Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 43 - 3. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Kristin Thomsen, Tórshavn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum mánamorgunin, 68 ára gomul. Kist­ an fer úr Landssjúkrahúskapellinum mikukvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hós­ dagin kl. 13. Johanna Mortensen, fødd Guttesen, vanliga nevnd Ingibjørg, ættað úr Bø, búsitandi í Hvidovre, and­ aðist leygardagin 92 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin 5. marts kl. 12 úr Avedøre Kirke til før­ oyska kirkjugarðin á Vestre Kirkegård. Tey, ið vilja minnast Ingibjørg, við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata Bíggjar kirkju eina peningagávu, konta í føroysku peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Vit vilja við hesum orðum takka, tá okkara kæra mamma, svigarmamma, omma, langomma og olduromma Petrina Kristensen (kona Jentoft) andaðist í Danmark. Vit takka øllum, sum sýndu okkum samkenslu við hennara jarðarferð. Fyri blómur, kransar og á annan hátt hjálptu til. Ein tøkk til prestin, Berg D. Joensen, fyri troystarrík orð í kirkjuni, og til sangararnar. Ein serlig tøkk til Jónhild Kjærbæk fyri ta hjálp, hon vísti mammu okkara, tá hon var í Danmark. Vegna familjunnar Børn, svigarbørn og barnabørn við familjum Dagurin 3. mars. Húngunn, deyð ár 1003. Føroysk eftirgerð av týska navninum Kunigunde og varð skrivað Kunigunn, tá ið álmanakkin kom á føroyskum. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Merkisdagar 45 og 50 ára føðingardagar Í sambandi við, at vit í mars og apríl fylla 45 og 50 ár, halda vit felags føðingardag í Eydnuni á Oyrarbakka 10. apríl kl. 18. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin at boða frá á tlf. 422165, el 226623 innan 25. mars. Heilsan Halljón og Elsa Annika Norðskála. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 5. mars verður Erling Joensen við Gjógv 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. Leygardagin 27. februar kl 16.00 hevði Havnar Hornorkestur konsert í Løkshøll Jóannes S. Hansen Mynd: Regin Bjarnastein Tíbetur fór eg á konsert eins og eini 40 onnur. Uttan fyri stóð Ove Olsen ork­ esturleiðari og tók ímóti. Eg kann ikki siga annað enn, at hetta gjørdist ein av teimum heilt stóru tón­ leikaligu upplivilsunum henda vakra kavadagin. Heilt frá fyrstu taktunum til endan virkaði orkestrið fult av spæligleði, væl saman­ spælt og vælupplagt. Tit spæla bara so væl. Spælið var reint og præcist og virk­ aði alla tíðina áhugavert fyri okkum, sum lurtaðu. Ongir vilstir tónar, sum drógu heild­ arstøðið hjá orkestrinum skeiva vegin, nei øll kendu sína uppgávu. Stuttligt at síggja, at allir aldursbólkar eru umboðaðir í orkestr­ inum. Tað er eisini kynstrið at seta nýggjar kreftir við, so orkestrinum verður lív lagað. Skráin Tað var ein vælvald skrá, sum vit fingu í hondina – 8 verk, sum tað tók orkestrin­ um 45 minuttir at spæla. T. d. framførðslan av The Lost Chord hjá Sullivan, Summit hjá Frank Seymour, Just a Closer Walk With Thee og Intrada – Ein feste Burg hjá Luther her lagt til rættis av Ray Farr, Bohemian Rap­ sody hjá Mercury, og Rav­ enswood hjá William Rimm­ er. Einir tríggir sálmar vóru eisini á skránni ­ sum teir vóru væl spældir. Gjøgnum konsertina fingu vit eisini høvi at hoyra góðar solistar, sum loystu sínar uppgávur til fullnar. Ein valvæld og áhugaverd skrá fyri áhoyrarnar. Áðrenn hvørt verk hugleiddi Ove stutt um verkið, og var tað eisini við til at gera konsertina meiri áhugaverda. Ove Olsen var dirigentur og mangan hevur hansara verumáti og hollu royndir sum dirigentur komið ork­ estrinum tilgóðar. Við Ova sum leiðara og øðrum góð­ um kreftum er Havnar Horn­ orkestur eitt av okkara bestu hornorkestrum. Vit takka tykkum fyri løtuna og vóna at vit skjótt síggja tykkum aftur í Løkshøll. Havnar Hornorkestur í Løkshøll Fyri 20 árum hildu fýra føroysk bløð til á Argjum, tey vóru: Sosialurin, 14. Sep­tember, Dagblaðið og Fríu Føroyar Sosialurin skrivar leygardagin 3. mars 1990 um, at síðan Sosialurin flutti út á Argir fyri átta árum síðan, eru trý bløð komin afturat á Argjum. Fyri hálvum øðrum ári síðan flutti blaðið 14. September út á Argir, og í gjár kom fyrsta Dagblaðið út á Argjum. Fríu Føroyar hava verið á Argjum síðan blaðið fyri sjey árum síðan kom út fyrstu ferð. Fríu Føroyar leigaðu í sama bygningi sum Sosialurin, Dagblaðið helt til í Albert Hall og 14. september heilt til við Reynsgøtu. Í sambandi við at Sosialurin kemur nú skal koma út fimm ferðir um vikuna er eitt blaðfólk sett afturat . Tað er 22 ára gamli Sjúrður Skaale, sum er yngsta blaðfólk á Sosialinum. Blaðið skrivar eisini at Útvarp Føroya fær nýggja bygnað eftir at Jógvan Jespersen hevur tikið við sum útvarpsstjóri. Kelda: Sosialurin 3. mars 1990 Fyri 20 árum síðan: Fýra bløð á Argjum