mikudagur 3. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2010
13
– Fyrsta grein av trimum
kronikk
Sámal Matras
Kristiansen,
samfelags
frøðingur
»Um kvinnur skulu hava
ávirkan innanfyri privat
vinnulív, so mugu tær eisini
hava eitt meiri ambitiøst
starvs val, ið gevur teimum
før leikar til privatar odda
sessir.«
Tað eru søguliga mannfólkini, ið
hava dominerað føroyska vinnu
lívið. Samfelagið er heilt upp til
eftir 2. heimsbardaga bygt upp
eftir einum siðbundnum leisti við
manninum í forsyrgjara leik lutin
um. Kvinnur arbeiða meðan tær
eru ungar, men eftir at tær verða
giftar, gerast arbeiði til heima
arbeiði, meðan teirra leik lutur í
pengabúskapinum meiri at kalla
verður hjáputur.
Hyggja vit eftir tølunum, síggja
vit, at vit framvegis ikki heilt eru
komin burtur úr hesum mynstri,
hóast tað er gingið rætta vegin.
Mið skeiðis í 80’unum fáa kvinn
urnar einans knapt 28 % av saml
aðu lønarinntøkunum. Í 2008 er
hetta talið komið upp á næstan
38% av samlaðu lønarinntøkunum,
hóast langt er eftir, áðrenn javn
støða er í lønarlagnum.
Kvinnur velja tryggleika
Gongdin gongur sostatt javnt,
men sera spakuliga, mótvegis
javn støðu á lønarøkinum, men
relativt sæð er tað betri fyri kvinn
urnar, tá tíðirnar ikki eru so góðar.
Ein av orsøkunum til hetta er
uttan iva tað markanta trygg leika
elementið í teirra starvsvali.
Meðan menn hava lyndi at velja
meiri váðafull arbeiði innanfyri
ymiskar privatar vinnur, velja
kvinnur ofta tey tryggaru almennu
størvini. Hesi eru góð í ringum
tíðum, men gerast vanliga lønar
lagsligir eftirbátar í góðum tíð
um.
Hyggur man nærri eftir tølun
um, sæst, at kvinnur kláraðu seg
relativt verri í uppgangstíðunum
seinast í 90’unum og síðani aftur
í uppgangsárunum 20067. Um
vent kláraðu kvinnur seg relativt
betri í kreppuni í 90’unum og
aftur nú í verandi kreppu. Í ringum
tíðum eru tað í størri mun menn
inir, ið enda í arbeiðsloysi.
Verður hugt eftir nýggjum tøl
um frá ALS, sæst eisini týðiliga,
at kvinnur fylla relativt minni í
arbeiðsloysishagtølunum, nú tíð
ir nar verða verri.
Mótsetningur millum
javsntøðu og framburð?
Tað er ein trupulleiki, um javn
støðan skal hava gagn av, tá
tíðirnar eru minni góðar. Hetta er
ikki eitt gott grundarlag fyri javn
støðukjakið, tí tá íkemur ein mót
setningur millum javnstøðu og
framburð.
Um tað skal vera soleiðis, at
javn støða krevur ein lægri vøkstur
– t.d. við relativt sæð at flyta størv
frá tí almenna til tað privata, so
mugu vit umhugsa um hetta er
ein gongd leið. Tí ríkidømið hjá
einum opnum búskapi sum Før
oy um er treytað av okkara kapp
ing ar føri mótvegis øðrum londum,
og vit eru – um vit vilja tað ella ei
– í harðari kapping við onnur lond
um inntøkurnar og harvið væl
ferðina.
Vit eiga eisini at gera upp við
okkum sjálvi, um vit ynskja eina
statsdrivna ella eina marknaðar
drivna javnstøðu. Skal javnstøðan
– sum nú – í høvuðsheitum berast
fram gjøgnum økt skattatrýst?
Ella skal javnstøðan heldur berast
fram av at kvinnur í størri mun
gerast
váðafýsnar
á
privata
arbeiðsmarknaðinum? Hetta kann
vera ein provokerandi mótsetn
ing ur, tí harvið verður javn støðu
kjakið møguliga eitt kjak um
javnað kontra framburð, og tað
kann um nakað skapa split í javn
støðustrembanini.
Um man ynskir eina marknaðar
drivna javnstøðugongd, so er
neyð ugt at menna kvinnulig talent
innanfyri allar vinnur – her er
upp lýsing og útbúgving ein av
gerandi táttur. Um man hinvegin
ynskir eina meiri statsdrivna javn
støðugongd, so eru vit á rættari
leið. Vit hava í dag ein stóran,
al mennan umsorganargeira, ið
hevur gjørt konufólk meiri aktiv á
arbeiðsmarknaðinum. Frá at veita
ólønta umsorgan í heimunum, fáa
kvinnur nú løn fyri at veita um
sorgan.
Góðu tíðindini eru undir øllum
umstøðum, at arbeiðsfrekvensurin
hjá kvinnum eftirhondini er kom
in heilt upp á 48,5%, ið harvið
ger, at javnstøða væl og virðiliga
er rokkin. At inntjeningin sum
áður nevnt ikki heilt fylgir við er
so ein onnur søk.
Eisini javnstøða
á botninum
Tað finnast ymiskar frágreiðingar
um hví kvinnur hava lyndi at velja
tey tryggu og fleksiblu størvini í
tí almenna – serliga innanfyri um
sorganarvinnur og uppalingar
vinnur. Eg skal ikki fara niður í
lív og sálarfrøðiligar grund gev
ingar her, men einans staðfesta, at
kvinnur og menn hava ymiskt for
hold til samfelagið.
Valið hjá hvørjum einstaklingi
er í sjálvum sær við til at skapa
akkumuleraðar ymiskleikar mill
um kynini. Faktum er, at kynini
eru ymisk, og hetta hevur helst
nógv meiri at gera við mentan
(herundir sjálvundirkúging) enn
við aktiva undirkúging, ið verður
framd av »óreinum, maskulinum
antagonistum«.
Vit eiga av røttum at spyrja, um
kvinnur ikki áttu at tikið seg um
reiggj heldur enn at grenja um
undirkúging.
Hví skulu kvinnur krevja sæti í
privatum
nevndum
innanfyri
fram leiðslu ella flutningsektorin,
tá tær ikki skoyta um størvini nið
ast í hesum sektorunum? Áðr enn
kvinnur kunnu krevja javnrætt
inn an fyri privatar leiðslur og
nevnd ur, kundi tað verið eitt hug
skot at uppbygt eina javnari
kvinnu liga umboðan heilt frá í
neðra og upp.
Sum nú er hava kvinnur ein
semisosialistiskan vinkul upp á
samfelagið – tað er gjøgnum tað
almenna, at sigrarnir skulu vinn
ast, og gjarna frá í erva og niður.
Hetta er sjálvandi ein møguleiki,
men eftir mínum tykki er tað iva
samt hvussu gagnlig hendan stra
tegi í grundini er.
Sjálvandi er tað í lagi at promo
vera kvinnur í politikki og annars
at styrkja støðuna hjá kvinnum
innanfyri almenna sektorin. Men
javnstøðuhugtakið átti at verið
breitt út til eisini at styrkt dis
kursivu og praktisku fatanina av,
at kvinnur eisini kunnu – og eiga
at – átaka sær váða og harvið ger
ast ein partur av privatum vinnum.
Hetta er truplari, tí privati sek tor
urin ikki sum almenni sektorurin
kann regulerast til størri javnstøðu,
men onkursvegna er tað hálv
hjart að – fyri ikki at siga óseriøst
– ikki eisini at foku sera á privata
sektorin.
Liberalistisk ella
sosialistisk javnstøða?
Tað finnast í høvuðsheitum tveir
hættir at tala fyri javnstøðu. Tann
eini er tann liberalistiski, ið sigur,
at kvinnur – ella aðrir bólkar –
ikki skulu forðast í at gera tað
teim um lystir í samfelagnum.
Tann seinni er tann sosialistiski –
reyðsokkafeministiski – ið sigur,
at kvinnur – ella aðrir bólkar –
beinleiðis skulu hjálpast at gerast
javnbjóðis partar av samfelagnum.
Onkuntíð verða hugtøkini javn
rætt ur og javnstøða nýtt til at
skilja millum hesar báðar týðning
arnar.
Tekur man eitt liberalistiskt
sjón armið, so skal tað vera upp til
kúgaðu bólkarnar at reisa seg í
mun til aðrar bólkar. Við at ar
beiða seg upp úr neðra, kann man
arbeiða seg upp úr ongum og ger
ast nakað stórt. Í praksis merk ir
hetta ikki, at øll skulu metast líka,
men at eingin skal vera fyri mis
muni vegna ósakligar grund gev
ingar – t.d. húðarlit, átrúnað, kyn
o.a. Í staðin fyri fordómar, tradi
tión og nepotismu, hugsar liberal
istiski
javnstøðufortalarin
um
hvat fólk duga – ikki hvørji tey
eru. Tað skal vera dugnaskapur,
ið avger hvørji fólk røkka hægstu
sessunum í samfelagnum.
Tað at áseta kvotur fyri hvussu
nógvar kvinnur skulu vera í
privat um fyritøkum, er ein stór
upp gerð við liberalistiska tanka
gongd og hinvegin ein sigur fyri
sosialistiska tankagongd. Sostatt
kemur ein ikki uttan um, at javn
støðukjakið eisini er eitt hug
sjónar ligt kjak. Øðrumegin eru
liberalistar og sosialistar, ið eru
samdir um javnstøðumálið, men
ikki um háttin at náa málinum.
Hinumegin eru tey javnstøðu
konservativu, ið per definitión
ikki ynskja javnstøðu.
Niðurstøða
Oddasetningurin var: »Um kvinn
ur skulu hava ávirkan innanfyri
privat vinnulív, so mugu tær eisini
hava eitt meiri ambitiøst starvsval,
ið gevur teimum førleikar til pri
vat ar oddasessir«. Men um hetta
skal vera satt, er neyðugt at leggja
seg á eitt liberalistiskt javn støðu
hugtak. Hevur man konservativ
ella sosialistik sjónarmið, kann
útsøgnin helst ikki nýtast til nakað
serligt, tí so er man antin ósamdur
við málið ella metoduna.
Undir øllum umstøðum má
javn støðukjakið eisini síggjast út
frá einum hugsjónarligum sjónar
miði. Tað er grundleggjandi óseri
øst at diskutera javnstøðu, uttan
eisini at avklára hvat slag av
búskaparskipan vit skulu hava.
– Greinarøð í trimum pørtum
um javnstøðu
Á heysti 2009 stóð mær í boði at halda
ein fyrilestur um javnstøðu. Hesin
fyrilestur varð bílagdur av Demokratiu í
einum átaki at útbreiða boðskapin um
javnstøðu. Tað stóð mær skjótt klárt, at
ein slíkur fyrilestur ikki skuldi vera
ryggklapparí ella endurtøka av teimum
vinklum, ið longu hava verið nógv
frammi kring javnstøðukjakið. Eisini
metti eg, at javnstøðukjakið kann tola
ein farra av sjálvrannsakan, soleiðis at
tað fær eitt høvi at endurnýggja seg í
staðin fyri at spæla ta somu, skøvaðu
plátuna ferð eftir ferð.
Fyrilesturin er býttur upp í tríggjar
undirpartar, ið byggja á hesar tríggjar
oddasetningar:
• Um kvinnur skulu hava ávirkan
innanfyri privat vinnulív, so mugu tær
eisini hava eitt meiri ambitiøst
starvsval, ið gevur teimum førleikar til
privatar oddasessir
• Javnstøða merkir í dag ikki, at kvinnur
sum heild skulu hava meiri politiskt
vald, men at ungar, vælútbúnar
kvinnur skulu hava meiri politiskt
vald
• Javnstøða hyggur ikki einans eftir
kynsgjónni, men eftir eini ørgrynnu av
sosialum gjáum í samfelagnum.
Hesir pástandir verða eftirkannaðir í
hesari og tveimum øðrum greinum, ið
verða prentaðar í Sosialinum í viku 9 í
2005. Greinirnar koma sjálvandi als ikki
á mál við eftirkanningini, men eru meiri
ætlaðir sum “eygaopnarar”, ið kunnu
vekja áhugan hjá fólki fyri nøkrum
vinklum, ið ofta eru forsømdir í
javnstøðukjakinum.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Fyrst førleikar – síðani vald!
Javnstøða fyri øll? Ella bara fyri Yuppie-kvinnur?
Savnsmynd