hósdagur 4. mars 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 44 - 4. mars 2010
Eliesar var sonur jekaran
Ole Hansen (1825-1871)
úr Havn og Sunnevu
Joensdatter (1819-1895) úr
Kunoy.
Elisabeth var dóttir Ole
Poulsen (1820-1887) og
Onnu Cathrine Frederikke
Pederdatter (1821-1892),
bæði úr Havn.
Í 1901 kemur danin
Laurits Henriksen til
Føroya at búgva. Í 1902
skipar hann fyri at stovna
eina fráhaldslosju í Havn,
og fær hon navnið Støt
Viljen. Á stovnandi
fundinum vóru 11 limir, og
Essa og Elisabeth verða
limir nummar 1 og 2.
Essa gjørdist eisini
beinanvegin skrivari í
losjuni. Tað varð skjótt, at
tað eisini var stovnað ein
ungdómslosju, har sjálv
losjan skuldi vera
umboðað í nevndini. Í
1904 gjørdist hetta Essa.
Undirtøkan fyri losjuna
gjørdist so stór, at skjótt
gjørdist neyðugt við eini
losju afturat, og fekk hon
navnið Polarstjernen. Essa
og Elisabeth vóru við til
hesa stovnan, og Essa
gjørdist eisini ovasti
templari.
Tað var eisini skjótt, at
tað vísti seg at vera tørvur
á at byggja eini felagshús,
og her kom Eliesar í byggi-
nevndina.
Í 1904 fer Henriksen av
landinum. Skipað verður
fyri fráfaringarveitlsu, har
Essa var eina av talarunum.
Í 1907 fær fráhalds-
rørslan ta stóru avbjóðing-
ina, sum fólkaatkvøðan um
at banna fríu rúsdrekka-
søluna var.
Tað ráddi um hjá frá-
haldsrørsluni at fáa flest
møgulig at taka undir við
uppskotna rúsdrekka-
banninum.
Fekk Peter Jensen
til Føroya
Í Polarstjernen skeyt
Eliesar Hansen upp, at
Losjan skuldu arbeiða fyri
at fáa ein ordanstalara, sum
tey nevndu tað, úr Dan-
mark til Føroya. Hetta
uppskot fekk góða undir-
tøku í losjuni. Endamálið
við einum slíkum talara
var, at hann skuldi arbeiða
fyri at fáa losjur stovnaðar
kring landið, men hann
skuldi eisini leiða eitt
komandi valstríðið um
rúsdrekkalógina.
Í fyrsta umfari var ikki
hugur í Danmark at senda
nakran slíkan talara til
Føroya. Teir vildu hinvegin
stuðla við kr. 300. Men
hesum vóru losjurnar í
Føroyum ikki nøgdar við.
Hetta endaði við, at Peter
Jensen kom til Føroya.
Hann og kona hansara
Vilhelmina hava fyrr verið
umrødd í hesi røð. Peter
Jensen kom at hava sera
stóran týdning fyri okkara
samfelag á so ymiskum
økjum sum fráhaldsarbeiði,
mjólkaforsýning, sjúkra-
kassarørslu og øðrum.
Tað gekk væl við fólka-
atkvøðuni út frá einum
fráhaldssjónarmiði, tí stórur
meiriluti var fyri at steðga
fríu rúsdrekkasøluni.
Aftaná fólkaatkvøðuna
linkaði virksemið í losjun-
um, men framvegis var
Essa ein av teimum sum
vardu borg á ovastu rók.
Fyrstur við uppskoti
um fráhaldssjúkrakassa
Eisini á øðrum økjum
innan losjuarbeiðið gekk
Essa á odda. Hann hevði
longu í 1906 skotið upp at
stovna ein fráhaldssjúkra-
kassa fyri at styrkja saman-
haldið millum limirnar.
Hann kom eisini í eina
nevnd at fyrireika hetta.
Tað kom tó einki burtur úr
hesum fyrr enn Peter Jen-
sen kemur til Føroya árið
eftir. Sjúkrakassin gjørdist
ikki tað, sum menn høvdu
vónað, men kortini vóru
tað losjulimir og teirra
eftirsitandi sum fingu gleði
av jarðarferðarhjálpini hjá
hesum sjúkrakassa. Í 1922
var fráhaldssjúkrakassin
lagdur saman við Havnar
Sjúkrakassa við Peter
Jensen sum formanni.
Essa var við í
nýggjari byrjan
Í 1923 var losjuvirksemið
komið so langt niður, at
neyðugt var við eini nýggj-
ari byrjan. Alfred Hansen,
danskur losjumaður, verður
sendur úr Danmark til hesa
uppgávu, og hann gistir hjá
Peter Jensen. Sama kvøld
koma Essa og Elisabeth á
gátt, har tey øll leggja
ætlanir fyri hesa avbjóðing.
Soleiðis vóru Essa og
Elisabeth nú aftur við til at
leggja lunnar undir losj-
una, og tey fingu eisini
bæði álitisstørv í endur-
skipaðu losjuni.
1. maj 1927 kundi losjan
Støt Viljen hátíðarhalda sín
25 ára stovningardag. Á
stovningarhátíðini vóru
Essa og Elisabeth saman
við Jákup Andreas Arge
útnevnd til heiðursgestir
fyri teirra virksemi.
Tá fór at ganga framá
aftur við losjuni, men nú
fóru teir gomlu at falla frá.
Essa doyði í august 1930,
og losjan mintist hann við
virðing.
Essa var eitt arbeiðsgrev
Tá ið Essa doyði, skrivaði
Dimmalætting hesi
minningarorð um hann:
Med Elieser Hansen (Essa
á Kirkjuveg), der i Tirsdags
afgik ved Døden, er en
kendt og agtet thorshavnsk
Borger gaaet bort. Han var
født 23. august 1862 her i
Thorshavn og blev saaledes
knapt 68 Aar gammel.
Elieser Hansen var kendt
som en dygtig og indsigts-
fuld Stenarbejder, og han
har været med til at opføre
flere af vor største Sten-
bygninger. Som et bevis
paa den Tillid, han nød paa
dette omraade, kan anfør-
es, at han har været Syns-
mand ved Kirkerne samt
tilsynsførende ved Sten-
arbejdet under Opførelsen
af det nye Amtsbibliotek.
Elieser Hansen var en
ualmindelig flittig og
interesseret Jordbruger, og
han har her nedlagt et saa
stort og omhyggeligt
Arbejde, at det er et
værdigt Eksempel paa
Efterfølgelse.
Hans Trø hører til de
bedst anlagte og mest
omhyggeligt dyrkede her i
Byen, og det er særligt
værd at fremhæve, at dette
Dyrkningsarbejde hoved-
sagelig er udført efter den
almindelige Arbejdstids
Ophør i sene Aften- og
Nattetimer, da han ellers
nok kunde trænge til at
hvile sig efter Dagens
Byrde og Hede.
Afholdsarbejdet havde
hans største Interesse, og
han var med til at stifte
Goodtempler Logen “Støt
Viljen” for godt 25 Aar
siden. Han var ogsaa stærkt
interesseret i de forskellige
betydningsfulde Sager, der
i Aarenes Løb har været
fremme i vort Samfund, og
han var i en Valgperiode
(1921-1924) Medlem af
Thorshavn Byraad.
De sidste to Aar var den
før saa raske og energiske
Mand mærket af den Syg-
dom for hvilken han for-
gæves har søgt Helbredelse
bl.a. paa Rigshospitalet i
København, og han var
utvivlsomt selv for længe
siden klar over, at det bar
mod Døden. Nu er denne
Hædersmand efter en lang
og vel anvendt Arbejdsdag
gaaet ind til den evige
Hvile.
Fred være med hans
Minde.
Børnini
Tey bæði fingu børnini:
Elisabeth Helene
f. 7.5 1883
Olevina Katrina
f. 12.10 1887
Ole Sofus
f. 30.5. 1890.
Johanna Sofia
f. 4.9 1892
Alexandra Christina
f. 18.9 1895
Aksel Frits
10. mai 1901
Sigrid Hansina
f. 19.2. 1905
Kelda:
Losjan Støt Viljen 100 ár
Elisabeth og Essa á Kirkjuveg:
Fyrstu losjulimir í Havn
Tað vóru megnarfólk, sum í síni tíð stóðu á odda fyri fráhaldsrørsluna í Føroyum. Ì gamla kirkjugarði
liggja fleiri av teimum, sum gingu á odda sum Djóni í Geil og Peter Jensen. Onnur vóru Elisabeth og
Elieser Hansen, nevndur Essa á Kirkjuveg, sum vit umrøða hesa ferð
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
ESSA Á KIRKJUVEG
F. 23. AUGUST 1862
D. 12. AUGUST 1930
LISABETH Í KNÚTSTOVU
F. 23. DESEMBER 1860
D. 18. MAI 1947
HVÍLI Í FRIÐI
Komandi hósdag
verður greitt frá Sámal
á Krákusteini, okkara
mest kenda politist
Bókin Losjan Støt Viljen
– 100 ár hjá Erling Isholm
umrøður nógv megnarfólk,
sum hava verið við í
fráhaldsarbeiðinum í meira
enn 100 ár. Lisbeth og Essa á
Kirkjuveg áttu eisini sín part í
hesum arbeiði
Lýsing eftir fólki, sum vil vera við til at stovna losju
Stovnararnir av losjuni Støt Viljen: Standandi f.v.: Elisabeth Hansen, kona Essa, Helena Joensen,
Sanna Simonsen, Hoyvík, Elsa Debes, Maria Nicodemussen, Óli Nicodemussen og Thomina
Rubeksen. Sitandi: Eliesar Hansen (Essa), Elisabeth Henriksen, Laurits Henriksen, Óli Arge,
Maria Jacobsen og Jacob Andreas Arge