fríggjadagur 28. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 249 - 28. desember 2001
Nr. 249 - 28. desember 2001
7
Tað gerst alt vanligari
at taka tónleik av
internetinum, har
kend og ókend leggja
tónleik út. Millum
framburðarmestu
tónleikarar á netinum
í løtuni telist føroyski
tónasmiðurin og
framleiðarin Niclas
Johannesen, ið hevur
framleitt og skrivað
fyri ein kanadiskan
bólk, so hetta er
kanska vegurin til eitt
gjøgnumbrot fyri
Niclas
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Í dag er vanligt, at kend og
ókend leggja tónleik á
internetið á sonevndar Mp3
fílar. So lurta fólk eftir hes-
um og "downloada", um
hetta hevur teirra áhuga.
Kendasta heimasíðan í
hesum sambandi er síðan
www.mp3.com.
Millum
mest downloadaðu bólkar í
dag er kanadiski bólkurin
Two Marlowe, ið føroyski
tónasmiðurin og framleið-
arin Niclas Johannesen
hevur framleitt og skrivað
fyri.
Eini 10.000 fólk eru dag-
liga inni og taka tónleikin
til sín og beint fyri jól
høvdu fleiri enn 200.000
fólk verið inni á síðuni og
tikið sær niður tónleik við
Two Marlowe.
Fyri Niclas sum yrkistón-
leikara er hetta sjálvsagt
eitt stórt stig á leiðini út í
heim, eftir at hann og Lena
á tónleikayrkisleiðini hava
roynt at fingið fótafesti í
Kanada.
Poppur
Lena og Niclas fingu í
1998 góða umrøðu í Før-
oyum við fløguni hjá Lenu,
Long Distance. Síðani hava
tey roynt eydnuna í Kana-
da, og tað hevur gingið
framá.
Tey hava havt ein sakfør-
ara at hjálpa sær á leiðini.
Hesin bað ein dagin fram-
leiðaran og tónasmiðin
Niclas lurta eftir einum
bólki, ið trongdi til eina
bøtandi hond. Niclas metti,
at her var hampuligt tilfar
at arbeiða við. Síðani varð
farið í gongd, Niclas fram-
leiddi og skrivaði fyri bólk-
in, ið er settur saman av
feðgunum Marlowe. Teir
geva út á egnum forlag.
- Hesin maðurin kom til
okkara sakførara og greitt
var, at her kravdist, at tað
bleiv produserað við kønari
hond, sigur Niclas.
Hann hevur framleitt,
skrivað og spælt. Óli Poul-
sen hevur lagt bassar á og
ljómblandað og Lehnert
Kjeldsen hevur mastrað.
Niclas
er
ikki
heilt
ósamdur í, at talan er um
eitt lítið gjøgnumbrot, ið
kann gerast til meira.
- Hetta er fínasta slag. Nú
má satsast uppá, at enn
fleiri vitja heimasíðuna, og
so kann farast til plátu-
feløg, sigur Niclas.
- Mp3 er størsta heima-
síða innan tónleik. Kend
nøvn royna sín tónleik og
minni kend leggja út agn,
sigur Niclas, ið við hesum
hevur fingið eina lopfjøl til
okkurt størri.
Niclas nevnir, at eisini
Chase er at finna á Mp3
síðuni.
Hann er longu biðin at
taka sær av næstu fløgui hjá
feðgunum Marlowe
At
fáa
gjøgnumbrot
innan altjóða tónleik er sum
at royna at sleppa ígjøgnum
tiltikna nálareygað, men
eingin ivi um, at Niclas
Johannesen er ávegis.
Men Niclas hevur nógv
jørn í eldinum og fyri
framman eru fleiri sera
spennandi
ætlanir
við
nøkrum av teimum fremstu
á føroyska tónleika pallin-
um, umframt at talið á
vitjandi á Mp3 økist og
Niclas er biðin til víðari
samstarv við feðgunum
Marlowe.
FAKTA
Niclas Johannesen
Føddur í 1965
Óførur til m.a. tónleik og fótbólt
1986: Útgávan Niclas & The Crew
Leikti hesa tíðina eisini fótbólt í Frederikshavn
1990: Føroyameistari við HB
1992: Fyrsta útgávan hjá Chase
1997: Sangleikurin Skeyk
1998: Niclas og Lena: Útgávan Long distance
1999: Niclas giftist Lenu. Brúdleypið stendur í
Sandagerði í Havn.
2001: Chase, næsta útgávan
…umframt nógv annað í nevndu tíðarbilum, tí her er
bert farið um lívsleiðina í høvuðsheitum
Niclas og nálareygað
VIÐMERKINGAR
Lars-Emil Johansen
MF for Siumut
Den Nordatlantiske
Gruppe
Kære Jóannes Eidesgaard.
Jeg
er
medlem
af
SIUMUT,
hvis
repræ-
sentant jer er i Folketinget.
I folketinget har SIUMUT
faktisk valgt at gå i
samarnbejde med INUIT
ATAQATIGIIT og REPU-
BLIKANERNE .
Sammen har vi dannet Den
nordatlantiske Gruppe,
hvis første formand jeg er
stolt af at være.
Jeg mener ikke, at der er
noget mærkeligt ved, at
Høgni, Kuupik og jeg - som
medlemmer af denne nye
gruppe i Folketinget -
arbejder sammen, såvel
politisk som organisatorisk.
Jeg ville ønske, at Føroya
Jagnardarflokkur også var
repræsenteret i Folketinget
- og havde ønsket at med-
virke til en koordineret
indsats for selvstændig-
hedsbegælserne i Nord-
atlanten, hhv i Savalimmiut
og Kalaallit Nunaat.
Men dette er jo netop
ikke tilfældet.
Derfor er det for mig
ganske naturligt at søge
samarbejde med de andre
valgte repræsentanter fra
vore lande her i Tinget. Her
tager jeg ikke smålig skelen
til, hvilke partier vi hver
især kommer fra, men at vi
kommer fra to dele af Det
danske Rige - to rigsdele,
der ønsker at arbejde for
selvstændighed.
Jeg er enig med dig i, at
afgørelsen om vore re-
spektive landes politiske og
forvaltningsmæssige status
beror
på
vore
folks
afgørelse i sidste ende.
Men det forhindrer mig
ikke i, at jeg som borger i
det samme rige kan have
synspunkter om alt mellem
himmel og jord, inklussive
Føroya.
Lad os derfor berige
hinanden med dialog, i
stedet for at begrænse hin-
anden med censur og
berøringsangst.
Med venlig hilsen - og
rigtig glædelig jul.
Jeg tillader mig at gå efter bolden - og ikke efter manden!
Eftir at hava virkað í
góð ellivu ár, verður
Rúsdrekka- og
narkotikaráðið
avtikið 1. januar 2002.
Endamálið, um ikki
at veksa um nýtsluna
av rúsdrekka, er
eydnast. Fyribyrg-
ingarráðið við víðk-
aðum arbeiðsøki
tekur yvir frá fyrsta
degi í komandi ári
FYRIBYRGING
Heri á Rógvi
Hin fyrsta dagin í komandi
árið, 2002, er tað einki,
sum eitur Rúsdrekka- og
narkotikaráðið longur. Or-
søkin til hetta er, at landsins
myndugleikar hava valt at
skipa soleiðis fyri, at tað í
framtíðini verður eitt Fyri-
byrgingarráð,
har
rús-
drekka og narkotika inn-
ganga sum partar av virk-
seminum.
Rúsdrekka- og narkotika-
ráðið varð sett á stovn í
1990 av Olaf Olsen, sum
var landsstýrismaður um
hetta mundið. Frá fyrsta
degi av hevur rúsdrekka- og
narkotikaráðið verið virkið
í Føroyum. Men nú hetta
harrans ár gongur móti
endanum av sínum tíðar-
lopið, gevst ráðið at virka.
Rúsdrekkalóg
Tað er einki yvir at dylja, at
størsti parturin av virk-
seminum hjá Rúsdrekka-
og narkotikaráðnum hevur
havt við rúsdrekkalógina at
gjørt. Rúsdrekkalógin byrj-
aði at virka í 1992, og hetta
merkti eitt nú, at teir so væl
vitjaðu rúsdrekkasølurnar
sóu dagsins ljós og góvu
teirra íkast til dagin og
vegin hjá mongum borgara
í landinum.
Uppgávan og endamálið
við Rúsdrekka- og nar-
kotikaráðnum er at vera
rúsdrekkatálmandi, soleiðis
at tað eitt nú verður forðað
fyri misnýtslu. Rúsdrekka-
og narkotikaráðið ásannar
tann veruleika, at í Føroy-
um verður drukkið nakað
av rúsdrekka, og hesa mynd
kann Rúsdrekka- og nar-
kotikaráðið royna at ávirka
við fyribyrging fyri eygað.
Till tess at virka fyri, at
rúsdrekkatálmandi
mál-
setninginum, so metir ráð-
ið, at kostnaðurin og at-
komiligheitin vera best
hóskandi evnini at royna at
ávirka. Eisini hugburðar-
røkt varð mett rættiliga
ovarliga hjá ráðnum.
Í formansfrágreiðingini
sigur Pál Weihe, at tað
hevur alstóran týdning at
virksemið hjá Rúskdrekka-
og narkotikaráðnum ikki
heldur uppat at virka –
eisini um rúsdrekkasøla
verður gjørd frí í Føroyum.
Rúskdrekka- og narkotika-
ráðið er ímóti at loyva fríari
sølu
av
rúskdrekka
í
Føroyum, t.e. at vanligar
sølubúðir kunnu sleppa at
selja rúsdrekka, sum vit
eisini kenna úr eitt nú
Danmørkini.
Rúsdrekka- og narkotika-
ráðið hevur eisini gjørt
nógv við at fara út til skúlar
og stovnar, har kunnað
verður um rúsdrekka og
hvørja ávirkan hetta kann
fáa, við serligum atliti at
misnýtslu. Tað hevur eina-
mest verið Poul Jákup
Thomsen, sum í góð fimm
ár tók sær av hesari upp-
gávuni.
Nú ráðið er farið at gera
upp, hvussu tað hevur
eydnast hjá teimum hesi
árini ráðið hevur virkað, so
sita hesi í nevndini: Marjun
Weihe, Lene Rauff Nielsen,
Janus Jensen, UniVestur-
eið, Eyðhild Christiansen,
Kjartan Dam Joensen og
Pál Weihe, formaður.
Fyribyrgingarráð
Tað er tó ikki soleiðis, at
virksemið hjá Rúsdrekka-
og narkotikaráðnum heilt
steðgar á nýggjárinum, um
tó í einum øðrvísi líki.
Landsstýrismaður setti fyri
einum góðum ári síðani eitt
fyribyrgingarráð, sum stutt
og greitt kallast fyri Fyri-
byrgingarráðið.
Í Fyribyrgingarráðnum
verða fleiri ráð, sum hava
tykist við fyribyrging sam-
eind í eina eind, eins og tað
eisini er vorðið pláss fyri
onkrum
heilt
nýggjum
arbeiðsuppgávum,
sum
einki ráð hevur havt at tikið
sær av frammanundan. Eitt
nú AIDS-ráðið og Tubbaks-
ráðið eru vorðin partar av
nýggja fyribyrgingar mynd-
ugleikanum í Føroyum.
Fyribyrgingarráðið hevur
nú virkað í eitt ár, men fer
veruliga undir sítt virksemi
frá fyrsta degi í komandi
ári.
Eins og við Rúsdrekka-
og narkotikaráðnum, so er
Fyribyrgingarráðið eisini
mannað av umboðum frá
ymsum myndugleikum.
Heðin Thomsen, formað-
ur fyri Fyribyrgingarráðið,
sigur, at teir fyrsta dagin
fara at seta ein skrivara,
sum skal mannað skrivstov-
una
hjá
Fyribyrgingar-
ráðnum. Eisini ætlar ráðið
sær at gera sær dælt av kon-
sulentum á ymsum økjum.
Fyribyrgingarráðið hevur
júst fingið høli úti á Argj-
um, og tað verður eisini
har, at nýggi skrivarin kem-
ur at starvast.
Heðin Thomsen kallar
tað fyri fyribyrging móti
vælferðarsjúkum,
sum
ráðið fyrst og fremst fer at
fáast við, men hesa næstu
tíðina verður miðjað ímóti
at royna at skipa arbeiðið
sum best. 1,3 milliónir eru
settar av til virksemið hjá
Fyribyrgingaráðnum.
Rúsdrekka- og narkotika-
ráðið takkar fyri seg
Tað eru bert 82,5 metrar
eftir at bora hjá teimum,
sum hesa seinastu tíðina
hava fingist við at gera
undirsjóvartunnil um Vest-
mannasund. Tað merkir, at
tað er minni enn fótbólts-
vallarlongd eftir at bora
undir
Vestmannasundi.
Væntandi verða Streym-
oyggin og Vágoyggin sam-
eindir í aðru viku í januar.
Enn er fitt av vega-
arbeiðið eftir at gera báðu
megin tunnilin. Og sjálv-
andi skal eisini grót og
annað ruddast av vegnum
inni í sjálvum tunnilinum.
Eftir ætlan skal arbeiðið
verða liðugt á vári í 2003.
Arbeiðið
við
at
gera
undisjóvartunnilin
um
Vestmannasund fór ígongd
5. september 2000. Tað var
tó ikki beinleiðis nakar
nýggjur tanki at gera ein
undisjóvartunnil, men eftir
drúgt politiskt orðaskifti og
kreppuár, so byrjaði ar-
beiðið við at gera ein
undisjóvartunnil um Vest-
mannasund loksins síðsta
ár.
Undisjóvartunnilin skal
eftir ætlan vera 4,9 km.
langur, tá hann er liðugur.
hr
82 metrar eftir
Tað verður fyrst í januar mánað, at Streymoyggin og
Vágoyggin verða knýtt saman.
Pál Weihe er nærsti í síðsti formaðurin fyri Rúsdrekka- og
narkotikaráðið, nú ráðið gevst at virka á nýggjárinum
Rúsdrekkalógin og Rúsdrekkasølan hava sett síni spor í
virksemið hjá Rúsdrekka- og narkotikaráðnum.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6