fríggjadagur 28. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 249 - 28. desember 2001
Nr. 249 - 28. desember 2001
9
FERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
378 ferðsluóhapp á lands-
vegi vórðu skrásett í fjør.
Hetta er hægsta talið av
ferðsluóhappum
síðani
1995. Fægst ferðsluóhapp,
í sama tíðarskeiði, vóru í
1997. Tá lá talið á 264
óhappum.
Hagtølini, sum eru tikin
úr árbók fyri Føroyar 2001,
siga eisini, at flest óhapp
eru á Streymoynni. 161 av
teimum 378 óhappunum
vóru á Streymoynni, meðan
Eysturoyggin er nummar
tvey við 119 ferðsluóhapp-
um. Fægst óhapp vóru á
Sandoynni. Har vóru bert
seks ferðsluóhapp í ár
2000.
Tilsamans vóru 21 fólk
skadd í ferðsluni í fjør.
Harav doyðu tvey. Seinastu
fimm árini eru mest fólk
deyð av ferðsluóhappum í
1999. Tá doyðu seks fólk.
Bæði í 1995 og 1998 doyði
ongin av ferðsluóhappum,
og í 1996 doyði ein.
Tølini vísa eisini, at
óhapp, ið eru orsakað av
rúsdrekka eru eisini hægri
enn seinastu fimm árini.
Næstan dupult so nógv
ferðsluóhapp vóru í fjør
orsakað av rúsdrekka, enn
árið frammanundan – 1999.
Í 1999 lá talið á 11 og í fjør
vóru heili 20 óhapp har rús-
drekka var blandað uppí.
Fægst óhapp vegna rús-
drekka vóru í 1998; tá lá
talið á átta.
Fróðskaparrit 49 er
komið
Fyri stuttum kom Fróð-
skaparrit 48. bók, og longu
nú kemur so Fróðskaparrit
49. bók. Hesa ferð rúmar
ritið seks greinir við einari
hugvísindagrein og trimum
greinum um tara og tveim-
um um djórafrøði.
Eyðun Andreassen, prof-
essari á Føroyamálsdeildini
á Fróðskaparsetrinum, hev-
ur skrivað grein um Søgu
og undirsøgu í Gongu
Rólvs kvæði. Tulkingin av
undirsøguni í kvæðinum er
heldur øðrvísi enn roknað
verður við.
Biofar hevur seinastu
árini havt fast pláss í Fróð-
skaparritum til at kunna um
avrik frá hesi stóru og týð-
andi verkætlan. Aftur í bók
49 eru 4 greinir, har ein
snýr seg um dýrini armfót-
ingarnar
við
Elsebeth
Thomsens Brachiopada in
the Faroe Islands area.
Tríggjar greinir afturat
fevna um alguvøkstur. Tann
fyrsta er um reyðalgur, The
Bangiophyte Species of the
Faroe Islands eftir Juliet
Brodie, Ruth Nielsen og
Karl Gunnarsson. Koraltar-
ar
verða
viðgjørdir
í
Caralline
Red
Algae
(Corallinales, Rhodophyta)
of the Faroe Islands eftir
Susse
Wegeberg,
Ruth
Nielsen og Karl Gunnars-
son. At enda hava Ruth
Nielsen og Karl Gunnars-
son eisini skrivað um Sea-
weeds of the Faroe Islands.
An annotated checklist, har
øll tarasløgini eru greinað,
og víst verður á hvar tey eru
funnin. Allar tær lívfrøði-
ligu greinirnar hava fitt av
myndum. Ikki minst tann
seinasta, har Astrid Andrea-
sen hevur teknað 35 tara-
sløg so frálíka væl, at tey
eru løtt at kenna aftur.
Hetta verður vónandi byrj-
anin til eina tarabók við
lyklum at greina tarasløgini
eftir.
Sven-Axel
Bengtson,
professari við lærda há-
skúlan í Lund, ið eisini
undirvísir á Fróðskapar-
setrinum, hevur skrivað
seinastu greinina, Breeding
distribution and numbers of
wren
(Troglodytes
troglodytes) in the Faroe
Islands. Í hesi grein verður
músabróðir viðgjørdur.
Fróðskapar rit 49. bók er
163 blaðsíður. Haldara-
gjaldið er 165 krónur um
árið, og nýggir haldarar
kunnu tekna seg á: Seturs-
skrivstovuni, Handan Á 5,
Tórshavn, telefon 315302,
telefaks, 318929 ella við
telduposti
á
maudh@setur.fo Í leysa-
sølu kostar ritið 195 krónur.
Mentanargrunnur Landsins
gevur Fróðskaparrit út, og
Bókamiðsølan hevur søl-
una um hendur.
Tíðindaskriv frá
Føroya Fróðskaparfelag
Fleiri konufólk skiljast
enn mannfólk
HAGTØL
Ingrid Bjarnastein
Hagtølini í árbókini fyri
Føroyar 2001 siga, at
fleiri føroysk konufólk
eru skild enn mannfólk.
Í 1995 vóru 612 før-
oyskir menn skildir,
meðan
648
føroysk
konufólk
eru
farnar
gjøgnum hjúnaskilna.
Talið er síðani 1995 vak-
sið støðugt, men her skal
tó eisini takast til eftir-
tektar, at fólkatalið í
Føroyum eisini er vaksið
síðani 1995. Í 1995 búðu
43.358 fólk í Føroyum
og seinastu tølini frá
árbókini siga, at í ár
2000 búðu 46.196 fólk í
Føroyum. Harav vóru
728 skild mannfólk og
778 skild konufólk.
Í ár 2000 var meira
enn helvtin av øllum
føroyingum ógiftir. Av
46.196 íbúgvum vóru
24.354 stakir føroyingar.
Tølini siga eisini, at
nógv teir flestu ógiftu
føroyingarnir eru mann-
fólk. Talið av ógiftum
mannfólkum hevur síð-
ani 1995 allatíðina ligið
um 3000 omanfyri ógift
konufólk. Her skal tó
eisini viðmerkjast, at í ár
2000 vóru umleið 1500
fleiri
mannfólk
í
Føroyum enn konufólk.
Hinvegin, so hava
nógv fleiri konufólk í
Føroyum mist teirra
hjúnafelag enn mann-
fólk. Talið á einkju-
monnum, hevur síðani
1995, ligið á góðum
h á l v t f i m m h u n d r a ð
einkjumonnum, meðan
einkjurnar liggja beint
omanfyri
2000.
Her
spælir
livialdurin
á
mannfólki og konufólki
kanska inn. Sagt verður
jú, at konufólk liva
longur enn mannfólk.
Nú vit hava tikið tølini
fyri ógift, skild og
einkjumenn og einkjur,
so er kanska eisini pass-
andi at taka tølini fyri
gift. Tølini fyri giftar
føroyingar
siga,
at
mannfólk og konufólk
liggja hampuliga jøvn.
Javnasta árið er 1999. Tá
vóru 8797 gift mannfólk
og 8798 gift konufólk.
Og til seinast í ár 2000
vóru tilsamans 17.861
giftir føroyingar. Harav
vóru 8928 mannfólk og
8933 konufólk.
HAGTØL
Ingrid Bjarnastein
Bileftirlit Føroya hevur
beint fyri jól sent út
tíðindaskriv við hagtøl-
um fyri skráseting av
nýggjum akførum fyri
januar – desember 2000
og 2001.
Hagtølini vísa, at talið
av nýggjum persónbil-
um í Føroyum er vaks-
andi. Frá januar til des-
ember í fjør vóru skrá-
settir 1298 nýggir per-
sónbilar, meðan talið í ár
liggur á 1508. Hinvegin
er talið á skrásettum bil-
um í desember mánaða í
fjør hægri enn talið fyri
desember mánaða í ár. Í
fjør vóru skrásettir 79
persónbilar, meðan í
desember mánaða í ár
vórðu 76 persónbilar
skrásettir. Her er ein
vøkstur uppá 210 bilar.
Eisini talið á vøru-
vognum og hýruvognum
er vaksið síðani oman-
fyrinevnda tíðarskeið.
Frá januar – desember
2000 vórðu skrásettir
306 vøruvognar, meðan
sama tíðarskeið í ár
vórðu 337 vøruvognar
skrásettir. Í fjør varð 14
hýruvognar skrásettir,
meðan í ár eru 21 hýru-
vognar vorðnir skrásettr.
Harumframt er saml-
aða talið av innfluttum
brúktum
akførum
í
2001: 500 í mun til 200:
426. Hetta gevur ein
vøkstur uppá 17,4%.
Samlaða skrásetingin
av nýggjum og brúktum
innfluttum akførum í
2001 var sostatt 2500
akfør í mun til 2164 í ár
2000. Hetta er ein vøkst-
ur uppá 336 akfør, til-
svarandi 15,5%.
Talið av persónbilum
vaksandi
Tað er ikki ofta, at ein
av okkara fremstu
tónleikabólkum, Týr,
er á palli, men í kvøld
spæla teir í TB-
húsinum á Tvøroyri
KONSERT
Áki Bertholdsen
Í kvøld verður eitt sjálds-
amt høvi at hoyra ein av
okkara kendastu tónleika-
bólkum.
Tá fer bólkurin Týr á
pallin í Tb húsinum á Tvør-
oyri.
Týr sló rættiliga ígjøgn-
um í Prix Føroyum, tá ið
teir framførdu teirra egnu
útlegging av aldargamla
kvæðnum,
Orminum
Langa, sum gjørdust ein
rættilig landaplága og fekk
ung og yngri upp á gólv,
men Týr hevur eisini mangt
annað at bjóða uppá.
– Tað, vit fara at spæla í
TB húsinum í kvøld er
tungt, og tað er føroyskt,
sigur Poul Arne Holm,
sangari í Týr.
Hann sigur, at tónleikurin
hjá teimum er nógv kveikt-
ur av føroysku kvæðunum
og at tær tungu rútmurnar
eru ofta at hoyra aftur í løg-
unum.
– Men sjálvsagt fara vit
eisini at spæla Ormin
langa, sigur hann.
Tað er ikki ofta, at Týr er
á palli í Føroyum, men tað
kemst av, at allir limirnir í
bólkinum búgva niðri.
Nú Týr fer á pall á Tvør-
oyri, verður tað við nýggj-
um gittarspælara. Jòn Joen-
sen hevur tikið seg úr bólk-
inum, tí hann hevur ikki
stundir at spæla. Nýggjur
gittarspælari er Terji Skibe-
næs, sum ikki er ókendur, tí
hann hevur áður spælt í
Flux.
Saman við Týr, fer eisini
havnarbólkurin »Happy?«
úr Havn at spæla í TB hús-
inum í kvøld. teir hava ikki
verið so nógv frammi, men
teir spæla heavy metal tón-
leik og skuldi hóska væl til
eitt kvøld saman við Týr.
Nýggj fløga í januar
Annars kunnu Týr fjeppar-
ar gleða seg til 10. januar, tí
tá gevur Týr nýggja fløgu
út.
Poul Arne Holm sigur, at
teir hava verið í upptøku-
hølunum og tikið fløguna
upp og tónleikurin er hin
sami, tungi, føroyski.
Átta løg eru á fløgunum
og teir hava gjørt alt sjálvur
og tað, teir ikki hava gjørt,
hava teir lagt til rættis. Ikki
minst verður hugsað um
Ormin Langa, sum eisini
er við á nýggju fløguni,
men nú er hann tikin upp av
nýggjum. Hini løgini eru
nýggj, men tað skilst, at
okkurt kvæði er eisini á
fløguni. Tað er Tutl, sum
gevur fløgua út.
Annars skilst at okkurt er
á fløguni, sum fer at taka
lurtararnar eitt sindur á
bóli.
Ormurin Langi á pall á Tvøroyri
Kendi bólkurin, Týr, sum fekk ung og yngri upp á gólv fyrr í
summar við Orminum Langa, fer nú at hava eina av sínum
sjáldsomu konsertum í Føroyum. Tað hendir, tá ið teir fara á
pall í TB húsinum á Tvøroyri í kvøld
Fleri ferðsluóhapp í fjør enn seinastu fimm árini
C
M
Y
K
9
8