hósdagur 4. mars 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2010
Í løtuni er byggivirkið
Smíðlist í holt við
útbygging av Stranda
skúla og gongst, sum
roknað verður við,
fer felagið undir enn
eina stóra verkætlan í
næstum
Byggivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stranda skúli verður í løtuni
útbygdur við fleiri skúla
stovum og goymsluhølum,
og í desember mánaði í ár
skal lidnað verkætlan sam
bært sáttmálanum handast
kommununi.
Tað er byggivirkið Smíð
list, sum húsast í leigaðum
hølum á Rituvíkarhálsi, ið
stendur sum arbeiðstakari
av hesi frægu verkætlan.
Fyritøkan húsast í stórum
og góðum hølum á Ritu
víkarhálsi, sum Frithleif
Olsen í Rituvík eigur. Hetta
er bygningurin, har Shell
áður helt til, og sum nú
verður brúktur til virksemið
hjá elemenfyritøkuni.
Teir, sum eiga Smíðlist í
dag, eru Kári Kristiansen
og Trygvi Mortensen, sum í
mong ár starvaðist í Timb
urhandlinum í Runavík.
Kári stovnaði Smíðlist í
2006, og í fjør kom Trygvi
uppí fyritøkuna. Báðir eru
teir
virkandi
stjórar
í
felagnum.
Stór verkætlan
Trygvi Mortensen sigur, at
skúlaverkætlanin á Strond
um er fyrsta byggistig, sum
verður bygt í forleinging av
verandi fimleikarhøll.
Her verða einar átta
skúlastovur og goymsluhøli,
og alt hetta er nýgerð.
Hann sigur, at talan er
um eina uppíbygging, sum
fevnir um einar 600 fer
metrar í tveimum hæddum.
Upprunaliga ætlanin hjá
kommununi var, at nýggi til
bygningurin skuldi verða í
trimum hæddum, har nið
asta hæddin partvís lá undir
jørð, men ætlanin er síðan
krympað til tvær hæddir.
Trygvi sigur, at fyritøkan
hjá teimum hevur alla
nýbyggingina av Stranda
skúla undir hond, men teir
hava havt JHR í Runavík at
gera jørðog kloakkarbeiði,
og síðan hevur felagið Form
á Skála staðið fyri betong
arbeiðnum.
Okkara partur verður so
timburog snikkaraarbeiði,
og nýbyggingin verður í
fyrsta lagi reist við timbur
elementum, sum vit smíða í
høllini á Rituvíkarhálsi.
Stoypiarbeiði er komið væl
áleiðis og arbeiðið, sum vit
sjálvir skulu gera, er nú
veruliga komið í gongd,
leggur hann aftrat.
Trygvi Mortensen sigur,
at aftat hesum, sum Smíðlist
hevur ábyrgdina av, kemur
eitt nú hitaog ventilatións
arbeiði, elarbeiði og mála
raarbeiði, sum aðrir fara at
taka sær av, tá tann tíðin
kemur.
Samlaða verkætlanin við
uppíbygging
av
Standa
skúla fer helst at liggja um
einar 1617 miljónir krónur,
harav parturin, sum Smíðlist
ger og umsitir, fer at snúgva
seg um einar 10 miljónir
krónur.
Onnur verkætlan
Sosialurin hevur frætt, at
Smíðlist eisini hevur onnur
arbeiði fyri framman, sum
eru í stoypiskeiðini.
Trygvi Mortensen váttar,
at so er, men sigur, at enn er
eitt annað stórarbeiði, sum
talan er um, ikki skrivliga
komið uppá pláss.
Mangt bendir á, at vit
fáa hetta arbeiði at gera,
men enn hava vit bara fing
ið tað at vita muntliga – og
ikki skrivliga, leggur hann
aftrat.
Nógv hevur verið frammi
um, at byggivinnan í Før
oyum ikki hevur tað gott í
hesum tíðum, men alt bend
ir á, at Kári Kristiansen og
Trygvi Mortensen við sín
um fólki fáa úr at gera
komandi mánaðirnar.
Smíðlist stór
arbeiðir fyri
framman
Meðan byggivinnan sum heild kærir sína neyð, tí ov lítið er at gera, bendir mangt á, at byggivirkið
Smíðlist hjá Kára Kristiansen og Trygva Mortensen fær ríkiligt at gera teir næstu mánaðirnar
- Vit kunnu veita
heildarloysnir, men
vit kunnu eisini
inniloka hús, so
fólk kunnu taka sær
av restini sjálvi og
soleiðis spara nakrar
krónur, sigur Trygvi
Mortensen, sum
er annar maðurin
aftanfyri byggifyri-
tøkuna Smíðlist
Byggivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Byggifyritøkan
Smíðlist
húsast í stórum og rúmligum
hølum á Rituvíkarhálsi, har
pláss bæði er innanog
uttandura.
Trygvi Mortensen, annar
av stjórunum í fyritøkuni,
sigur, at hølini eru einar
900 fermetrar, og grundøkið
rundan um bygningin er
einar 25003000 fermetrar.
So, vit hava góðar um
støður og gott pláss at
arbeiða á, bæði inni og úti,
leggur hann aftrat.
Nógvi møguleikar
Trygvi Mortensen sigur, at
Smíðlist fær slett ikki so
fáar
fyrispurningar
frá
fólki, sum ætla sær at
byggja sær sethús.
Eg vil heldur siga, at vit
hava fleiri fyrispurningar
um sethúsabygging.
Hann sigur, at møguleik
arnir hjá fólki, sum hugsa
um at byggja, eru nógvir.
Vit kunnu veita heildar
loysnir, men vit kunnu
eisini inniloka hús, so fólk
kunnu taka sær av restini
sjálvi og soleiðis spara nakr
ar krónur. Alt er møguligt,
sigur Trygvi Mortensen.
Hann sigur, at Smíðlist eis
ini hjálpir fólki at tekna síni
egnu hús, um tey ynskja tað.
Smíðlist góðar umstøður á Rituvíkarhálsi
Mærsk stórt hall í fjør
Danska stórfyritøkan A.P. MøllerMærsk hevði eitt
stak vánaligt ár í fjør. Roknskapurin, sum varð
lagdur fram í dag, vísir, at felagið hevði 5,5 milli
ardir krónur í halli í 2010 samanborið við 17,5
milliardir krónur í avlopi árið fyri. Umsetningurin
minkaði 36 milliardir krónur. Tað er serliga bingju
deildin, sum tyngir raksturin. Hon hevði 11 milli
ardir krónur í halli í fjør ímóti smáum trimum
milliardum krónum í avlopi í 2009. Leiðslan í A.
P.MøllerMærsk væntar, at raksturin í ár fer at geva
eitt lítið avlop.
Nýggir møguleikar fyri
foreldur hjá børnum við breki
Í døgunum frá 10. – 13. mars kemur Larz Thielemann aftur til
Føroya at halda fyrilestrar fyri foreldrum og fakfólki. Eisini bjóðar
hann viðtalur til foreldur hjá børnum við heilaskaða. Í samstarvi við
Javna kemur Larz Thielemann, nervapraktikari, til Føroya at hava
viðtalur fyri foreldur at børnum við øllum sløgum av menningar
tarni. Viðtalurnar verða í hølunum hjá Javna við Hoydalsvegin
40. Eisini fer hann at halda fyrilestur um heilaskaða, har hann eitt nú
viðger spurningin um heilaskaði kann lekjast, og um tað finst nakar
veruligur valmøguleiki til vanligu viðgerðina.
Umstøðurnar hjá
byggifyritøkuni
Smíðlist á
Rituvíkarhálsi
eru góðar, og
felagið fær nógvar
fyrispurningar
um ymiskar
sethúsaloysnir