hósdagur 4. mars 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 44 - 4. mars 2010
Mong teirra sum dag
og dagliga koyra eftir
vegnum til Saksunar
á vetrartíð, kenna
ampa á sær, tí vegurin
er so vánaligur og
ótíðarhóskandi til
ferðsluna í 2010. Tey
ynskja sær tí annan
og breiðari veg. Men
tað eru tó ikki øll, ið
hava hetta ynskið.
Ein teirra er Tummas
Jacobsen, bóndi úr
Hvalvík. - Vegurin er
nóg góður sum hann
er, sigur hann
Bilferðsla
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Saksun: Fyrr í vikuni hevði
útvarpið hjá Kringvarpi
num eitt innslag um Saks
unarvegin.
Í hesum innslagi varð
tosað við ein íbúgva úr
bygdini, og sum staðiliga
heitti á landsins myndug
leikar um at gera okkurt við
hetta vegastrekkið.
Her er talan um ein
gamlan veg, sum er gjørdur
eftir
tátíðar
umstøðum:
Hann er í fyrsta lagi smalur;
hann er svingutur; og hann
er merktur av rættiliga ring
um sýni orsakað av øllum
sýnunum, sum har eru.
Kvinnan, ið Kringvarpið
tosaði við vísti á, at bara í
vetur eru einir átta bilar
farnir út av vegnum. Og
hetta var tí nakað sum tey
ikki kundu góðtaka ella liva
við longur.
Í sama innslagi varð tosað
við Heina Eysturoy, leiðara
á vegadeildini hjá Lands
verki. Hann lovaði at taka
málið til viðgerðar, men
kundi sjálvandi ikki lova
nakað, um ella nær arbeiðið
kundi fara í gongd.
Hetta vóru kanska troyst
arrík orð fyri fólk í Saksun.
Men Tummas Jacobsen í
Hvalvík heldur lítið um
eina breiðking av vegnum.
Hann er fínur at koyra
eftir, slær hann fast.
Landsverk hevur eina
samferðsluætlan, ið røkkur
fram til 2020, men tað er
sjálvandi altíð ein politisk
avgerð, um ein slík ætlan
við Saksunarvegnum gerst
veruleiki.
Droyur vegur
Fyrrapartin
í
gjár
var
Tummas farin frá húsum
sum so mangan áður. Nakað
inni í Saksunardali hevur
hann sítt stóra áhugamál:
Seyðin.
Hóast hann koyrir eftir
vegastrekkinum
hvønn
Guds skapta dag, heldur
hann at vegurin er nóg
góður, júst so sum hann er.
OK, hann er kanska eitt
sindur droyur, tá kavi er.
Hetta kemur mest av tí, at
teir hava tað fyri at grava
eitt sindur ov nær kantinum,
sigur hann.
Sambært honum er hetta
eisini orsøkin til, at bilar
fara út av vegnum. Manga
staðni er tað nevniliga
soleiðis, at grivið verður út
um kantin, av teirri einfaldu
orsøk at vegurin er so
ómetaliga smalur.
Hendir so tað sum er
hent fleiri ferðir í vetur at
bilarnir fara ov uttarlaga, er
vandi fyri at hjólið fer út
um kantin og bilurin sama
veg.
Tvær ferðir útav
Sambært upplýsingum frá
Landsverki eru 11 kilometr
ar
millum
Hvalvík
og
Saksun. Og sambært sama
stovni hevur ferðslan ligið
rættiliga
støðug
millum
bygdirnar báðar tey seinnu
árini.
Í 2004 var miðalferðslan
um samdøgrið 151 bilar,
árið eftir 158, men dalaði
so í 2006 niður á 140. Árið
eftir lækkaði hon uppaftur
meiri, til 136 bilar í miðal
um samdøgrið.
Seinastu
tølini
benda
kortini á, at ferðslan er økt
munandi aftur. Í 2008
koyrdu soleiðis í miðal 166
bilar um samdøgrið gjøgn
um Saksunardal.
At koyra eftir Saksunar
vegnum er ikki nakað sum
Tummas Jacobsen soleiðis
situr og hugsar stórvegis
um.
Eins og so manga aðra
staðni er rættiliga nógvur
kavi lagstur í dalinum í
vetur. At koyra her, hevur
higartil gingið mestsum av
sær sjálvum.
Men í ár hevur tað kortini
verið øðrvísi ja, rættiliga
øðrvísi:
Tja, eg havi koyrt eftir
vegnum í nógv Harrans ár,
uttan nakað sum helst. Men
í ár havi eg upplivað tað
løgna, ikki bara eina ferð,
men heilar tvær ferðir, at
koyra út av vegnum, greiðir
hann frá.
Orsøkin til hetta er, at
hann er komin út í henda
kantin, og úrslitið hevur
verið hareftir.
Ringt at grava
Teir, ið grava vegirnar hjá
Landsverki
gera
eitt
”
Tja, eg havi koyrt
eftir vegnum í
nógv Harrans ár,
uttan nakað sum
helst. Men í ár
havi eg upplivað
tað løgna, ikki
bara eina ferð,
men heilar tvær
ferðir, at koyra út
av vegnum
Einki galið
við vegnum
til Saksunar
Seyður ella ferðsla
Tummas Jacobsen hevur hevur nógvan seyð inni í
Saksunardali, og hugsar sum vera man um hann.
Tað er serliga um várið at hetta við koyringini
ger seg galdandi, tá teir plaga at fóðra seyðin fram
við vegnum.
Teir hava ikki mist nógvan seyð fram við
vegnum, men hann óttast fyri, at hetta kann fara
at seg galdandi, tann dag ið ein breiður vegur
verður gjørdur millum Hvalvík og Saksun.
Flestu bilarnir koyra eftir umstøðunum, og
vita hvar ein serliga skal ansa sær og hvat ein skal
ansa sær fyri. Og tey sum dagliga koyra her vita
eisini, hvar seyðurin gongur og taka so hensyn til
tað, sigur Tummas Jaocbsen.
Pipar og Salt í Høllin á Hálsi annað páskakvøld
Annað páskakvøld, 5. apríl, verður stór framførsla við Pipari & Salti í Høllini á hálsi. Har verða tey
størstu hittini hjá Pipar & Salti framførd, eins og nýtt tilfar er gjørt. Og alt fer at snara rundanum ta
stórhending, at Esmar Eysturoy skal giftast síni Guðrun. Tónleikinum standa nakrir av Føroya allar fremstu
tónleikarum fyri: Kim Hansen, James Olsen, Finnur Hansen, Jóhannus á Rógvu Joensen og Jens Marni
Hansen. Og aftur hesaferð verða tað Malan Eyðunsdóttir og Malan Thomsen, sum fara at syngja kór.
Atgongumerkini verða sett til sølu leygardagin á Torginum í SMS.