Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-03-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 4. mars 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. mars 2010 – Nr. 44 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Gert ikki við KÍF Nú Atlantic Airways-kappingin av álvara nærkast avgerandi dystunum, noyðist KÍF at vera ein av sínum drúgvaru spælarum fyriuttan. Gert Hansen, sum er næstfremsti málskjúttin hjá kollfirðingum við 59 málum, fortelur á sínum Facebook-profili, at hann fer á venjingarlegu við EB/Streymi, so hann ikki verður við teir báðar næstu heimadystirnar, sum eru ímóti ávikavist Kyndli og Neistanum. Føroyar í stað Føroyska fótbóltslandsliðið hjá monnum stendur í stað á styrkilistanum hjá FIFA og er framvegis nummar 118 av heimsins fótbóltstjóðum. Føroyar eru fremstar av teimum europeisku pinkutjóðum, vit vanliga samanbera okkum við, og fremstu Norðurlond eru Danmark og Norra, sum bæði eru jøvn á 33. plássi. Spania eigur ovasta plássið á listanum, framman fyri Brasil og Holland. So skjótt sum StÍF- kvinnurnar funnu útav, at verjan hjá Stjørnuni ikki var klár frá byrjan, tóku tær av, og tí var tað fult uppiborið, at StÍF átti allan fyrra hálvleik. Men í seinna hálvleiki setti Stjørnan seg á dystin – og vann Tað var meira tómligt í ítróttarhøllini á Skála, tá StÍF og Stjørnan byrjaðu dystin. Helst, tí tey fægstu høvdu roknað við øðrum, enn at Stjørnan enn eina ferð fór at gera bart og styrkja sína oddastøðu í Sunset- kappingini. Dysturin endaði eisini við, at Stjørnan fór við øllum, men hann fekk eina stuttliga og óvænt- aða vend frá fyrstu løtu. Ikki so sjáldan hevur tað verið tungt hoyggj at drigið hjá Stjørnuni, tá liðið hevur vitjað StÍF, og so skuldi eisini verða hesa ferð. Men neyvan hevur Stjørnan fingið ein sovorðnan frammaná frá byrjan, sum hesa ferð. Teir fyrstu 10 minuttirnar tóktist ikki, sum Stjørnan hevði verjuspælið upp á pláss, og hesum gjørdu StÍF- kvinnurnar sær dælt av. Tær vari- eraðu spælið og sluppu heilt inn á strikuna at royna seg, meðan passivi- teturin lýsti av klaksvíkskvinnunum. Rebekka Justinussen slapp til nøkur hoppiskot, ið fóru beint ígjøgnum, og somuleiðis hevði Roxana Bodir- lau okkurt gott undirhonds skot, ið somuleiðis slapp ígjøgnum. Menninir hjá StíF, sum høvdu vant undan dystinum, gjørdust ikki sørt skakkir, tá teir komu undan brúsuni og út í høllina. Fleiri teirra blivu verandi í høllini, tí hetta var ov gott at fara frá. Somuleiðis sótu fleiri av áskoðarunum og sendu sms-boð ella ringdu, so ikki gekk so leingi, so var heilt fitt av áskoðarum í høllini, tí nú luktaði ikki sørt av einari sensa- tión. Tordu ikki at vinna Men sensatiónin kom ongantíð, tí stig fyri stig át Stjørnan seg inn í dystin. Stutt fyri hálvleik var StÍF á odda við fimm málum, men Stjørnan fekk eitt skifti minkað munin niður í eitt mál, og tá steðgurin kom, var Stjørnan nú bara tvey mál aftanfyri. Og seinni hálvleikur var ikki ser- liga gamal, tá Stjørnan javnaði til 16-16 og síðani streyk avstað. Í eitt lítið korter fekk Stjørnan 10 mál, samstundis sum StÍF bara fekk eitt, og brádliga var dysturin farin tann vegin, tey flestu høvdu roknað við, tí nú var Stjørnan brádliga á odda 24-17. Eingin ivi var um, at StÍF tað mesta av fyrra hálvleiki hevði fatur í rætta endanum, men sálarliga megnaði liðið ikki at lyfta tað, ið skuldi til. Tað tóktist, sum tordu strandakvinnur ikki at vinna og taka av, nú møgu- leikin var har, og sjálvt turru hagtølini hava hug at staðfesta hetta, tí StÍF fekk heili átta brotskøst í dystinum – og Stjørnan einki! Hinvegin tóktust sigursvandu Stjørnu-kvinnurnar ongantíð av álvara so tiknar av fótum, at tær ikki sóu út til at varðveita trúnna á, at hetta kundi vendast. Eftir dystin var tað næstan soleiðis, at tær bara yptu øksl, tí tær ikki eru vanar við annað, enn at tað er strævið at spæla ímóti StÍF á Skála… Minni hugaligt var tað so, at bæði lið tíðliga í dystinum mistu hvør sín spælara. Fyrst var tað Durita Ljós- stein, ið leyp upp og kom skeivt niður, so hon mátti berast av vølli, og løtu seinni stóð Bára Berthelsen fyri tørni, tá hon eisini kom skeivt niður og ikki fekk spælt meira í hesum dystinum. StÍF-Stjørnan 24-28 (14-12): Sensatiónin spøkti á Skála Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 17 15 - 1 - 1 496 344 152 31 2 Tjaldur 17 14 - 1 - 2 499 382 117 29 3 Neistin 17 10 - 0 - 7 451 411 40 18 4 VÍF 17 5 - 0 - 12 406 477 -71 10 5 StÍF 17 4 - 0 - 13 403 505 -102 8 6 VB 17 2 - 0 - 15 361 497 -136 4 einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Oddrún Danielsen og hinar í StÍF fingu eina dreymabyrjan ímóti Simonu Petersen og teimum í Stjørnuni, men tað helt bara ein hálvleik Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-Stjørnan 24-28 (14-12) 10 min: 6-1 20 min: 9-5 40 min: 16-19 50 min: 18-24 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7 (1), Adriana Bobra 5 (4), Roxana Bodirlau 4, Rósa Danielsen 2, Anna Petersen 2, Annika Petersen 2, Bára Berthelsen 1, Birna Tummasdóttir 1 Stjørnan: Simona Petersen 9, Valentina Suciu 7, Anna Kristina Samson 5, Bára Skaale Klakstein 3, Una Olsen 2, Joan Midjord Joensen 1, Annika Ljósstein 1 Brotskøst: StÍF 8, Stjørnan 0 Útvísingar: StÍF 0, Stjørnan 1 Dómarar: Magnus í Króki & Thomas Juul Thomsen FAKTA UM DYSTIN