Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað eydnaðist ikki kvinnu­ landsliðnum at fáa nakað burtur úr síðsta dystinum ímóti Eysturríki, hóast tað stóð á jøvnum í hálvleikinum og tí endaðu Føroyar aftast í sterku kappingini í Algarve í Portugal Eftir at hava tapt allar tríggjar dyst­ irnar í bólkaspælinum í Algarve Cup ímóti Portugal, Rumenia og Eysturríki, spældu Føroyar seinna­ partin í gjár aftur ímóti Eysturríki, nú plaseringarnar tvørtur um allar tríggjar bólkarnar skuldu avgerast. Hetta var dysturin um 11. plássið í kappingini, ið tilsamans fevndi um 12 landslið. Tíverri gjørdist endin hjá føroysku kvinnunum eitt stórtap, tí Eysturríki vann 6­0, eftir at tað hevði verið 0­0 í hálvleikinum. Í fyrra hálvleiki spældu føroysku kvinnurnar væl og høvdu eitt nú eini tvey vandamikil fríspørk uttan fyri eysturríkska brots­ teigin. Men spurningurin var so, um orkan fór at røkka til síðstu trý korterini, tí nú vóru tær føroysku blivnar nakað moyrar. Á regnváta vøllinum José Arcanjo Stadium í Olhão vísti tað seg tó ikki at bera til at halda stand eftir steðg­ in, og bara fáar minuttir inn í seinna hálvleik hevði Eysturríki lagt seg á odda 1­0, og so fór tað bara at ganga ein veg. Mitt í hálvleikinum fóru trý mál ígjøgnum eftir bara fimm minuttum, áðrenn eysturríksku kvinn urnar ímóti endanum fingu tvey mál aftrat og sostatt vunnu stórt. Framstig hóast tap – Framstig eru gjørd í spælinum fyri hvønn dyst, sjálvt um vit bara hava tapt, men hetta er so nógv sterk­ asta mótstøða, vit nakrantíð hava fingið í einari kapping, staðfesti Álvur Hansen, landsliðsvenjari, eftir seinasta dystin á Portugal­ferðini, áðrenn farið var at hyggja at final­ uni millum Týskland og USA. – Fyri okkara viðkomandi er henda tíðin á árinum kanska ikki tann besta til kapping, tí okkara egna kapping er jú ikki í gongd. Vit hava tó roynt at vant so nógv, sum møguleiki hevur verið fyri, men tíverri hevur kavin darvað venjingini nú í longri tíð, so vit hava ikki verið so nógv á vøllinum, sum vit kundu ynskt okkum. Sjálvt um úrslitini ikki vóru til vildar niðri í Algarve, so heldur lands liðsvenjarin, at spælararnir kortini hava fingið nakað burturúr, tí liðið í meiri enn eina viku hevur verið í einum professionellum um ­ hvørvi saman við heimsins bestu kvinnuligu spælarum. – Upp á henda mátan kunnu okkara spælarar í øllum førum síggja, hvat skal til fyri at gerast enn betur, sigur Álvur Hansen. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. mars 2010 USA vann – sum vanligt Algarve Cup er ein kapping, sum er høgt í metum millum heimsins fremstu kvinnu­ lands lið í fótbólti, og ikki minst eru tey í USA sera glað fyri kapp ingina, sum hevur verið í Portu gal á hvørjum ári síðani 1994. Ein orsøk til tað er sjálvandi, at USA hevur vunnið kappingina oftast av øllum, sjey ferðir. Hesa ferð var heldur einki undantak, tí USA vann í finaluni á Týsklandi, sum bara eina ferð hevur vunnið kappingina. Hetta eru annars tvey tey bestu kvinnu landsliðini í heiminum í løtuni, so tað var vorðið sum fongur hjá føroyska kvinnu landsliðnum at sleppa at síggja finaluna teirra millum í gjár. Annars hava Norðurlond gjørt vart við seg í kappingini, serliga tey fyrstu árini. Norra hevur vunnið hana fýra ferðir og Svøríki tríggjar ferðir, eitt nú í fjør, meðan Danmark hevur verið fimm ferðir í finaluni, men enn eigur fyrsta sigurin til góðar har. Millum heimsins fremstu fótbóltstjóðir í kvinnuhøpi er prestisja í at vinna Algarve Cup, sum í nógvar mátar verður sammett við at vinna olympiskt gull ella at gerast heimsmeistari. At tað so enntá er eydnast at fáa Føroyar upp í »góða sel skapið«, ið telur so góð landslið, er eitt satt bragd, og vónandi býðst høvið aftur. hil Nú kappingin í Eik­liguni hjá monn­ um nærkast endanum, er dystar­ skráin eitt sindur spjaddari enn vanligt. Eitt nú spældi ÍF í gjárkvøldið ímóti Mjølnir og skal aftur í kvøld klokkan 20.30 spæla ímóti SÍ. Dysturin í kvøld er tann, ið var út ­ settur frá leygardegnum, og av tí at ÍF ikki sleppur av aftasta plássinum, hevur dysturin ikki so stóran týdning fyri fuglfirðingar kortini. Einasta, ið eftir er at spæla um, er møguligi triði finaludysturin millum Mjølnir og SÍ. Í løtuni er SÍ fimm stig frammanfyri, men hevur spælt tveir dystir fleiri, so tann spenningurin verður nokk avgjørdur, tá liðið hitt­ ast í Klaksvík um góða viku. Í gjárkvøldið hevði Mjølnir vitjan av ÍF, ið heldur ikki hesa ferð fekk sett ella stig. Í veruleikanum var tal­ an um avsmurning, tí hóast Mjølnir fyri tað nógva spældi við sterkastu uppstilling, var ikki neyðugt at spíla seg út fyri at vinna. Móttøkurnar hjá ÍF riggaðu illa, og tí spurdist heldur einki álop burturúr. hil Flogbóltur Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Mjølnir 17 14 - 3 44 16 28 21 2 SÍ 15 11 - 4 37 20 17 16 3 Fleyr 16 6 - 10 32 35 -3 8 4 ÍF 16 0 - 16 3 45 -42 0 Mjølnir­ÍF 3­0 (25­11, 25­15, 25­16): ÍF spælir dag um dag Kvinnulandsliðið endaði aftast – Framstig eru gjørd í spælinum fyri hvønn dyst, sjálvt um vit bara hava tapt, men hetta er so nógv sterkasta mótstøða, vit nakrantíð hava fingið í einari kapping, sigur Álvur Hansen, landsliðsvenjari Savnsmynd: FSF einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Algarve Cup 2010 Finalan Týskland-USA 2-3 (1-2) Bronsufinalan Kina-Svøríki 0-2 (0-1) 5. pláss Danmark-Norra 2-1 (0-0) 7. pláss Finnland-Rumenia 0-1 (0-1) 9. pláss Portugal-Ísland 0-3 (0-0) 11. pláss Eysturríki-Føroyar 0-6 (0-0)