Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 44 - 4. mars 2010 Sosialurin Miðfyrisitingin – bygn aður og innihald Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he- vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Jaspur Langgaard jaspur@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00-20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Herfyri hevði fíggjarmálaráðharrin áhugaverda grein um miðfyrisitingina. Eidesgaard nemur við hetta, at neyðugt er at halda aftur í almennu útreiðslunum. Hann nemur við tal av aðalráðum og vísir á, at hetta er eitt øki føroyingar halda sparast kann. Men hann fer eitt stig víðari. Hann vil vera við, at vit ongantíð komu heilt upp á pláss við miðfyrisitingini eftir stóru kollveltingina hjá Edmund Joensen, táverandi løgmanni og Finn Normann-Christensen miðskeiðis í 90´unum, og Eidesgaard spyr sum vera man, hvat er so frægast nú at gera. Nú kann tað undra, at ein maður, sum hevur verið løgmaður og er fíggjarmálaráðharri, og sær, at nakað er galið við eini av heimsins dýrastu miðfyrisiting, ikki hevur tikið ítøkilig stig til broytingar. Hetta so mikið meira sum, at fíggjarmálaráðharrin ger vart við, at hann og mong onnur longu aftur í 1996 sóu, at leisturin hjá Normann-Christensen fór ongantíð at gerast tann heilt rætta miðfyrisitingin, sum kom at hóska til okkara lítla land. Vit hava sostatt her ein av landsins fremstu politikarum við ábyrgd av fíggjar- málum, ið staðfestir, at vit hava eina yvirvaksnað og eina til okkara samfelag óhóskandi miðfyrisiting. Eidesgaard vísir á brek við sjálvum bygnaðinum og innihaldinum, og hann leggur upp til eitt orðaskifti um alt hetta. Hann vísir á nøkur løgin viðurskifti, sum uttan iva mong undrast á t.d. talið á deildarstjórum og so hetta heilt margháttliga, at vit hava deildarstjórar uttan deildir og annað mangt løgið. Fíggjarmálaráðharrin nemur sjálvsagt við talið á aðal- ráðum og tilsvarandi ørgrynnu av aðalstjórum og stjórnarskrivstovum, sum kosta skattgjaldarunum tað hvíta út úr eygunum. Vit kundu lagt nógv annað løgið afturat, sum vit í okkara blaðvirksemi fáa kunnleika um, men tað lata vit liggja í hesi atløgu. Heldur vilja vit fegnast um, at fíggjarmálaráðharrin nú hevur sett hol á búldin og mæla vit samonguflokkum so væl sum andstøðu til at taka hetta mál í størsta álvara. Vit hava áður her skrivað, at føroyski skattgjaldarin bert í longdini fer at góðtaka henda ovurstóra almenna yvir- bygning um øll, vinnulív so væl sum privati borgarin, dagliga kenna, at henda miðfyrisiting er okkum øllum at gangi, og at alt virkar nógv betri. Virkar alt tað almenna betri? Er tænastuveitngin vorðin betri o.sfr.? Vit skulu iki her gita um svarið – hesum má hvør í sínum lagi svara fyri. Heldur fara vit at staðfesta, at fíggjarmálaráðharrin hevur spælt sítt kort og nú má borðið binda hann og hansara samgongu. Samgongan má við øðrum orðum taka sær um reiggj og finna fram til ein bygnað og eitt innihald fyri miðfyrisitingina, sum hóskar til føroyska samfelagið. Her má og skal nakað henda í hesum val- skeiði. Tað verður ikki lætt, eitt nú tí aðalráðini eru vorðin partar av landsstýriskabalunum og eitt nú tí máttmiklir aðalstjórar, deildarstjórar og ráðgevar ganga í stórum torvum inni í skipanini. Men hetta óskil má steðga. Farið til verka og latið okkum síggja nøkur úrslit. Og síðst men ikki minst: latið okkum fáa eitt tjak um alt hetta. Teigar okkara eru til taks. Hugstoytt var at hoyra borg arstjóran í Tórshavnar Kommunu, Heðin Morten­ sen, mótmæla undir sjóvar­ tunlinum millum Eystur­ oynna og Streymoynna, tí at størsta verkætlanin í Føroya søgu vildi viðføra ferðslutrupulleikar í Tórs­ havnar Kommunu. Søgan er, at var skjøtul varð settur á ytra ringveg í Tórhavn longu í 80´inum, men í 2005 steðgaði sjálv­ ur Heðin Mortensen, borgarstjóri, verkætlanini, tí hann vildi hava ein tunnil heldur enn eina vegaføring undir Krákugjógv, sjálvt um slílk tunilsgerð hevði ein eykakostnað upp á slakar 50 mió.kr. Nú bakkaðu lands mynd­ ug leikarnir út, og tí er eingin ytri ringvegur gjørdur. Heðin Mortensen átti at tikið í egnan barm, heldur enn at skjóta alla abyrgd av tøttu ferðsluni í Tórshavn yvir á Landsstýrið. Ytri ringvegur hevði verið liðugur í dag, um Heðin Mortensen ikki forkom ætlanini. Tað er ongin ivi um, at Eysturoyartunnilin fer at styrkja miðstaðarøkið, og harvið alt Føroya land, og eiga vit tí, heldur at síggja møguleikarnar enn forð­ ingarnar við slíkari ætlan.. Sjálvandi skulu vit loysa ferðslutrupuleikarnar, ið vilja koma í sambandi við tunnilsætlanina, og tað gera vit best við jaligum samarbeiði við Landsverk. Tá Heðin sigur at landið ikki vil halda sína avtalu um rundkoyringina Eystari ringvegur/Hvítanesvegur, er tað heldur ikki satt, tí Landsverk og kommunan gjørdu eina avtalu, har landið gjørdi rundkoyring á Hvítanesvegnum, og so skuldi komunan gera rundkoyringa Eystari ringvegur/Hvítanesvegur. Vit eiga øll at minnast, at Heðin Mortensen og meiri­ lutin vrakaðu rund­ koyringa, sjálvt um hon var bjóðað út og var samtykt av býðráðnum. Vit kunnu staðfesta, at landið gjørdi sína skyldu í hesum málinum fyri skjótt nógvum árum síðani, men at býráðið sveik. Vegna minnulutan í Tórshavnar Býðráð Sjúrður Olsen Jan Christiansen Vagnur Johannesen Annfinn Brekkstein Fegnast um Skálafjarðatunnilin Nú er alt jubilkórið farið í gongd fyri at billa okkum inn, at vit fáa ein góðan og bíligan flogvøll við at byggja verandi vøll út. Men hetta er fullkomu­ liga burturvið. Prísurin fyri útbygg ing­ ina kann kanska tykjast lítil. Harraguð, hvat eru 500 milliónir krónur í dag? Tað er ikki meir enn 10.000 kr fyri hvønn íbúgva í landinum, ella eini 40.000 kr fyri hvørt húsar­ hald. Skulu vit ikki hava ráð til tað? Sjálvandi hava vit tað, og eins væl og ein og hvør almenn útreiðsla kemur væl við, tá ið fólk eru ar beiðs leys, so gevur henda íløgan gagnligan ring virknað í øllum sam­ felagnum. Vansin er bara, at aðrar íløgur kundu givið so nógv meir av sær. 500 milliónir er ein stórur partur av teim um tveimum milliard­ unum, sum tað kostar at fáa Suðurtunnilin gjørdan, og hann hevði gjørt hetta spjadda oyggjaland til eina heild, har fólk kundu búð allastaðni og arbeitt alla­ staðni, soleiðis at vit gjørd­ ust eitt fleksibult og kapp­ ingarført samfelag. Hetta er ein verkætlan, sum er klár at fara í gongd og kundi verið liðug um tvey ár, um rætt varð farið fram. Men tað versta við hesi flogvallaíløgu er, at hon um nøkur fá ár fer at vísa seg at vera fullkomuliga burturspilt. Vit kunnu ikki vera við í nútíðar heims­ samfelagnum uttan at hava ein líkinda flogvøll í hes­ um landi. Tí fara vit um stutta tíð at fáa ein flog­ vøll, sum er minst 2200 metrar langur og hevur lýtaleysar innflúgvingar­ møguleikar. Hann fer ikki at kosta stórt meir enn tann bjøssing av núverandi flogvølli, sum nú verður samtykt, men eitt vita vit við vissu: Tað kostar so nógv at reka flogvøllir, at tað ikki kemur upp á tal av hava tveir í Føroyum. Tann, sum hevur verið, verður tí niðurlagdur. Her er tí ein ávísur missur, men hann er einki at tala um samanborið við tann miss, sum vit koma at hava ár um ár av at hava valt eina so skeiva loysn av okkara flogvallaviður­ skiftum. Ein og hvør, sum veit hvat fer fram í nútíðarsamfelagnum, veit at fiskur verður flogin frá Asorunum til marknaðin. Hetta er tí at tað loysir seg. Vit vita, at fiskur er best tá hann kemur inn um stokkin, og skjótari hann kemur á døgurðaborðið, hægri prís kann hann fáa. Metingar siga, at farna tíggjuáraskeið hevur árligi missur okkara av at hava ov vánalig flogvallarviður­ skiftið verið um 700 milliónur um árið. Hesin missur kemur at halda fram við tí avgerð, sum løgtingsmeirilutin nú er í holt við taka at upp á nakkan av okkum, og hetta er dýrt. Dýrur flogvøllur ZAKArIAS WANg