Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ELDSBRUNI Stefan í Skorini Seinnapartin sunnudagin 23. desember varð boðað frá einum eldsbruna í ein- um húsum undir Gráasteini í Havn. Hetta er tann part- urin av Landavegnum, ið liggur uttanfyri ringvegin. Vakthavandi á løgreglu- støðini í Havn sigur, at eld- urin stóðst av einum skammlopi í einum sjón- varpi. Ein eldri kvinna búði í húsunum, og hon var einsamøll inni, tá eldurin kyknaði. Ein ommusonur hennara fekk hana út úr húsunum í øllum góðum. Øll miðhæddin í húsin- um er illa farin av eldi. Eldur av skammlopi Øll miðhæddin av húsunum fór illa í eldinum HARÐSKAPUR Stefan í Skorini 2. jólakvøld fóru tveir ungir dreingir til hendurs í KÍ- høllini. Ein 15 ára gamal tók ein felliknív fram og rendi hann í ryggin á einum 18 ára gomlum. Maðurin fekk bara eitt lítið prus í ryggin, tí hann var í tjúkkum jakka, ið tók stoytin. Nógv fólk var á staðnum, og tey tóku tann unga dreingin og sendu boð eftir løgregluni, sum handtók hann. Barnaverndin varð síðani boðsend at koma á løgreglustøðina, tí drong- urin er so ungur. Faðir dreingin kom á støðina eftir honum. 15 ár er kriminelli lág- marksaldurin, og tí verður drongurin skuldsettur fyri harðskap. Málið verður sent fútanum, ið skal taka støðu til, um ákæra verður reist. HÚSAÓFRIÐUR Stefan í Skorini Náttina til hósdagin fekk løgreglan í Vágunum fráboðan um húsaófrið í Sørvági. Fólk, ið vóru ávirkað av rúsdrekka, vóru komin til ilnar, og neyðugt varð at senda boð eftir løgregluni. Hon handtók ein mann, ið framvegis svav rúsin av sær hósmorgun- in. Enn er ikki avgjørt, um maðurin verður skuldsettur fyri nakað. Talan er um ein miðaldr- andi mann, ið misti tam- arhaldið á sær sjálvum hesa náttina. FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini Hósmorgunin klokkan seks fór streymurin í einum parti av bygdini í Vestmanna. Orsøkin var, at ein førari mist tamar- haldið á bilinum vegna hálku. Bilurin rendi í ein el-steyra, ið brotnaði, og linjurnar slitnaðu. Hetta hevði við sær, at ein partur av bygdini misti streymin eina løtu. Menn frá SEV vóru tó skjótir á staðnum og settu nýggjan steyra upp og umvældu el-linjurn- ar. ÚTGÁVA Stefan í Skorini Meginfelag Føroyskra Studenta hevur givið út sættu útgávuna í ár av studentablaðnum Fjøln- ir. Hetta er seytjandi árg- angur. Blaðið inniheldur tilfar, ið er áhugavert hjá lesandi føroyingum. Eitt nú ger blaðið sín- ar viðmerkingar til mál- ið um føroyingar á Oyrasundskollegiinum. Harumframt er eisini hópur av løttum tilfari, og nógvar sera áhuga- verdar myndir verða al- mannakunngjørdar í blaðnum. FERÐSLUÓHAPP Stefan í Skorini 1. jólakvøld var eitt lítið ferðsluóhapp í Elduvík. Ein bilur, ið stóð parker- aður, fór á glið oman ígjøgnum eina brekku í bygdini. Hóast bilurin stóð í geari, og hond- bremsan var uppi, so fór hann á glið í hálkuni. Bilurin fekk stóran skaða av óhappinum. Knívur á lofti í KÍ-høllini Maður handtikin í húsaófriði Streymurin fór av ferðsluóhappi Brutu inn at drekka INNBROT Stefan í Skorini Náttina til jólaaftan klokkan trý korter til trý fekk løgreglan í Runa- vík eina fráboðan um innbrot á Fiskavirking í Runavík. Løgreglan fór beinan- vegin á staðið og fann seks ungar dreingir inni í bygninginum. Orsøkin til innbrotið var, at tað var ov kalt í veðrinum, at ganga úti, og tí vildu teir verma seg inni á virkinum. Tá løg- reglan kom fram á teir, sótu teir inni og drukku, tí tað var so kalt úti. Teir vórðu tó hand- tiknir og skuldsettir fyri innbrot. Fjølnir útkomið Bilur fór á glið 4 Nr. 249 - 28. desember 2001 Nr. 249 - 28. desember 2001 5 Landsverkfrøðinguri n og hovbingar eru ósamdir um endurgjaldið fyri grótið, sum verður tikið burtur ENDURGJALDSKRAV Áki Bertholdsen Arbeiðið at bøta um ein tann ringasta og vanda- miklasta landsvegin í øllum landinum, er nú steðgað. Í nakrar vikur hevur Landsverkfrøðingurin arbeitt við at spreingja ein kneysa burtur fyri at at gera tað allarsmalasta av veg- num omanfyri Hov í Suð- uroy, breiðari, men nú er arbeiðið steðgað. Orsøkin til, at arbeiðið er steðgað, er, at hovbingar hava kravt nógv meiri endurgjald enn Lands- verkfrøðingurin vil lata fyri grótið, sum verður tikið burtur. Tí hevur hagastýrið nokt- að Landsverkfrøðinginum at halda fram við arbeið- num og tískil er tað steðg- að. Hovsvegurin er ein tann vánaligast og vandamikl- asti landsvegurin í øllum Føroyum, men júst á hesum strekkinum, sum her er talan um, er hann ser- stakliga ringur: Har er bara pláss fyri einum persónbili, har er onki útsýni og framvið vegnum er ongin bilaverja. Ætlanin er at gera tunnil ímillum Øravík og Hov og peningurvarð settur av til endamálið á fíggjarlógini fyri í ár at fyrireika arbeiðið fyri. Men av tí, at farið verður ikki undir tunnilin nú kortini, er tað gjørt av at brúka peningin til onnur endamál í Suðuroynni. Hildið varð, at hann var frægast farin til at breiðkað eitt strekki omanfyri Hov, sum er serstakliga smalt. Tað eru nakrar vikur síðani at farið varð undir arbeiðið. Grótið, sum er sprongt burtur, hevur verið brúkt til at fylla út niðri á havnarlagnum á Tvøroyri. Men so gjørdu hovbingar vart við, at teir vildu ikki góðtaka endurgjaldið, sum Landsverkfrøðingurin vildi lata fyri lendið, sigur Her- mundur Michelsen hjá Landsverkfrøðinginum í Suðuroy. Hann sigur annars, at munnlig avtala varð gjørd við hagastýrið í Hovi um endurgjaldið. Men tá ið semjan skuldi fellast á pappír, kravdi hovbingar meiri. – Tískil er arbeiðið nú steðgað. Hann sigur, at Lands- verkfrøðingurin letur van- liga letur 12 krónur fyri fer- meturin av haga. – Tað vilja hovbingar ikki góðtaka. T.d. vilja teir eisini hava Landsverkfrøðingin at gera ymisk arbeiði, eitt nú eina rætt, í endurgjaldi fyri grótið. –Tað hevði verið nógv dýrari og tað vil Lands- verkfrøðingurin ikki góð- taka. Hermundur Michelsen sigur, at nú liggur arbeiðið helst stilt, til lendið er ognartikið, men at tað kann taka fleiri mánaðir, so arbeiðið verður neyvan tikið uppaftur,fyrrenn út ímóti sumri. Øssur Hammer, formað- urin fyri hagastýrið, váttar at hagastýrið hevur steðgað arbeiðnum. – Landsverkfrøðingurin hevur bjóðað okkum 12.000 krónur fyri 1.000 fermetrar, men tað vilja vit ikki góðtaka, tí teir fara avstað við øllum grótinum til útbyggingr á Tvøroyri, sigur hann. Mett verður, at eini 10.000 tons av grótið skulu sprongjast burtur. Arbeiðið á vandamiklum vegi í Suðuroynni lagt stilt Maskinurnar hava nú staðið stillar í einar tríggjar vikur og sostatt er arbeiðið at bøta upp á ein tann vandamesta landsvegin í landinum, steðgað. Ósemja er um grótið, sum verður sprongt burtur C M Y K 5 4 www.sosialurin.fo