Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 18 nr. 43 • 3. mars. 2010 H enda lýsing av Villa skal byrja við einum av brøvunum, hann sendi mammubeiggjanum Poul Müller í 1901, og lýsir hetta hann sum ein gløggan drong. Kære Onkel Poul Jeg ønsker dig et glædeligt Nytaar. Tak for Tøjet og Bøgerne. Jeg har været ved et Sted som hedder Karsut med Carl Fleischer (sonur kolonistjóran.) Jeg var Kusk næsten hele Vejen. Til Jul fik jeg en Sabel, Bøsse og en Hat, en Skovl fra Mor og en Kasse Klasser fra Far. Til min Fødselsdag fik jeg en Notebog fra Far, en 5 Øre fra Guttorm, et par Muffediser fra Frøken, et par Bukser fra Mor, 2 kr. fra Evensen og fra Bendixen et Skib, som hedder Dagmar. Vi slog Katten af Tønden. Katte­ kongen hed Josef. Han fik et halvt Pund Chokolade og 25 Øre. En venlig hilsen fra Frøken og din hengivne Søstersøn Vilhelm Joensen Hildu Vilhelm verða deyðan Fyrstu ferð eg frætti um Vilhelm var í samrøðu við Andreas í Tarti í Oyndarfirði. Hann arbeiddi tá saman við Edvin Thomsen úr Nólsoy. Edvin hevði gott samband við tann ovasta á hernaðarskriv­ stovuni. Teir kallaðu hann Captain Johnson. Teir báðir høvdu dagligt samband. Johnson hevði við allar tropparnar sum komu úr Amerika at gera. Hetta var Vilhelm Joensen. Joensen er so blivið til Johnson í Amerika. Vilhelm fortaldi sína lívssøgu fyri Edvin, og hon hevur verið spennandi. Edvin fortaldi so mikið fyri Andreas, at Vilhelm hevði verið so leingi burtur úr Føroyum, at tey hildu hann vera deyðan. Tað tykist, sum at hann er farin úr Føroyum umleið 1907, og at hann hevur verið við einum skipi, sum kallast "Viking". Ættin heima hevur frætt frá honum at byrja við. Men brævaskiftið tykist at vera steðgað í 1914. Longu í 1911 skrivar mamman, at hon vónaði, at tað var leti og ikki sjúka, sum var orsøkin til, at hon einki frætti frá honum. Vilhelm sigldi undir fyrra heimsbardaga yviri í Amerika sum kapteinur. Hann ætlaði sær at koma heim eftir bardagan, men hann misti alt, sum hann átti. Tað er eingin sum veit hví. So mátti hann fara út aftur at sigla, og sigldi hann sum skipari umborð á ferðamannaskipi. Mammubeiggin leitaði í Amerika Í langa tíð frætta tey einki frá Vilhelm heima. Brøv, tey sendu, komu aftur. Mamman Amalia veit sær ikki onnur ráð enn at venda sær til beiggjan Hans Christian í USA at biðja hann hjálpa sær at finna fram til Vilhelm. Hesum greiðir Hans Christian eisini frá í brøvum til systrina Petru fyrst í tjúgunum, har hann skrivar: ”Jeg begynder selv at blive urolig over Vilhelm og kunde jo skrive til konsulen om at søge oplysninger om ham, men jeg mangler bestemte fakta om de tilbagesendte breve m.m., som han maa have for at lede sine undersøgelser, for det er hvad der er nødvendigt. Konsulen ved naturligvis ikke meget om ham, men ved kompagniet, maa der være nogen, som kan give oplysninger." Í einum seinni brævi frá Hans Christian skilst, at Vilhelm í hvussu er er funnin: ”Amalias drenge forstaar jeg ikke. Vilhelm, som jeg jo mødte og syntes godt om, og med hvem jeg troede, jeg stod paa den venligste fod, rejste uden at sige eller skrive et ord. Hans ikkeskriven til moderen er selvfølgelig uforstaaelig med mindre hun har irriteret ham i sine breve. Hun skriver ikke altid de lyse sider af livet ned, men det er der faa paa Færøerne, som lægger sig efter. Det er da godt, han er i behold. Jeg begyndte at blive bange. Guttorm kender jeg jo aldeles ikke, men maaske har det gaaet skævt paa Færøerne for ham, saa er det jo godt, at han kommer ud og prøver sig. Det er morsomt nok, at de to grønlandske brødre søger de sollyse strande." Destroyari at vitja Amaliu Framvegis letur Vihelm ikki frætta frá sær til mammuna. Men tey frætta tó heima, at tað eru føroyingar, sum hava hitt hann í Íslandi. Tá fær hann at vita, at mamman framvegis er á lívi. Tá hendir eisini nakað. Á vári 1943 fyrst kemur ein amerikan­ skur destroyari í Nólsoyarfjørð áveg úr Íslandi til Bretlands. Bátur verður settur á sjógv. Hann leggur at bryggju við einum ferðamanni. Tá er tað Vilhelm, sum kemur at vitja mammuna, sum nú var gomul. Hann var so heima ein mánaða ella so. Niels J Arge skrivar í "Teir sigldu úti", at hann undan krígn­ um var ovasti hjá amerikanska herflotanum í New York harbour. Meðan hann var í Íslandi, hevði hann heitið admiralur. Villi var við í innrásini í Franka­ ríki D­dagin, 4.juni 1944, har hann stjórnaði øllum sleipibátunum á innrásarstrondini. Heiðraður av Truman forseta Aftaná kríggið fekk Vilhelm heiðursbræv frá sjálvum Truman forseta. Tað finnast eisini onkur skjøl, sum geva onkrar ábend­ ingar um hansara lív í USA. Tað er ein sjófartsbók, sum vísir, at hann er amerikanskur ríkisborgari og hevur bústað í Kalifornia. Í 1942 fær hann fylgjandi jólaheilsan á norskum: "Vårt folk gir aldrig tapt! I nød bliver hjertet purret og navnløs dåd bliver øvet." Hetta man hava verið hildið at vera hóskandi fyri Villa. Vilhelm var ógiftur. Hann hevur verið ein av teimum, sum hava verið við at seta Føroyar á landkort­ ið úti í heimi. Hann doyði í 1949. Systkini hjá Villi Um systkini hjá Villa kann sigast, at Kiss var sjómaður. Hann sigldi úti og var seinni bátsmaður við Tjaldrinum. Hann búsettist seinni í Keypmannahavn og var at enda riggari á Burmeister & Wain. Kiss var við tí stóra danska dampskipinum Jægersborg, sum varð torpederað og sakk út fyri bretsku eysturstrondini í 1916. Kiss slapp við lívinum frá hesi hending. Triði beiggin var Guttorm, sum var so dúgligur at skriva til Villa. Hann kallaðist eisini Hans Egede eftir apostli Grønlands. Hann bleiv skrivstovustjóri hjá Nilfisk, sum framleiddi dustsúgvarar. Yngstur av synunum var Olaf Petræus. Hann var tann einasti av beiggjunum, sum búsettist í Føroyum, og sum eigur eftirkomarar í Føroyum. Ebba, sum var einasta av systkjunum, sum var føtt í Føroyum, giftist við Johan Schrøter. Tey fingu sonin Kjartan, og hjá teimum eru heldur ikki eftirkomarar í Føroyum. Tey fingu eisini dóttrina Ásu, sum giftist í Bretlandi við eium lækna, Tey fingu børn. Vilhelm heiðraður av sjálvum Truman forseta Í seinasta partinum fekst ein lýsing av fyrstu tíðini hjá Vilhelm hjá Grønlands Johan til sjós. Her skal verða greitt frá, hvussu tað annars gekk honum og hinum systkjunum Villi hjá Grønlands Johan sum heryvirmaður Heiðursbrævið frá Truman. Tað ljóðar nakað soleiðis í føroyskari týðing. Til tín, sum fylgdi kallinum frá tínum landi og tænti herflotanum við at jarðleggja fíggindan fullkomiliga, takki eg tær hjartaliga vegna tjóðina. Tú tók á teg eina stóra uppgávu sum kravdi dirvi og sálarstyrki. Av tí, at tú vísti vit og skil og dømievni, sum vóru neyðug fyri at fremja hesa uppgávu, rokna við framvegis við tínum leiðaradygdum og fyridømi í leiðsluni av okkara landi í friðartíð. Harry Truman Einkarsystirin Ebba Schrøter á ungum árum Müllersættin: