Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 44 - 4. mars 2010 óvurderiligt arbeiði fyri at halda bæði teir smølu og breiðu landsvegirnar opnar, soleiðis at fólk sleppur fram og aftur kring alt landið. Tað er kortini ikki bert um veturin, at fólk hava brúk fyri at koyra trygt. Saksun er eitt sera væl umtókt stað hjá ferðafólki, og á sumri er tað at kalla gerandissjón at síggja bussar við ferðafólkum á leiðini. Tað er neyvan altíð so lætt hjá teimum at koyra, um teir altso ikki eru stað­ kendir og koyra eftir umstøð­ unum á hesum smala vega­ strekkinum. Hóast hetta, er Tummas ikki sannførdur um, at ein breiðking av Saksunarvegn­ um er tann besta loysnin. Tað er helst so sum hann sigur, at um ein breiðkar vegin, so ger ein tað sam­ stundis lættari hjá bilførar­ um at koyra skjótt eftir vegnum. ­ Nei, eg haldi at vegurin er nóg góður, so sum hann er. Tað kundu kanska verið fleiri møtipláss, staðfestir hann. Saksunarvegurin er smalur og ótíðarhóskandi. Hóast væl verður grivið henda kortini óhapp á vegnum. - Men eg haldi kortini ikki, at neyðugt er at breiðka vegin, sigur Tummas Jacobsen, bóndi úr Hvalvík Mynd: Jens Kristian Vang P-dagur í morgin Eitt tekin um, at várið er í nánd, er ársins páskabryggj frá Føroya Bjór. Í morgin er P-dagur, og harvið kemur ársins páskabryggj frá Føroya Bjór á marknaðin. Nú vit nærkast ljósari tíðum, kavin bráðnbar, og várið er í nánd, er Páskabryggið hjá Føroya Bjór bryggjað. Hin fyrsta páskabjórin sá dagsins ljós í 1982. Eins og undanfarin ár, verður serliga nógv gjørt burtur úr góðskuni og smakkinum á hesum bjóri. Bjórin er bert bryggjað í avmarkaðari nøgd. Páskabryggið er rav­gylt og hevur eina góða javnvág í søtleika og beiskleika. Perfekt til páskahøgtíðina og páskaborið, og vit eru sera væl nøgd við ársins páskabryggj, siga tey av Føroya Bjór.