Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 44 - 4. mars 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Johanna Mortensen, fødd Guttesen, vanliga nevnd Ingibjørg, ættað úr Bø, búsitandi í Hvidovre, andaðist leygardagin 92 ára gomul. Jarðarferðin verð­ ur fríggjadagin 5. marts kl. 12 úr Avedøre Kirke til føroyska kirkjugarðin á Vestre Kirkegård. Tey, íð vilja minnast Ingibjørg við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata Bíggjar kirkju eina peningagávu, konta í føroysku peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá ið okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jenny Hentze Sandur ættað uppi á Regni, Toftum so brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk til Poul Færø fyri troystarrík orð í kapellinum. Tøkk til Jákup Reinert Hansen. Tøkk til organist, kirkjutænarar, sangarar og gravarar. Tøkk til heimahjálparnar. Tøkk til tykkum, sum bakaðu og sum hjálptu so væl til við ervinum. Tøkk fyri gávur til Heilafelagið. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Richard, Lis og Guðrun Merkisdagar 60 ára føðingardagur Týsdagin 9. marts verða tvíburarnir Birita og Durita 60 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 6. marts í B36 húsinum. Vælkomst verður frá kl. 12. 60 ára føðingardagur Fríggjadagin 5. mars verður Anna Sjúrðardóttir, Hvalvík, 60 ár. Dagurin verður hildin á Hvalvíksvegi 64 frá kl. 18. 75 ára føðingardagur Fríggjadagin 5. mars verður Erling Joensen við Gjógv 75 ár. Hann er burturstaddur føðingardagin. 80 ára føðingardagur Leygardagin 6. mars verður Paula Maria Olsen, Tórshavn, ættað av Eiði, 80 ár. Tey, sum hava hug at heilsa upp á Paulu, eru hjartaliga vækomin inn á gólvið úti á Suðuroyavegi 5 frá kl. 17. Dagurin 4. mars. Adrianus, deyður umleið ár 300. Keisarligur rómverskur embætismaður sum gjørdist kristin og tí varð tikin av døgum. Navnið merkir maður úr Adria í Norðuritaliu. Navn á fleiri keisarum. Magnus Heinason føddur hendan dagin í 1545. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Skjótt er Harranum um... Sárur missur, vit skilja onki. Tað tykist so stutt síðani, tú spældi í túninum, væl nøgd. Arbeiðssom og røsk, álítandi og hjálpsom, hugsaði um hini, spurdi eftir øllum, altíð eitt fitt orð á vegnum. Nú fjala svørt skýggj sólina. Ein rósa í fagrasta blóma skrykt burtur, men eftir stendur lítil, vakur rósuknubbi, og líta vit at honum, tá vita vit, at sólin má fara aftur at skína. Hvíl í friði, góða Kathrina. e. Kathrina 8. mai 1978 – 21. februar 2010 Var ein túr norðuri í Skagen seinasta leyg­ ardag, har eg vitjaði umborð á Nýggjasta skipinum í Føroyska flotanum, Tróndur í Gøtu. Hann liggur í dokkini og tað var sera tvassut og kalt at koma til skipið, men so mikið hugaligari var tað at koma innanborða, heitt og nossligt og stórur blíðskapur Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Nýggi Tróndur letur bíða eftir sær. Fólk væntaðu, at skipið fór at koma seinasta leygardag, men tað varð ikki. Manningin vónar at kunna vísa teirra stoltleika fram í komandi viku. Skrokkurin bygdur í Polen, gjørdur endal­ iga liðugur hjá Karstensens Skibsværft A/S í Skagen. Hann er sera stórur á at líta, nú hann stendur í dokk­ ini, eftir eitt óhapp undir royndartúrinum. Undirritaði vitjaði umborð leygardagin. Tá ein av yvirmonnunumm varð ynsktur til lukku við nýggja skipinum, tók hann skemtiliga til orða: “Nýtt skip við ongari skrúvu!?” Næstseinasta mikudag var Tróndur í Gøtu royndartúr, har teir m.a. royndu trolút­ gerðina, sum royndist væl, hóast onkur smávegis juster­ ing skal gerast. Á veg innaft­ ur í havnina í Skagen kemur skipið ov nær einum steini, sum rívur seg leysan og end­ ar inni í skrúvudýsuni og ger skaða á nøkur av skrúvubløð­ unum. Tí mátti hann aftur í dokkina at liggja. Stórur og snøggur Hann er sanniliga stórur og snøggur á at líta bæði innan og uttan. Undirritaði varð vístur runt umborð á skipin­ um. Gallan er rúmlig og út­ gjørd sum ein nýmótans køk­ ur á landi. Beint inn frá gall­ uni liggur hugnaliga messan, sum er stór og ljós, og verður eitt hugnaligt hvíldarstað hjá troyttum og svongum monn­ um. Manningin kemur at verða millum 12 og 14 menn. Hetta kvøldið, undirritaði vitjaði umborð, hevði kokk­ urin stokt oksakjøt, sum bæði smakkaði og gagnaðist sera væl. Tað er Bjarni Sørensen, ættaður úr Húsavik, sum er kokkur umborð. Hann hevur verið við reiðarínum í nøkur ár. Tá føroyskir skipsmenn dáma væl at lesa, hevði eg nakað av kristnum lesnaði við, sum eg handaði skipar­ anum, samstundis sum høvið var at ynskja til lukku við nýggja farinum. Maskinrúmið er stórt og nossligt við nógvum rúmlig­ um og ljósum arbeiðsrúm­ um. Uppi á brúnni er nógv at síggja og útsýnið er av tí besta við teimum stóru for­ styrktu rútunum allan vegin runt brúnna. Har skiparin sit­ ur, hevur hann eina røð av stórum monitorum/teldusker­ mum, sum geva honum allar neyðugar upplýsingar bara við at trýsta á rætta knøttin. Har er eisini ein skermur, við ógvuliga klárum myndum, sum er knýttur til yvirvaking­ artólini, sum eru sett upp við øll spølini, sum eru undir dekk. Á henda hátt er tað møguligt, eisini á brúnni, at stýra spølunum. Hetta setur eisini trygdarstøðið munandi upp. Hesin sami skermur er eisini knýttur til yvirvaking­ artól, sum eru sett upp í mask­ inrúminum. Nýggi Tróndur í Gøtu er væl størri enn Gamli Trónd­ ur, sum nú er seldur til Peru, har hann skal m.a. fiska rossamakrel. Nýggja skipið er 81,6 metur langt og 16,6 metur breitt, meðni gamla skipið er 67,35 metur langt og 14,5 metur breitt. Nýggi Tróndur í Gøtu lastar 2600 t. og er skrásettur FD175. Gomlu sluppinar Ein kann ikki lata vera at hugsa um munin millum skiparar í dag og tá abbarnir og hjá hesum somu monnum førdu sluppirnar til fiskarí. Stóðu í sydvesti úti á dekkin­ um og neyðhildu í róðrið, meðni seglini vóru teirra ein­ asta trygd fyri framdrift. Teir høvdu ein “monitor/skerm” at hyggja í og tað var hvussu himmalhválvi og havið hátt­ aði sær. Hesir garpar dugdu nøkur ting, sum yngru skipar­ nir í dag neyvan høvdu meg­ na eins væl – men væl duga teir yngru menninir kortini, tí við nýmótans amboðum og ovurhonds stórum skipum føra teir til landa ovurhons stórar nøgdir av fiski. Vit ynskja reiðarí, mann­ ing og Gøtu bygd til lukku við nýggja Trónda í Gøtu og Guds signing við skipi og manning. Vitjan umborð á Nýggja Tróndi í Gøtu