hósdagur 4. mars 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 44 - 4. mars 2010
13
– Onnur grein av trimum
kronikk
Sámal Matras
Kristiansen,
samfelags
frøðingur
»Javnstøða merkir í dag ikki,
at kvinnur sum heild skulu
hava meiri politiskt vald, men
at ungar, vælútbúnar kvinnur
skulu hava meiri politiskt
vald.«
Í almenna kjakinum verða
kvinnur sum tað mest sjálvsagda
nevndar sum ein bólkur. Tað
tykist vera undirskilt, at kvinnur
per definitión umboða kvinnur.
Soleiðis er tað bara, og tað kann
ikki diskuterast. Men tað er
neyðugt at seta spurnatekin við,
um tað yvirhøvur er gyldugt at
umtala kvinnur sum ein felags
áhugabólk. Er talan ikki meiri
um eitt retoriskt trick, ið
diskursivt skal lokka “undirk
vinnur“ til at atkvøða fyri
“yvirkvinnum”?
Mobiliseringin av kvinnum
sum felags áhugabólkur hevur
eyðnast rímiliga væl, og tað er
kanska eisini neyðugt í eini
skiftis tíð. Men eins og í øllum
øðrum áhugabólkum eru
“summar kvinnur meiri líka enn
aðrar”. Tað eru nakrar idealtypur
av kvinnum, ið eru meiri rættar
enn aðrar, og hesar idealtypur
havi eg til hetta høvið valt at
kalla “Yuppiekvinnur”. Orðið
tykist eitt sindur kensluborið og
kanska eisini eitt sindur niðrandi.
Men í grundini er talan um eitt
orð, ið hevur ein heilt serligan
týðning. “Yuppie” merkir
“Young Urban Professional”, og
“Yuppiekvinnur” eru harvið bert
eitt popput orð fyri “ungar,
væútbúnar kvinnur í býunum”.
Man kann ímynda sær ideal
typuna: Ung, vøkur á at líta,
stílrein, sminkað, nýfriserað,
leðurstúlvar, niðurdeilur, sólbrill
ur uppi í hárinum, guccitasku
o.s.fr. Hon arbeiðir kanska sum
fulltrúi innan tað almenna ella
sum leiðari í einari privatar
fíggjar fyritøku.
Hetta eru tær røttu kvinnurnar;
tær, ið kvinnur veruliga kunnu
vera bekendar. Koyr vekk við
flakakvinnum, bóndakonum,
kassadamum, sjúkrasystrum,
pedagogum, lærarinnum, heima
gangandi húsfrúm og øllum has
um keðiliga. Hesar “lægristand
andi” normalkvinnurnar kunnu
sleppa at atkvøða fyri teimum
frálíku idealkvinnunum... men
gud hjálpi mær um nógvar av
hesum undirkúgaðu normal
kvinnunum atkvøða fyri monn
um í staðin fyri at hjálpa sínum
systrum fram í lívinum.
Yuppie-javnstøða. Umboða
kvinnur kvinnur?
Í heyst kom fram í sambandi við
danska kommunustýrisvalið, at
kvinnur framvegis heldur vilja
lata seg umboða av monnum enn
av kvinnum. Hetta hevur gaman í
nakað at gera við, at kvinnur sum
heild hava minni áhuga í poli
tikki enn menn, og tað merkir av
sær sjálvum, at færri kvinnulig
talent vilja koma fram. Men
framvegis er tað soleiðis, at
relativt færri kvinnur verða
valdar enn stilla upp, so vantandi
uppstillingin kann ikki forklára
allan samanhangin. Vantandi
álitið á kvinnur spælir eisini inn.
At kvinnur ikki velja kvinnur,
men heldur lata seg umboða av
monnum, er ein atburður, ið
uttan iva er hugstoytandi fyri
javnstøðufortalarar.
Kanningin sigur einki um hví
kvinnur hava hendan javn støðu
ógagnliga atburðin, men onkurs
vegna má tað merkja, at kvinnur
ikki altíð kenna seg so væl
um boðaðar av øðrum kvinnum.
Man kann eisini retoriskt spyrja
hvør umboðar heimagangandi
línumanskonuna betri: mannligi
útgerðarmaðurin í Klaksvík ella
kvinnuligi fulltrúin í vælferðar
stovninum í Havn. Vit eiga ikki
at síggja allar kvinnur sum
einstaklingar í sínum egna rætti.
Flestu kvinnur eru júst ein partur
av eini størri familjuheild, ið sum
vera man hevur størri týðning
fyri tær enn hendan meiri
abstrakta og yvirskipaða bólk
ingin “kvinnur”.
Kvinnuliga umboðanin er
eisini problematisk í føroyskum
politikki, har “Yuppiekvinn ur
nar” hava sett seg á fleskið. Verð
ur hugt eftir verandi politisku
skipan (løgting og landsstýri)
sæst, at “yvir meðal lønt almenn
starvsfólk búsitandi í Suður
streymoy” dominera politiska
landslagið – og at um vit isolerað
hyggja eftir kvinnunum, verður
hetta rákið uppaftur eyðsýndari.
Einans ein kvinna hevur eintýð
ugar røtur í tí privata, og viðkom
andi býr eisini á bygd – nevniliga
Rósa Samuelsen. Í løtuni eru hon
og Eyðgunn Samuelsen einastu
kvinnurnar, ið ikki búgva í
Suðurstreymoy. Nevnast skal tó,
at eisini Bergtóra Joensen hevur
partvísar røtur í tí privata.
Tað er nakað grundleggjandi
galið við javnstøðuni í dag. Javn
støðan er snøgt sagt ov eliter, og
tað hevði havt munandi betri
effekt um man eisini royndi at
stuðla upp undir tær kvinnur, ið
arbeiða seg inn í samfelagið úr
neðra.
Eru javnstøða og
førleikar sameinilig?
Sum nevnt í fyrstu greinini í hesi
greinarøð má menningin eisini
koma úr neðra. Kvinnurnar
mugu uppbyggja førleikar,
áðrenn tær kunnu átaka sær vald.
Og hesir førleikar koma ikki úr
ongum. Neyðugt er við praksis
og innliti í teir samanhangir man
ynskir at sleppa at stýra.
Sjálvandi hjálpir formlig (t.d.
akademisk) útbúgving nógv, men
tað er eisini týðandi, at man upp
byggir førleikar, kunnleika og
netverk. Við at uppbyggja sína
støðu á arbeiðsmarknaðinum, vil
alt hitt við tíðini koma av sær
sjálvum.
Tað er ein grund til, at flestu
kvinnurnar í landspolitikki í dag
eru komnar onkustaðni úr
almenna sektorinum. Tí hendan
sektorin dominera kvinnur longu
nú um hugt verður úr neðra, og
tað byrjar nú eisini at sláa
ígjøgnum á leiðarastigi. Løg
mans stjórin er kvinna, og tað vil
neyvan vera leingi, áðrenn onkur
kvinna eisini fær ein aðal stjóra
sess. Eisini finnast fleiri promi
nentir kvinnuligir, almennir
stjórar. Ein risastovnur sum
Nærverkið hevur í dag næstan
reina kvinnuleiðslu.
Javnstøða niðrifrá og upp er
gongda leiðin, eisini tá tað snýr
seg um fíggjargeiran, privata
tænastugeiran, privata fram
leiðslugeiran, flutningsgeiran og
eisini fiskivinnugeiran. Kvinnur
mugu tora at arbeiða seg upp
gjøgnum organisatiónirnar.
Tí at krevja at fáa nevndar
sessir bara tí man er kvinna er
ein stokkutur hiti. Tað vil alt
annað líka merkja, at vinnulívið
risikerar at fáa minni kompetenta
stýring, og tað kann eingin fyri
tøka liva við, ið støðugt noyðist
at taka atlit til botnlinjuna.
Nepotisman – ikki
meritokratiið – er fíggindin
Eitthvørt virksemi – privat sum
alment – krevur kompetenta
arbeiðsmegi og kompetenta
stýring.
Kompetansa hevur meiri at
siga enn onnur aspekt sum
limaskapur í samkomu, flokki,
familju – ella hvørja bygd, hvat
kyn ella hvørja rasu ein hoyrir til.
Her er hugtakið “meritokrati”
grundleggjandi. Hetta merkir, at
priviligeraðar positiónir í sam
felagnum eiga at fella til tey, ið
eru mest kompetent til hesar
positiónir.
Vesturlendsku samfeløgini
byggja (ideelt) á ein samfelags
bygnað, ið er demokratiskur og
meritokratiskur, meðan onnur
samfelagslig grundvirði fylla
minni. Men framvegis er tað
soleiðis, at onnur virði – herundir
nepotisma – gera seg galdandi.
Hugsar man meritokratiskt, er
tað sostatt ikki í lagi at seta
kvinnur í ávís størv, fyrst og
fremst tí tær eru kvinnur – eins
og tað ikki er í lagi at taka t.d.
baptistar, javnaðarfólk, tvøráfólk,
ella “etniskar” føroyingar fram
um t.d. ateistar, fólkafloksfólk,
vágbingar, heimasandsfólk ella
danskar føroyingar. (alt bert
tilvildarlig dømi). Á sama hátt
má tað sjálvandi heldur ikki vera
soleiðis, at menn verða valdir
fram um, bert tí at teir eru menn
– tí at man metir, at starvið ikki
er hóskandi til eina kvinnu.
Tað er nepotisman í breiðasta
týðningi, ið er størsti fíggindin
hjá javnstøðuni. Men meðan
nepotisma má roknast sum ein
trupulleiki, má meritokrati
roknast sum ein fyrimunur fyri
læring og talentmenning í eini
fyritøku. Og sum áður nevnt er
neyðugt at fylgja við fyri at
standa seg í kappingini.
Javnrættur er ikki at býta sól
og vind líka. Javnrættur snýr seg
um at skilja millum skitt og
kanel við støði í relevantum,
fakligum grundgevingum. Eg
arbeiði sjálvur dagliga við at
sortera menniskju. Og ein
sortering er neyðug, soleiðis at
tryggjað verður, at fólk koma á
sína røttu hyll og fáa ment síni
talentir á ein skilagóðan hátt.
Niðurstøða
Oddasetningurin var: “Javnstøða
merkir í dag ikki, at kvinnur sum
heild skulu hava meiri politiskt
vald, men at ungar, vælútbúnar
kvinnur skulu hava meiri
politiskt vald”.
Tá tað kemur til politikk er
okkurt, ið bendir á, at hetta er
rætt. Hetta merkir ikki, at tað
beinleiðis verður mótarbeitt, at
kvinnur í breiðari høpi verða
valdar inn, men heldur, at hetta
sjónarmið hevur trupult at vinna
frama.
Tað er spell, at tað ikki í størri
mun verður arbeitt móti at fáa
kvinnur fram úr ymiskum lands
lutum og ymiskum búskapar
sektorum. Tað er langt eftir á mál
í javnstøðutilgongdini, men eftir
mínum tykki má leggjast á annan
bógv enn higartil.
»Javnstøða fyri Yuppie-kvinnur!«
Skálafjarðartunnilin
Stór og góð tíðindi at
frætta, nú lógaruppskotið
er borið í tingið
viðvíkjandi
Skálafjarðartunlinum.
Vit vóna og vænta, at
Løgtingið tekur væl undir
við hesum lógaruppskoti
og samtykkir tað soleiðis,
at endalig avtala kann
gerast millum Landsstýri
og P/F
Skálafjarðartunnilin, har
P/F Skálafjarðartunnilin
fær einkarrætt til at gera
tunnilin innanfyri teir
karmar, sum Løgtingið
ásetir.
Hesin tunnil fer at binda
sunnara part av Streym
oynni saman við sunnara
part av Eysturoynni. Vit
fegnast um valdu loysnina
viðvíkjandi linjuføring,
sum er í samsvar við tær
loysnir, sum kommunan
hevur mælt til. Vit vilja
eisini heita á
mynduleikarnar um, at
kommunurnar við
Skálafjørðin framyvir
eisini verða tiknar við og
hoyrdar í sambandi við
víðari tilgongdini at
fyrireika tunnilin.
Gongst sum ætlað, so
verður koyrandi gjøgnum
tunnilin um góð 6 ár.
At Skálafjarðartunnilin
nú sær út til at gerast
veruleiki er av sonnum at
fegnast um. Henda farleið
kemur at hava stórt
samfelagsligt gagn á so
mongum økjum. Fyri
okkum, sum búgva við
Skálafjørðin, kemur henda
farleið at lata upp fyri fleiri
møguleikum, men kemur
samstundis at geva okkum
stórar avbjóð ingar. Vit vita,
at vit eru eitt miðøki, og at
økið er eitt framtíðarøki,
men tann dagin endaliga
støðan verður tikin at gera
tunnilin, tá fara vit at
merkja tað í ein nógv størri
mun enn vit longu nú gera.
Vit sum búgva við
Skálafjørðin eiga at
fyrireika okkum væl til
avbjóð ingarnar. Vit eru
rímuliga væl fyri á fleiri
økjum, men hóast tað, so
er alneyðugt við langtíðar
ætlanum á øllum økjum,
soleiðis at vit eru til reiðar
til tann vøkstur og ta
menning, sum heilt
náttúrliga eigur at koma
higar, um rætt verður
atborið. Vit eiga allatíðina
at stremba eftir, at
íbúgvarnir hava í boði tað,
sum hoyrir
nútíðarsamfelagnum til, og
hesa stóru avbjóðing taka
vit fegin uppá okkum.
borgarstjóri, Runa
víkar kommuna
Magnus
RasMussen