mikudagur 3. mars 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 • 3. mars. 2010
MIÐvIkaN
17
ikki nógv fyri reiðaríið. Heldur enn
at venda sær móti skiparanum
“tillader Rederiets Repræsen
tant i Retten sig en saadan
Tarvelighed som den at forlange
Styrmand Evensens Forklaring
over, hvorfra han havde faaet
Penge til Hjemrejsen, og
hvorfor han ikke havde taget
Pengekassen med, da han var
nede i Kahytten, umiddelbart
forinden han gik i Baaden.
Mens Kaptajn Jensen
behandles med den mest udsøgte
hensynsfuldhed, sjofles og
mistænkeliggøres den færøske
Styrmand med et ligesaa dumt
som krænkende Forhør over,
hvorfra han har faaet Penge til
Rejsen. Og dette tiltrods for, at
vor Landsmand, hvis sjældne
Dygtighed og Mod som Sømand
alle er enige om at berømme,
kun har oppebaaret Løn for en
Maaned lige siden Selskabets
Damper Kong Inge sidst
Nytaarsdag forliste ved Island.
Og so loyva teir sær at “krænke
en Djærv og ærlig Sømand med
et Spørgsmaal som dette.”
Pengar til heimferðina fekk
Christian m.a. frá pápanum.
Virksemi úr Hull
Christian giftist í Hull við Amy
Black f. 14.4. 1879. Tey fáa seks
børn: Gladys Essery, Peter, Amy,
Mona Rendall, Margrethe Cox og
Frida Moore. Nær hann er fluttur
til Hull vita vit ikki, men Peter,
sum var næstelstur, var føddur í
1909. Tískil hevur hann helst búð
í Hull, tá ið hann var við Konge
Inge og Trygve.
Í Hull fær Christian sær ein
stóran flota av trolarum og
línubátum, skrásettir í Føroyum.
Lutvíst átti hann skipini sjálvur,
og lutvíst var tað sum umboð fyri
reiðaríið Black & Co í Hull har
Cristian var versonur.
Tey skip, sum eru skrásett í
Føroyum, vóru:
“Karen of Thorshavn,” bygd
1894. Hækbygget af Jern paa
Klink. Skruedampskib – 2 master.
Bundslæbende fiskeri. Fører:
Mortan Johan Mortensen af
Arge. Skrásett 15.12.1908.
Hetta hevur sum tað skilst verið
ein trolari, og tað sama hevur
verið galdandi fyri tey flestu um
ikki øll tey fylgjandi skipini.
· “Syv Søskende af Thorshavn”,
skrásett 15.12. 1908.
· “Thora af Thorshavn”, fører Samuel
Johannes Jensen, skrásett 9.2. 1909.
· “Cicilia af Thorshavn,
skrásett 9.2. 1909.
· “Nansen af Thorshavn”,
skrásett 23.3. 1909
· “Finsen af Thorshavn”,
skrásett 22.3. 1909
· “Poulina af Thorshavn”,
skrásett 28.3. 1909
· “Dorthea af Thorshavn”,
skrásett 15.7. 1909
· “Earl of Hereford af Thorshavn”,
skrásett 31.12 1912
· “Erling af Thorshavn”,
skrásett 27.8 1914
· “Fezante af Thorshavn”,
skrásett 31.12 1916.
· “Romilly af Thorshavn”,
skrásett 31.12 1916
· “Grani af Thorshavn”,
skrásett 23.3. 1916. Skipari Poul
Jacob Højgaard, Toftir
· “Eirikur af Thorshavn”,
skrásett 3.2. 1917. Skipari Mortan
Johan Mortensen
· “Mars af Thorshavn”,
skrásett 12.12.1917
Her er talan um minst 15 skip,
og øll hava tey Thorshavn í
navninum. So Christian hevur
verið við til at gera Havnina
kenda um høvini.
Hetta vóru so skip, sum komu
at gera mun í Føroyum, tí tey vóru
eisini mannað av føroyingum.
Tingakrossur skrivar í 1911, at tað
kanska fór at standa á at manna
allar sluppirnar hetta árið, tí so
nógvir føroyingar fóru við enskum
og skotskum trolarum. Bara á Eiði
fóru 23 mans sum flekjarar við
einum stórum móðurskipi, sum
trolarar skuldu veiða til. 24 mans
vóru tá knýttir at trolarafelagnum
hjá Christian Evensen. Hetta
merkti, at einar fýra manningar
vóru færri til sluppirnar.
Loysti seg betri at
veiða sild enn tosk
25. juli 1911 fór Christian
Evensen av Havnini við tveimum
trolarum á sildaveiðu undir
Íslandi. Prísurin á toski var so
lágur, at tað loysti seg ikki at
fiska hann, men útlit vóru til, at
sildaprísurin fór at vera góður.
Hann hevði annars verið lágur, tí
so nógv sild var veidd.
Tilsamans vóru 36 manns
við báðum trolarunum – 12
føroyingar, 12 norðmenn og 12 úr
øðrum londum.
Fyri at kunna flyta sildina til
útlandið, tá ið lagaligast bar til,
hevði Christian Evensen eisini
eitt farmaskip við sær, sum skuldi
flyta sildina til Svøríkis, har hann
ætlaði at selja hana.
Hann hevði eisini roynt
sildaveiðu undir Íslandi árið fyri.
Tá bar ikki til, og hann misti kr.
20.000. Men sum hann sjálvur
segði, at “skal mann fáast
við sildaveiðu í stórum líki, so
nyttar einki at gevast fyri at man
einaferð setur pening til.”
Hann hevði tvær støðir á
Eyafirði, har Akureyri liggur inni í
botninum. Her varð sildin landað
og hagreidd til útflutnings.
22. august var norski damparin
Valhall á Havnini. Hann hevði
3.700 tunnur av sild, sum hann
fór til Keypmannahavnar við. Bert
tann eina dagin høvdu skipini
hjá Christian Evensen fingið
1.500 tunnur. Valhall var aftur á
Havnini síðst í september á veg
til Keypmannahavnar við 3.600
tunnum av sild.
Eitt av skipunum hjá Chr.
Evensen, Nansen, fórst undir
Íslandi í mars mánaði. Átta
føroyingar vóru við. Øll manningin
varð bjargað.
Ein trolari hjá Chr. Evensen
bjargaði einum enskum trolara
undir Íslandi í august sama ár.
Trolarin var komin ov nær landi,
og manningin var rýmd av honum.
Trolarin hjá Chr. Evensen kom
til hjálpar, tók manningina upp og
sleipaði trolaran inn á Eyafjørð.
Ein føroyingur var við enska
trolaranum.
Føroyingar við
Chr. Evensen
Minst níggju av skipunum hjá
Jens Evensen vóru trolarar, og
hann hevði nógvar føroyingar
við. Hesir fingu rættindi sum teir
annars ikki fingu.
Óla Jákup Christiansen á
Stykkinum var í trý ár við tveimum
av skipunum hjá Christian,
fyrst við Passing um várið og
summarið 1913, og síðan um
heystið og árið eftir við Romilly,
sum Gøtu Anton (Jacobsen) førdi.
Um várið 1915 fóru hesir bátar
at sigla undir eingilskum flaggi og
sluppu tí ikki at fiska í Murrayfirth
innan fyri 10 fjórðingar, sum var
galdandi fyri eingilskar trolarar,
men ikki fyri trolarar, ið sigldu
undir útlendskum flaggi. Hesir
trolarar fóru tí aftur til Íslands at
royna.
Mortan Mortensen á Argjum
førdi Karen, fyrsta skipið hjá
Christian Evensen. Í 1917 førdi
hann trolararan hjá honum
Eirik, og hann var stýrimaður
við honum árini 19181922
við Gøtu Anthon sum skipara.
Stýrimaður hjá Mortani var
Johan Hendrik Rubeksen í Havn.
Mortan var ein av okkara fremstu
trolaramonnum. Hann gekk burtur
við Nýggjaberg í 1941.
Tað sæst í Dimmalætting so
seint sum í 1916, at Christian
Evensen var komin til Havnar við
báðum sildadamparum sínum
Grana og Eiriki undan Íslandi, har
veiðutíðin nú var av fyri árið.
Tilsamans høvdu teir hetta
summar fingið millum 9.000
og 10.000 tunnur av sild, sum
vóru seldar til Onglands. Tað var
Christian Evensen nøgdur við.
Kjartan Mohr skrivaði einaferð,
at mammubeiggin stutt áðrenn
hann doyði hevði keypt sær eitt
stórt øki inni í Runavík, sum
var ætlað til eitt stórt føroyskt
trolarafelag.
Tað hevur verið eitt sindur av
sambandi millum ættirnir. Peter
Even, sonur Jens Mohr, fór sum
ungur til Hull at læra handilsskap
hjá Christian. Men hugurin var
meira til sjógvin, og skjótt fór
hann út at sigla.
Christian Evensen gjørdist ikki
gamal maður, 48 ára gamal. Tað
verður hildið, at hann var deyður í
1920unum.
Peter Evensen
var krígshetja
Peter, sonur Christian, var
onkuntíð og vitjaði ættina í
Føroyum. Hann er tann einasti av
teimum, sum vit vita nakað um.
Hetta er frá minningarorðum í
Daily Telegraph, tá ið hann doyði
í 1995, 86 ára gamal.
Peter var heryvirmaður undir
seinna heimsbardaga. Hann fekk
tað ummæli, at hann var ein
djarvur skipari við góðum úrslitum
í Miðalhavinum.
Tann 19.januar 1943 var hann
skipari á einum torpedobáti í
Opereation Childhood á einum
álopi í Tripoli í Libya í Norður
afrika, sum tá var hersett av
týskarum.
Men hetta endaði við, at 23.
januar kundi Montgomery taka
Tripoli, og var hetta eitt bakkast
fyri týska herin. Evensen fekk tá
heiðursmerki.
Flotadeildin hjá Evensen
arbeiddi fram við strondini í
Sisilia og í Mesinna strætinum
í september 1943 sum ein
bjargingareind. Teir fingu bjargað
22 niðurskotnar flogskiparar.
Nakrir av teimum vóru týskarar.
Christian Peter Evensen var
føddur 21. mai 1909 og fekk
útbúgving við Scarborough
háskúlan áðrenn hann fór í
flotan, har hann mest sigldi við
troppaskipum til fjareystur.
Hann var sera hógligur
maður. Hóast hann var kallaður
“fearless” (óttaleysur) var hann
ein skilamaður út í odd og egg,
sum ikki tók sær óráð fyri.
Tá hann at enda kom skaddur
heim aftur frá sínum virksemi
í Miðalhavinum, hevði hann
yvirlivað nógv vandafull tiltøk, og
hann varð virdur av øllum, sum
vóru saman við honum.
Peter fór úr flotanum í 1947.
Eftir at hava fingið eina landbún
aðarútbúgving var hann skrivari
hjá bóndafelagnum á staðnum.
Evensen átti ein son í fyrra
hjúnarlagnum. Við seinnu konuni
Aletha Archer fekk hann ein son
og tríggjar døtur.
➘
Alethea og Christian Peter Evensen í 1947.
Hann var uppkallaður eftir pápanum
Í komandi parti
verður greitt frá próstinum
Jens Christian Evensen,
pápabeiggja Christian
Evensen