hósdagur 4. mars 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2010
– Eg kann ikki saman
bera meg við ein
blindan. Eg meini, –
summi eru starblind,
men eg havi hóast
alt eina sjón. Og hesa
sjónina royni eg eisini
at brúka til naka ð
fornuftigt, sigur
blinda vestmanna
konan, Anna Nielsen,
sum sær ljóst upp á
framtíðina
Sjónveik
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vestmanna: Tað er kalt og
frost uttandura. Minus seks
á Vestmannavegnum. Men
innandura her á Ovaravegi
41 er bæði heitt og fjálgt.
Sjónvarpið
er
tendrað.
Natio nal Geographic. Tætt
frammanfyri
sjónvarpið
situr Anna Nielsen. Brill ur
nar eru á nøsini og í hond
unum hevur hon stokk ar
nar.
Hon fer uttar í køkin.
Kem ur inn aftur eina løtu
seinni við einum kaffikoppi
í einu hondini og heima
bak aðum køkubita í hinari.
Ein
av
yndissendingum
hennara er á skránni. Her
má einki fara framvið.
Anna vil fáa alt við. Hon
vil síggja alt.
Ein púra vanlig sjón í
mong um føroyskum heim
um, – um tað ikki júst var
fyri tað, at 61 ára gamla
kvinn an er rættiliga sjón
veik. Og tað hevur hon ver
ið seinastu 30 árini av lívi
sínum.
– Tað byrjaði við, at sjón
in bleiv tokut og alt tóktist
at flimra fyri mær. Í dag er
sjónin bara versnað, og er
nú undir 3 prosent og síðu
sjónin einans 10 stig, greið
ir Anna Nielsen frá.
Svimur og ferðast
Hesin
veruleikin
hevur
kort ini ikki tikið lívsmótið
ella lívsgleðina frá henni.
Onkur hevði helst farið
niður við nakkanum við
ein um slíkum ógvusligum
likamligum breki. Men ikki
hon.
– Eg havi faktiskt ongatíð
hildið, at hetta brekið var
so alvorligt, hóast fleiri í
míni familju eru sjónveik.
Eg veit ikki rættiliga hví,
men eg havi altso heldur
ikki hugsað um, at tað er
forferdiligt at vera sjón
veik.
– Sært tú, – eg havi bara
tikið dagarnar sum teir eru
komnir, sigur Anna. Tað
kann hon siga eisini siga av
røttum: Hon er gift; býr í
egnum húsum í Vestmanna;
eigur tríggjar gentur og 7
ommubørn.
Ikki nokk við tað, so
dámar henni væl at fara til
handils at keypa inn. Men
tað krevur sína fyrireiking:
– Áðrenn eg fari til hand
ils sorteri eg krónustykkini
í ymiskar lummar. So veit
eg altíð, hvar 10 krónurnar
ella 20 krónurnar liggja.
Missi eg eina mynt á gólvið,
konsentreri eg meg 100
prosent at fylgja við, har
hon trillar. Eg skal so ikki
standa har og leita.
– Tað er ringt at síggja
mun á vørunum á handils
hillunum. Til dømis eru øll
kryddarí’ini í eins pakkum,
og bókstavirnir eru sera
ringir at lesa hjá mær.
Hon er við í einum bindi
klubbi í Vest manna, sum
aftur í summar ætlar sær
uttanlanda
at
ferð ast,
hesaferð til Gran Canar ia.
Hon elskar at svimja á
sjónum, saman við hinum
djørvu kvinnunum í Vest
manna, og so er hon tríggjar
dagar um vikuna á Sjón
deplinum í Havn.
– Mær dámar væl at hava
tað ruddiligt heima við hús.
Klúturin glíður van liga lætt
eftir støðunum, men hann
møtir líkasum mótstøðu, tá
okkurt skitið er fyri. Tað
føli eg bein anvegin.
– Nei tú. Mítt lív er ikki
so nógv øðrvísi enn hjá
øðrum. Eg havi so valt ikki
at seta meg í ein stól, hendur
í favn og bara kúra. Eg vil
hava nakað burtur úr lívin
um!
At wskeita til høgru
Liðin eru meiri enn 25 ár,
síðani Anna fekk staðfest at
hon var sjónveik. Hetta
kom ikki óvart á hana, tí
sjúka hennara – retinitis
pigmentosa hevur rakt trý
av sjey systkjum.
Hon gjørdist av álvara
varug við støðuna ein
januar morgun í 1985, tá
hon var á veg til arbeiðis
sum vanligt á flakavirkinum
í heimbygdini. Hon kom út
fyri dyr, men legði tá merki
til, at hon sá ikki so væl við
høgra eyga. »Linsan er
sikkurt dottir úr«, hugsaði
hon. Men so var ikki.
Linsan sat akkurát sum
hon skuldi, og nú sá hon av
álvara støðuna í eyguni: –
Eg eri við at gerast sjónveik.
Sjúkan kann standa í stað,
men
hon
kann
eisini
versna.
Anna fór kortini til ar
beiðis
henda
morgunin,
hóast sjónin versnaði dag
frá degi. Veika sjónin gjørdi
sítt til, at hon ikki kundi
arbeiða við flekiborðini, so
hennara arbeiði kom at vera
við vektini og flokkarin.
At standa soleiðis við
vektina og syrgja fyri, at
eskjurnar vigaðu tað sum
tær skuldu, er fyri onkran
eitt einfalt arbeiði. Men fyri
Anni var hetta ein strævin
tíð, hóast henni dámdi ar
beiðið væl. Orsakað av
sjón breki sínum, sá hon
best tey digitalu tølini á
vektini, um hon skeitti til
høgru.
– Eg fekk so øgiliga ilt í
høvdið av hesum, og fekk
haraftrat eina borandi pínu
niður í eygað. So har var
tíverri einki hjá mær at
gera: Eg mátti bara gevast
heilt við fiskaarbeiðinum í
2002, greiðir Anna frá.
Onkur annar hevði helst
fallið í fátt av slíkum álvars
ligum afturstigi, men ikki
Anna. Hon er av slíkum
bergi brotin, at hon kann
ikki annað, enn vera í sving.
Og var tað ikki tí at ein visti
tað, so er trupult at fáa eyga
á likamliga brek hennara.
– Eg havi eitt gott lív, og
fái ta hjálpina sum eg havi
brúk fyri, slær hon fast. Av
sonnum ein sterk sjónveik
kvinna.
_ Eg havi onga orsøk at
grenja um nakað. Fyri tað,
um ein er sjónveikur, má
ein ikki fella í fátt og bara
seta seg inn at kúra og stúra.
So stoytir tú bara onnur frá
tær.
Hoyri bussin
Tað kundi verið so nógv at
tikið fram um hesa 61 ára
gomlu kvinnuna. Men ein
broyting hendi fyri 10 árum
síðani, tá hon á fyrsta sinni
kom í samband við Sjón
depil in í Havn – tað sum
fyri fáum árum síðani kall
aðist Blindastovnurin. Hetta
sambandið hevur hon ikki
angrað eina einastu løtu.
Tríggjar ferðir um vikuna
tekur hon bussin úr Vest
manna til Havnar, har hon
gleðir seg til at møta øllum
teimum kendu andlitunum
á deplinum. Hóast sjón
teirra er ymisk, eru hesir
dag arnir
at
meta
sum
hátíðar dagar.
Komin til Havnar fer
Anna av við SMS, og so er
bara at bíða eftir, at leið 2
hjá Bussleiðini skal koma
framvið. Við hesum bussin
um koyrir hon út á Frælsið,
hagani hon sjálv gongur
sei n asta strekkið niðan á
depilin.
Trupulleikin
er
bara tann, at leið 1 eisini
kemur framvið SMS, men
koyrir altso ikki í nánd av
Sjóndeplinum.
– Eg síggi ikki tekstin á
bussinum,
so
eg
havi
simpelthen bara lært meg at
lurta eftir teimum. Eg havi
funnið útav, at leið 1 bara
trillar runt um rundkoyr
ing ina í SMS og fer so
om an í Steinatún, meðan
leið 2 kemur oman eftir
R.C.
Effersøesgøtu
og
steðgar her. Tí veit eg ella
hoyri eg – hvør bussurin er
tann rætti hjá mær at taka,
greiðir hon brosandi frá.
Tað ræður nevniliga um
at taka rætta bussin og at
skunda sær til depilin. Har
stendur ein vevur, hjálpar
fólkið Poulina, hinir sjón
veiku brúkararnir, dugna
ligu starvsfólkini og stóra
teppiverkætlan hennara og
bíða eftir henni.
– Ja, eg má fáa hetta stóra
teppið liðugt, ongatíð ov
skjótt. Tí so kann eg fara
undir tað næsta beinan
vegin!
Sjónveik – men sterk
Dagsskráin
hósdagur 25. februar 2010
8.00: Úr Vestmanna til Havnar við Bygdaleiðum. Anna fer av við SMS, og tekur
síðani Bussleið 2 út á Frælsið
9.15: Komin á Sjóndepilin. Byrjar at gera vevin kláran
10.00: Kaffi og frukt. Ger vanliga fimleik saman við hinum, men í dag hevur
Anna ikki stundir til tað, tí teppið skal fáast uppá vevin, áðrenn hon fer heim
12.00: Matsteðgur. Nógv er at velja ímillum á matarlepanum, men í dag keypir
Anna suppu til matna. Situr og prátar við hini. Onkutíð kunnu tey práta til kl. 13,
men vevurin skal altso gerast klárur, so hon situr bert til kl. 12.45
15.00: Kaffisteðgur
15.30: Bilur kemur eftir teimum
16.15: Bygdaleiðir fer av Farstøðini til Vestmanna. Fer av við gamla posthúsið,
gongur niðan til handilin hjá Sigurdi og keypir inn. Møtir ommudóttrini, Tanju
og sigur hon, at tey fóru at baka heima hjá teimum í kvøld.
17.10: Við hús
17.30: Maðurin hevur gjørt góðan føroyskan døgurða - grind, spik og epli.
21.00: Hugnaligt kvøld hjá dóttrini, Sigrid, saman við húsfólkinum og eini aðrari
dóttur, Jórun.