hósdagur 4. mars 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2010
Við orku og íblástri
av himli og úr
helviti letur nýggj
framsýning upp
við grafiskari list í
reyðum og svørtum
List
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Á Grækarismessu í ár verða
framsýningarhølini
hjá
Steinprenti
á
Skálatrøð
skrýdd í júst somu litum
sum fuglurin, ið fær serligan
ans
henda
dag.
Men
tjaldurslitirnir við reyðari
og svartari tekning á hvítari
grund tóktust eisini sum
upplagt litaval, nú Grafiski
Verkstaður Føroya fór í
gongd við at skipa fyri eini
lit-tematiskari framsýning.
- Orsøkin til hetta er
meira listarlig og grafiskt
grundað, enn hon er tjald-
urslig, Við tveimum teimum
grafiskt sterkastu litunum
er henda framsýningin av
steinprentum og koparprent-
um sjónligt dømi um ta
heilt serligu megina í graf-
iska tøkninum, sigur Kinna
Poulsen, sum hevur valt
verkini til framsýningina.
»Sannleikin« svart
uppá reytt
Kinna Poulsen vísir á, at
sjálvt um litirnir eru av-
markaðir, er fjølbroytni ser-
stakliga stórt á framsýn-
ingini, ið inniheldur verk
hjá ellivu sera ymiskum
listafólkum, sum øll vísa
okkum teirra boð uppá graf-
iska sannleikan; svart og
reytt uppá hvítt, ella øvugt
eins og í spildurnýggja kola-
svarta
prentinum
hjá
Tóroddi Poulsen (1957) við
áhugaverdu
yvirlýsingini
"VEGNA PLÁSSTROT Í
HELVITI ER NÚ LOYVT
AT ROYKJA DREKKA
BANNA
HORAST
Á/Í
HIMNI".
Frá
somu
óskikkiligu
(h)ond kenna vit eisini aftur
riðilin av ídnum, svørtum
og reyðum súkklum, sum
við flúgvandi ferð hava
drigið føroyska myndlist
fram í samtíðina, eins og
eitt nýtt avbrigdi av tí kenda
tostatrænum verður fram-
sýnt, ið á sama hátt sum ta
eldra tostatræið, ber sur-
realistiskan ávøkstur av fylt-
um víngløsum. Ein mynd,
sum um nakað demonstr-
erar veruligu megina í
avmarkaða, grafiskt greiða,
svarta og reyða litavalinum,
greiður Kinna Poulsen frá.
Hon leggur afturat, at
umframt steinprent sýnir
Tóroddur Poulsen hesuferð
eisini fram nøkur fínlig
koparprent, har hann m.a.
lýsir tagnarmaskinuna, sum
er afturvendandi myndevni
hjá honum av eini installa-
tiónskendari
samanseting
av kassum o.ø. Myndirnar
eru figurativar samstundis
sum tær á teirra heilt egna,
serstaka hátt eru dømi um
totala abstraktión.
Himmal og helviti
Yngsta
luttakandi
lista-
kvinnan er Halldis Olsen
(1983), sum herfyri arbeiddi
í Steinprenti við nøkrum
áhugaverdum, smáum kop-
arprentum, ið spæla sær á
markinum millum natural-
istiska veruleikalýsing og
deformering. Huglagið er
myrkt og dapurt sum í ræðu-
ligu lýsingunum hjá Goya
av krígshelvitinum, sum
hann upplivdi í Spania fyrst
í nítjandu øld.
Nú er nakað síðani, vit á
grafiska økinum sóu nakað
til Torbjørn Olsen (1956),
sum í løtuni er upptikin av
eini nýggjari altartalvu-
bílegging, men Steinprent
hevur í ríku goymslu sínari
funnið fram eitt sera áhuga-
vert svart og reytt alta-
rtalvuavbrigdi, sum ikki er
framsýnt áður, av Tummasi,
sum ivast so nógv í, at Jesus
er staðin upp frá teimum
deyðu, at hann kennir tørv
á at stinga ein fingur í sár
hansara í síðuni, fyri at fáa
ítøkiligt
identifikatións-
prógv, at tað veruliga er
Jesus, sum stendur framman
fyri honum.
Sostatt eru bæði himmal
og helviti umboðað á hesi
fjølbroyttu framsýningini.
Lívfrøðin fær eisini sítt
bæði í vøkru fuglamyndini
hjá elsta listamanninum á
framsýningini, Poul Janus
Ipsen (1936), men eisini í
áhugaverdu myndini hjá
Brandi Patursson (1977),
sum er grundleggjandi ab-
strakt við organiskum for-
matiónum, ið hómast sum
spor av eini náttúruprosess
av lívfrøðiligari skapan ella
upploysn.
Umframt verkini hjá oman-
fyrinevndum
listafólkum
verða eisini sermerkt, svørt
og reyð verk at síggja hjá:
Tróndi Patursson (1944),
Peter Carlsen (1955), Claus
Carstensen (1957), Hansinu
Iversen
(1966),
Hanna
Bjartalíð (1968) og Rannvu
Kunoy (1975).
Grafisk list av himli og úr helviti
Framsýningin
SVART OG REYTT
er opin dagliga
í Steinprenti á
Skálatrøð 16 í
Havn frá 12. marts
2010 kl. 16:00
og ein mánaða
fram. Skaldið Carl
Jóhan Jensen setir
framsýningina
11 listafólk eru við á framsýningini »Svart/Reytt« í Steinprent, sum Kinna Poulsen,
listaummælari hevur skipað
Nýggj málrøktar
virðisløn skal eggja
okkum øllum til at
brúka gott føroyskt
mál. Virðislønin
verður latin á nýásetta
árliga máldegnum
25. mars
MáL
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Longu nú verða fyrstu
málpolitisku
tilmælini
gjørd til veruleika. Eftir
uppskoti frá Málstevnu-
nevndini og Føroysku mál-
nevndini hevur landsstýris-
kvinnan í mentamálum,
Helena Dam á Neystabø,
ásett árliga Móðurmáls-
dagin, har ársins Málrøktari
eisini verður kosin.
Persónur ella virkið
Dagurin verður hildin á
føðingardegi V. U. Hamm-
ershaimbs, 25. Mars. Hóast
stundir ikki vera til at gera
tað stóra burturúr degnum í
ár, helt Mentamálaráðið tað
hava týdning at seta hol á
átakið longu nú.
Enn verður arbeitt við at
leggja dagin til rættis, men
longu nú er greitt, at 25.
mars í ár skal vera fyrsta
høvið at heiðra ein persón
ella eitt virki, ið hevur verið
við til at røkja og ríka før-
oyska málið í serligan mun.
- Vit ivast ikki í, at ein
slík Málrøktarvirðisløn fer
at eggja fólki til at brúka
gott
føroyskt
mál.
Eg
ímyndi mær eisini, at ein
málvirðisløn, sum hendan,
kann skunda undir kjak um,
hvat er gott mál, og kjak
um málið er altíð gott, sigur
Martin Næs, deildarleiðari
í mentamálaráðnum.
Sum vit skilja, hevur
Mentamálaráðið longu sett
kikaran á ein serliga ídnan
málrøktara, men meir vilja
tey ikki avdúka fyribils.
Bara at viðkomandi persón-
ur ella virki er ein, vit
kenna, og sum umframt
heiðurin fær eina peninga-
gávu handaða 25. mars.
Velja ársins málrøktara
Lego framvegis væl umtókt
Tað gongur væl fyri fyritøkuni Lego í Danmark. Yvirskotið í fjør var
slakar tríggjar milliardir krónur. Umsetningurin var 11,6 milliardir móti
9,5 millardum í 2008. Lego hevur 4,8 prosent av alheims leikuhandlinum.
Fyri nøkrum árum síðan stóð einki til hjá Lego, men nú kann leiðslan
loyva sær at fegnast um gongdina.