fríggjadagur 28. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 249 - 28. desember 2001
Nr. 249 - 28. desember 2001
3
Johan Mortensen og
Óla Svenn Nolsøe
hava keypt meirilutan
av partabrøvunum í
Restorffs Bryggjarí og
fara nú av álvara at
taka kappingina upp
við tað innflutta ølið.
Teir halda tað avgjørt
vera pláss fyri
tveimum bryggja-
ríum í Føroyum.
Kappingarneytin
verður ikki Føroya
Bjór men innfluttur
fløskurnar sigur Óla
Svenn Nolsøe, sum
verður stjóri á meira
enn 150 ára gomlu
havnarfyritøkuni
VINNA
Jan Müller
Eitt tað elsta bryggjaríið í
danska
kongaríkinum,
Restorffs Bryggjarí við
Landavegin í Havn hevur
skift eigara. Óla Svenn
Nolsøe og Johan Morten-
sen í Havn hava keypt 57%
av partabrøvunum í fyri-
tøkuni frá Lenu Mørk og
Åge Andersen og fara við
keypinum at menna søluna
av tí so kenda og væl-
smakkandi sodavatninum
og ølinum. -Vit ætla okkum
ikki at kappast við Føroya
Bjór, men heldur at taka
kappingina upp við ta
innflutta danska ølið og
sodavatnið sigur Óla Svenn
Nolsøe, sum verður stjóri á
bryggjaríinum í høvuðs-
staðnum. Hann vísir á, at
teir fara at halda fram við tí
góða samstarvi, sum hevur
verið við Føroya Bjór á
fleiri økjum og heldur fyri,
at tað er pláss fyri tveimum
bryggjaríum í Føroyum.
Marknaðurin er stórur nokk
til bæði tvey og eiga tey at
leggja seg eftir at gera eina
so góða vøru, at føroyingar
minka um keypið av út-
lendskum øli og sodavatni.
Ola Svenn Nolsøe heldur,
at bæði føroysku bryggja-
ríni skuldu føla seg sum
kollegar heldur enn sum
kappingarneytar.
Hann
heldur eisini, at føroyska
ølið er fult á hædd við tað
danska. Tað er henda
vitanin, sum má koma
longur út til fólk. Sama er
galdandi fyri sodavatnið.
Óla Svenn Nolsøe, sum í
dag er stjóri hjá bilasøluni
Ford, fer at røkja bæði
stjórastørvini at byrja við.
Við hesum nýggja arbeið-
inum kemur hann bókstavi-
liga sagt heimaftur til røt-
urnar, nú barnaheim hans-
ara er næsti granni hjá
Bryggjaríinum.
Óla Svenn Nolsøe sigur,
at hugskotið til at keypa
bryggjarríið
kemur
frá
Johan Mortensen, sum ann-
ars ikki er nakar ókendur
vinnulívsmaður. Hann var
leingi stjóri hjá fiskasølu-
virkinum Marr & Company
og hevur sseinastu árini
verið umboðsmaður hjá
Amerada Hess og er í dag
stjóri á deildini hjá olju-
felagnum Anadarko.
Teir báðir hava stovnað
felagið Camelot, sum skal
reka bryggjaríið. Óla Svenn
Nolsøe sigur, at fyritøkan
er væl rikin og er hon
nútímansgjørd,
eitt
nú
hevur ráðgevi úr Danmark
ment vørurnar soleiðis at
teir nú fara at leggja seg
eftir at menna søluna eisini.
Nýggja stjórastarvið skuldi
passsað sum fótur íhosu til
útbúgvingina
hjá
Óla
Svenn Nolsøe, sum er út-
búgvin civilverkfrøðingur
við
matvøruframleiðslu
sum sergrein.
Minningarorð um
Hannis Arge
30.september andaðist Hannis Arge 74 ára gamal.
Hannis giftist við Brynhild- ættað úr Miðvági- í
1949 og fingu tey fýra børn. Teimum untist at vera
gift í 52 1/2 ár og megnaðu at geva okkum eitt trygt
og gott heim. Mamma tað er svárt hjá tær at hava
mist kæra mann tín, tí tit vóru jú altíð saman.
Babba eg ynski bara at vísa mín longsul eftir tær,
serliga nú tú ikki ert millum okkum hesi jól. Tað er
so kensluborið, og lívið reflekterar aftur og aftur.
Tað verður so tómligt, tá vit øll børn og abbabørn
tíni fara oman til mammu jólaaftan at vera saman,
og tú ikki verður millum okkum. Tú elskaði jú, at
vit øll vóru saman henda dag, og stuttligt var, tá tú
plagdi at deila jólapakkarnar út, tað var nakað
serstakt.
Tað besta av øllum er tó, at tú, babba, var so
glaður fyri størstu jólagávu av øllum- fyri
jólaboðskapin- at Jesus kom niður av himli og varð
føddur inn í henda heim sum menniskja og virkaði
í 33 ár, til hann hevði fullført frelsuætlan Guds fyri
alla mannaættina. Hesa gávu takkaði tú Gudi fyri,
og jólaaftan syngur tú við tí himmalska kórinum
og lovprísar Gudi fyri Jesubarnið.
Babba, eitt veit eg, og tað er, at vit síggjast aftur.
Takk fyri alt mín elskaði pápi.
Dóttir tín Marita
Tøkk
Hjartaliga takk fái øll tit, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá ið kæri maður, pápi, verpápi, abbi
og langabbi okkara
Tórbjørn Hentze,
á Argjum
lá sjúkur, doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk øll tit, ið trúliga vitjaðu hann
og bóðu fyri honum.
Hjartans tøkk øll tit, ið fylgdu honum til gravar.
Øll tit, ið sendu blómur, kransar og peningagávur
til Missiónshúsið við Landavegin.
Hjartans tøkk til Berg D. Joensen, prest,
kirkjutænarar, sangarar og berarar og øll tit,
sum á ymiskan hátt tóku eina hond í.
Harrin signi tykkum øll
og gevi tykkum eini gleðilig jól og signað nýggjár.
Fyri tey avvarðandi
Ingibjørg,Torfinn, Ragnar og Rúni
Minningarorð um pápa mín
Tór Henriksen
Nú jólini nærkast kann eg ikki lata vera við at lata
tankarnar fara til pápa mín, sum farin er í hesum
árinum.
Hetta verða so fyrstu jól, ið tú góða mamma og
vit øll eru uttan hann, um hann ikki gjørdi so nógv
um seg, er saknurin stórur.
Eg má siga, at eg eri sera takksom fyri, at mær
untist við familju at verða saman við tær og
mammu síðstu jól. Tað var sera hugnaligt. Hetta
var fyrstu ferð, eg var og helt jólaaftan saman við
tykkum í 22 ár. Lítið vistu vit, at tað skuldi verða
síðstu jól hjá tær babba. Í nógv ár var tú so sjúkur
og troyttur og tú bar tað so stillisliga, ikki tú
gramdi teg, sjávlt um tú hevði nógva pínu og var so
trongur. Eg vil siga tað soleiðis, akkurát sum tað
stendur í bíbliuni: tú bar tað so stillisliga eins og
lamb, ið ikki lat upp munn sín. Av tí sama bar tú alt
so einsamallur, vit kundu so lítið hjálpa. Men tú
góða mamma, tú hjálpti so væl tú kundi og hugn-
aði so væl um hann. Tað eru vit tær sera takksom
fyri.
Tit fingu 6 børn, 4 gentur og 2 dreingir, eisini
fingu tit 25 abbabørn og 7 langabbabørn. Tað var
tú so ógvuliga stoltur av.
Ja, bert 72 ára gamalt, tá tú ikki orkaði stríðið
meira, sjálvt um um eg sakni teg nógv, unti eg tær
væl at sleppa vekk herfrá heim í tær ævigu
bústaðir, har ongin kreft, bara gleði. Eg sigi fyri
meg, eg ætli mær at møta tær aftur har heima.
Og til góðu mammu, má Harrin hjálpa tær í
sorgini og styrkja teg til hvønn dag.
Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um babba og
siga takk fyri alt.
Heilsan Anna Petra
Lag: Mánin hann skein
Faðir vár tú sum
í himni er, heilagt
verði navn títt, komið
ríkið títt, verði vilji
tín so sum í himli
er gev oss í dag várt
breyð, ja alla tíð.
Leið okkum ei í freistingar
men frels oss
frá tí ónda, tí títt
ríkið, valdi og heiðurin og alla tíð, amen.
Halleluja ja amen.
Restorffs Bryggjarí á nýggjar hendur:
Taka kappingina upp
við danska ølið
C
M
Y
K
3
2
FISKIVINNA
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Nótabátarnir hava gjørt eitt
stak gott ár í ár. Og tað
merkist eisini hjá teimum
sum hava siglt við hesum
skipum.
Hvussu
stórur
manningarparturin er, kann
vera eitt sindur ilt at siga, tí
tað
velst
um
hvussu
grammir menn eru og
hvussu nógvar dagar teir
eru við. Men roknað um pr.
fiskidag, so hevur mann-
ingin á teim stóru nótabát-
unum fortjent yvir 4000
krónur um dagin.
Og teir stóru bátarnir
talan eru um eita Norðborg,
Tróndur í Gøtu, Christian í
Grótinum og Krúnborg.
Norðborg hevur fiskað
fyri millum 90 og 95
milliónir krónur. Norðborg
er tann nótabáturin sum
hevur fingið mest burtur úr
fonginum. Hetta kemst av,
at teir skera sildina umborð
og á tann hátt virðisøkja
hana.
Tróndur í Gøtu hevur
fiskað fyri nakað yvir 80
milliónir
krónur.
Hann
tekur 800 tons meira enn
eitt nú Christian í Grót-
inum. Christian í Grótinum
hevur
avreitt
fyri
80
milliónir krónur og Krún-
borg hevur avreitt fyri beint
undir 80 milliónir krónur.
Jupiter
og
Jón
Sigurdsson hava avreitt fyri
um 40 milliónir og Finnur
Fríði og Saksaberg hava
fiskað fyri 30 milliónir
krónur.
Tann maðurin sum hevur
verið mest við Norðborg
hevur verið 205 dagar í
sjónum. Hann hevur vunn-
ið yvir 800.000 krónur í ár.
Nótabátarnir fara á ma-
krel tvær tær fyrstu vik-
urnar í nýggja árinum og
síðan verður farið at fiskað
svartkjaft og lodnu. Lodnan
verður fiskað í Barents-
havinum og undir Íslandi.
Útróðrarmenn
nummar tvey
Næstur til at vinna nógvan
pening eru útróðrarbátarnir
og serliga teir sum royna
við línu. Vit hava í skriv-
andi løtu ikki nøkur endalig
tøl, men manningarparturin
á einum av teimum stóru
útróðrarbátunum,
sum
royna við línu í Klaksvík í
ár er yvir 400.000 krónur.
Manningin á teim stóru nótabátunum:
Dagslønin 4000 krónur
Tað hevur loyst seg at siglt við nótabátum í ár
Eldorado
var ball-
ingartúr
í Nólsoy
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Upplýsningarnir sein-
asta hósdag, sum vakt-
havandi á Vaktar og
Bjargingartænastan
hevur um útróðrar-
bátin
Eldorado
úr
Klaksvík, ið var sakn-
aður seinasta mikudag
passaðu slett ikki. Vit
skrivaðu at hann hevði
sleipað Almu J.
Manningin á Eldo-
rado fór av Borðoyar-
vík
klokkan
fimm
seinnapartin
miku-
dagin. Teir skuldu á
Klaksvík og tað tekur
ikki meira enn ein tíma
at sigla. Men teir vóru
ikki
komnir
fram
klokkan 10 á kvøldi og
fólk gjørdust bangin.
Brimil og Tjaldrið
leitaðu og eisini ein
bátur
úr
Klaksvík.
Klokkan tvey um nátt-
ina
hevði
Tjaldrið
samband við Eldo-
radu. Hann var tá
staddur út fyri Rituvík
á veg norður eftir. Teir
høvdu verið úti í Nóls-
oy og ballast og høvdu
sløkt telefonina.
Vaktartænastan sig-
ur, at hendingin fær
eftirspæl.