Innlendismálaráðnum vóru at gera ein ringveg. Tað má sigast, at tað rann kalt niðureftir ryggin­ um at hoyra slíkt, tá ein hugsar um hvørja viðferð eitt nú tunnlarnir norður um Fjall og vegurin í Lor­ vík fingu frá høvuðsstaðar­ pressuni og í løgtinginum. Tað standa nógvar av ­ bjóðingar fyri framman, so sum útbygging av Klaks­ víkar Sjúkrahúsi, røktar­ heim o.o. líknandi mál. At landsstýriskvinnan umhugsar at byggja nýggj­ an ringveg í Havn – er ikki eitt signal ein ynskir sær í hesum tíðum – men vísir kanska, hvussu stóra ávirk­ an høvuðsstaðurin hevur á stovnar og ráðharrastovur. Tað ger einki, um almennir stjórar í Havn og lands­ stýriskvinnan í Innlendis­ málum hava fimm minuttir longri at koma til og frá arbeiði ­ men kanska kem­ ur ringvegurin í Havn eis­ ini undir hugtakið – bleyt virði. Í hvussu so er var lands­ stýriskvinnan munandi bleytari, tá hon umrøddi ringvegin í Havn, enn hon var, tá mál sum sandoyar­ tunnil, tunnil norður um Fjall og onnur líknandi mál hava verið til viðgerðar í løgtinginum. Vónandi eru løgtings­ menn meira at sær komnir og siga NOY til nýggjan ringveg í Havn og ja til at útbyggja Klaksvíkar Sjúkra hús. Skálafjarðartunnilin broytir Føroyakortið Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin ALFrEd OLSEN Tórshavn – Selatrað úr 154 km niður í 49 km Tórshavn – Strendur úr 128 km niður í 29 km Tórshavn – Runavík úr 130 km niður í 30 km Tórshavn –Toftir úr 136 km niður í 35 km Tórshavn –Klaksvík úr 148 km niður í 80 km Strendur – Toftir úr 58 km niður í 11 km Ja til at útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús – Noy til ringveg í Tórshavn formaður, Norð oya Sam bandsfelag JOHN WILLIAM JOENSEN